Heim / Ymiskt / Ymiskt / TALVSAMBAND FØROYA 40 ÁR !
tsf 40 029

TALVSAMBAND FØROYA 40 ÁR !

Á stovnandi aðalfundinum vórðu valdir í nevnd: Jákup Thomsen, Tórshavn, Hanus Joensen, Kollafirði, Sjúrður Lómstein, Gøtu og Samson Højgaard og Hans Petersen, báðir úr Vestmanna. Nevndin skipaði seg 1. mars við Jákup Thomsen sum fyrsta formanni Talvsambandsins og Samson Højgaard (sála), sum varaformanni. Hanus Joensen og Hans Petersen vórðu valdir ávikavíst kassameistari og skrivari.

tsf logo

Talvsamband Føroya var nú vorðin veruleiki, og fyri føroyska telving var hetta onki minni enn ein kollvelting.

Farið varð til verka beinanvegin og nakrir av fyrstu setningunum vóru:

  • at fara undir føroyameistarakapping fyri lið,
  • at søkja um limaskap í FIDE (altjóða talvsambandið) og
  • at boða frá luttøku til talvolympiaduna í Siegen, Vesturtýsklandi, sama ár.

Og væl gekst í hond. Føroyar blivu viðurkendar sum sjálvstøðugur limur í FIDE í september mánað 1970, tá vit eisini á fyrsta sinni luttóku í OL í talvi. Trúliga hava vit síðani luttikið til OL við góðum úrslitum. Landskappingin fyri lið fór av bakkastokki 18. oktober 1970.

Hóast Talvsamband Føroya hevur 40 ár á baki, er tað gamalt at telva – eisini í Føroyum. Bæði frá mannafrásagnum og í kvæðum okkara verður røtt um talv. Og talv eru funnin víðahvar um Norðurlond í fornfrøðiligum útgrevstrum. Í Føroyum eru eisini funnin talvfólk og borð. Men verulig gongd kemur ikki á telvingina í Føroyum fyrr enn talvfeløg verða stovnað. Fyrsta føroyska telvingarfelag man ivaleyst vera Havnar Telvingarfelag, ið er stovnað í 1923 og sum í mong ár var einsamalt felag her á landi.

40 ára stovningardagurin verður hátíðarhildin seinni í ár.

Sitandi nevnd í Talvsambandi Føroya vil nýta høvið at takka øllum teimum, sum undan gingu og teimum, sum framhaldandi halda fast um visiónirnar, sum lagdar vórðu fyri dagin, minniliga stovningardagin, hin 14. februar 1970. Úrslitini tala fyri seg.

Ein serlig heilsan og tøkk verður latin fyrstu nevnd Talvsambandsins, við Jákupi Thomsen á odda, sum borið fram hava heilsan og blómur:

“14. februar 2010

Til: Talvsambandið

Á 40-ára stovningardegnum ynskja vit okkum alt tað besta – bara tað besta – og góðan byr frameftir.

Heilsan

[Undirskrivað]

Hans, Sjúrður, Jákup og Hanus”

tsf

 

 

 

“Dreymur til veruleika”: Handan heilsanina frá fyrstu nevnd TSF er steypið frá feskasta avrikinum: Besta talv-smátjóðin í Evropa 2009 !

(Søgulig kelda til greinina: Suni Merkistein, Føroysk Telving í 20. øld.)

Sí eisini

Talvkapping børn- og ung.

    Talvkapping fyri børn og ung sunnudagin 22.mai kl 14, í Kollafjarðar skúla. Øll …