Ja, kæri lesari. Tú sást rætt. Høgni Nielsen er komin sterkt aftur við eini røð av sigrum tey seinastu umførini og hevur limað seg inn í kvartettina, sum hevur møguleikan at taka FM tittulin.
Í dagsins umfari vann ratingfavoritturin Olaf á Hans Kristiani. Við einum øðiligum svørtum bispi á b7 og einum hvítum kongi beint í skotlinjuni á h1, endaði HKS næstan í ‘trekktvangi’ og misti frúnna forserað í 53. leiki og harvið alt talvið.
Eyðun reyk við hvítum inn í ein rokaligan spanióla móti Ólavi. Í 9. leiki átti Eyðun helst at tikið á c6 við riddaranum í staðin fyri við bispinum. Og tá hann harfrá gamblaði eitt sindur við støðuni frammanfyri konginum við 10.f3, sum silikonintelligensurin uttan nakað hóvastak heldur púra javnt, útviklaði talvið seg í ein stak menniskjaligan rættning, við Ólavi í álopsleiklutinum. Tá fyrsta álopsbylgjan var av, stóð Ólavur eftir við einum avgerandi fyrimuni, sum Eyðun einki kundi gera ímóti.
Tá Herluf ikki tók kjansin at venda støðuni við 28.dxe5, og í staðin spældi fxe5, eftir at Høgni hevði stungið nøsina dekan ov langt fram við 25…Re3, koyrdi Høgni talvið heim, stílreint og trygt.
Sostatt er alt endað við, at avgerðin fellur í seinasta umfari í morgin, og kann ein slík kapping ikki gerast meiri spennandi.
Støðan áðrenn seinasta umfar er nú:
Olaf 6 stig
Martin, Eyðun og Høgni 5,5 stig
Umframt hesar kann Ólavur Simonsen gera seg galdandi til silvur ell bronsu, meðan restin av feltinum telva um plasering og rating.
Í 1. bólki verður eisini talan um eitt brak av eini finalu, tá Rani Baldurson, sum hevur skorað heili 7,5 av 8 møguligum stigum, møtir Jákupi á Rógvu á øðrum plássi, sum er eitt heilt sig aftanfyri Rana. Tí kann Jákup bara búka ein sigur til nakað sum helst, so tað verður enn eitt all-in talv í fyrsta bólki.
Í 2. bólki liggur veteranurin Gutti Petersen á odda við 6 stigum, tætt forfylgdur av Jógvani Næs við 5,5 stigum, og síðani Jón Mikkelsen, Helga Joensen og Finn W Larsen, sum allir hava 5 stig.
Í seinasta umfari skal Gutti so satt sum tað er sagt í enn eitt all-in talv móti Finn, sum, eins og Jákup í 1. bólki, og Eyðun í landsliðsbólkinum, bara kann brúka ein sigur!
Hjá unglingunum liggja Janus og Eli Finnson klárt á odda. Teir møta ikki hvør øðrum og tí er væl hugsandi, at føroyameistaraskapurin hjá unglingunum verður avgjørdur við umtalvi. Men alt tað vita vit so nógv meiri um í morgin.
{jcomments on}