Rógvi Egilstoft Nielsen verður uttan iva drúgvur í kappingini. Tað var flog og fynd yvir telvingini hjá honum í gjár. Herluf Hansen fótaði sær nóg illa og tóktist mestsum máttleysur longu eftir byrjanina. Martin Poulsen vann eisini, men eina løtu mundu fleiri ivast, um hann hevði tamarhald á støðuni, so sterkt løddi hann. Ein maður varð offraður, men brádliga hevði hann sett Heiðrik Jacobsen skák og mát.
Ólavur Simonsen legði eisini nógv fyri í sínum álopi, men tað var ikki nóg væl undirbygt. Nýggi maðurin í bólkinum, Andrias Danielsen av Toftum, sýntist ónervaður av áganginum, og telvaði seg sannførandi til sigurs í einum meira struktureraðum álopi í hinum borðinum. Í fimta talvinum stríddust tveir ógvuliga álopshugaðir telvarar, Hans Kristian Simonsen og Finnbjørn Vang. Báðir eru heldur óortodoksir í stíli, so hetta gjørdist ikki óvæntað eitt sindur av indianaratelving. Hans Kristian tóktist væl upplagdur og vann sannførandi.
Annað umfar er í dag. Tá telva Høgni Egilstoft Nielsen og Martin Poulsen, Ólavur Simonsen og Rógvi Egilstoft Nielsen, Eyðun Nolsøe og Finnbjørn Vang, Hans Kristian Simonsen og Andrias Danielsen og Herluf Hansen og Heiðrikur Jacobsen.