Martin telvaði væl við hvítum. Her vóru ongar ónollur við ivasomum byrjanareksperimentum, men í staðin eitt skilagott leikupplegg í ensku byrjanini. Støðan gleið yvir í okkurt, sum líkist Sveshnikov-frábrigdinum í sisilianskum. Tólvti leikur hjá Rógva, 12.-, e4 er helst eitt mistak. Martin styrkti stigvíst sína støðu við sunnum leikum og vann finnuna. Av einihvørji orsøk eru bara 23 leikir at síggja frá hesum talvi. Tá reyk on-line sambandið við borðið. Martin stendur tá betur, men talvið er ikki liðugt. Spell um alt talvið ikki verður víst á heimasíðuni. Martin vann, men hvussu nógvir leikirnir vóru og hvussu drúgvir teir vóru, sigur søgan einki um. Vónandi verður alt talvið lagt út seinni í kvøld.
Nú var møguleikin hjá Eyðuni at vinna meistaraheitið, men móti einum væl uppløgdum Hans Kristiani gjørdist einki í dag. Byrjanin var Katalansk, men Eyðun víkir frá høvuðsfrábrigdunum og villist út í okkurt Frúgvaindiskt. Ivasama systemblandið kemur honum aftur um brekku, tí finna á b6 og bispur á a6 standa ikki rætt í teirri støðuni, sum kemur upp. Hans Kristian fær fyrimunin og er náðileysur, tá ið Eyðun tekur sær óráð fyri bispinum, sum brádliga ikki stendur til at bjarga.
Kanska hevur trýstið tyngt báðar FM-kandadatarnar, tí hvørki Rógvi ella Eyðun telvaðu væl í dag. Tað gjørdu afturímóti bæði Martin og Hans Kristian, sum – høvdu teir ikki havt stóru sveiggini í sínari telving í hesari kappingini – ivaleyst kundu vunnið FM-heitið.
Høgni Egilstoft Nielsen fekk rættiliga glið á sína telving í seinnu hálvu í kappingini eftir trilvandi byrjan, og var nú til endans bara eitt hálvt stig frá eldra beiggjanum. Í dag vísti Høgni aftur fínan endaleiksteknikk í talvinum móti Heiðriki.
Herluf Hansen hevur verið óheppin í fleiri talvum, men í dag bragdaði umsíðir hjá honum. Sigurin á Andriasi var vunnin bæði væl og virðiliga eftir sannførandi telving. Fimta talvið í dag var ein maratondystur millum Ólav Simonsen og Finnbjørn Vang, men endin var, at javnvágin kundi ikki skakast, og tí sættaðust tí loksins um remis.
Tað gjørdist til endans ógvuliga trongligt í oddanum – bara eitt hálvt stig frá nummar 1 til nummar 5. Fýra endaðu javnir á øðrum plássi við seks stigum, fínteljingin gevur Høgna annaðplássið, Martini triðja plássið, hans Kristiani fjórða plássið, og Eyðun, sum mundi vunnið í dag, mátti til endans smyrja seg við einum fimta plássi – mitt í røðini.
Endaliga støðan í landsliðsbólkinum:
1. Rógvi Egilstoft Nielsen, Sandavágs Talvfelag 6½ stig 2. Høgni Egilstoft Nielsen, Sandavágs Talvfelag 3. Martin Poulsen, Havnar Telvingarfelag 4. Hans Kristian Simonsen, Rókur 5. Eyðun Nolsøe, Klaksvíkar Talvfelag 6 stig 6. Ólavur Simonsen, Klaksvíkar Talvfelag 5 stig 7. Finnbjørn Vang, Klaksvíkar Talvfelag 4 stig 8. Andrias Danielsen, Tofta Talvfelag 2 stig 9. Herluf Hansen, Havnar Telvingarfelag 2 stig 10. Heiðrikur Jacobsen, Havnar Telvingarfelag 1½ stig.
FM-vinnarar í nýggju øldini
Vit kunnu til stuttleikar seta upp yvirlitið yvir teir, sum hava vunnið FM-heitið í talvi eftir aldaskiftið.
Hinir bólkarnir
Sandavágsmenn vóru aftur í ár stinnastir í landsliðsbólkinum – brøðurnir býttu bara um pláss. Havnar Telvingarfelag, sum skipaði fyri kappingini, hevði ætlað, at Helgi Dam Ziska skuldi vissa felagnum meistaran í ár, men honum barst frá at luttaka vegna skúlagongd. Í staðin eydnaðist elsta felagnum at vinna í øllum hinum bólkunum.
Almennur bólkur: 1. Margar Berg, Havnar Telvingarfelag 7 stig 2. Janus Skaale, Klaksvíkar Talvfelag 6 stig 3. Eyðun Lamhauge, Vestmanna Talvfelag 6 stig.
Unglingabólkurin: 1. Leif Reinert Fjallheim, Havnar Telvingarfelag 7 stig 2. Kaj Olsen, Havnar Telvingarfelag 6½ stig 3. Ragnar Weihe, Sandavágs Talvfelag, 6 ½ stig
Veteranbólkurin: 1. Andrias Ziska, Havnar Telvingarfelag 4 stig 2. Torkil Nielsen, Sandavágs Talvfelag 3 stig 3. Jógvan Næs, Havnar Telvingarfelag 3 stig.