Heim / FM lið / Liðkappingin 2014/15 / Tilmelding til liðkappingina 2014/2015

Tilmelding til liðkappingina 2014/2015

Til feløgini.

Hervið verða feløgini biðin um at tekna lið til liðkappingina 2014/2015.

Tilmelding til liðkappingina 2014/2015

Hesi feløg hava lið í:

1. deild: Sandavágur,  Klaksvík 1, HavninKlaksvík 2, Toftir og Rókur (flutt upp úr 2. deild).

2. deild: Vestmanna 1 (flutt niður úr 1. deild), Havnin 2, Sandavágur 2, Havnin 3, Vestmanna 2, og Sandavágur 3 (flutt upp úr 3.deild).

 

Harumframt verða feløgini biðin um at tekna lið til kappingina í 3. deild og í unglingadeildini.

 

Tilmeldinginarfreistin er sunnudagin 12. oktober 2014, so vinarliga sendi kappingarleiðaranum tilmeldingarnar áðrenn ta tíð.

Umráðandi er eisini at feløgini senda inn styrkilistar sínar. Hesir verða atkomuligir á heimasíðu Talvsambandsins.

Eisini skal upplýsast hvør er liðformaður fyri tey ymsu liðini, umframt kontaktupplýsingar fyri viðkomandi (navn, tlf. og teldupostbústað).

 

Liðkappingin byrjar ætlandi sunnudagin 26. oktober 2014.

 

Dómaraseðlar og avrit av talvum skulu sendast til:

 

Rógvi Egilstoft Nielsen

Dalsbøur 1

FO 360 Sandavágur

 

Við talvkvøðu,

TALVSAMBAND FØROYA

Rógvi Egilstoft Nielsen, kappingarleiðari

kappingarleidarin@faroechess.com

Tlf. 271404

Sí eisini

Endaumfarið telvað í Sandavági

    Síðsta umfar í Liðkappingini 2014/15 verður telvað í nýggja skúlanum á Giljanesi, leygardagin 21. mars. Byrjað verður kl. 10.00. …