Heim / FM einstaklingar / FM 2015 / FM 2. umfar

FM 2. umfar

Rógvi og Hans Kristian á odda

 

Tveir telvarar hava lagt seg einsamallar á odda í landsliðsbólkinum eftir fyrstu tvey umførini í FM-kappingini í talvi. Tað eru tveir fyrrverandi føroyameistarar, Rógvi Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag og Hans Kristian Simonsen úr felagnum Róki í Sundalagnum.

 

Sigrarnir eru ikki komnir av ongum, tí báðir hava telvað væl. Rógvi tykist væl upplagdur. Í dag var hann aftur ógvuliga neyvur og sannførandi. Hann ber orð fyri at vera álopstelvari burturav – sum pápin og yngri bróðririn – men hygg at talvinum í dag! Tað líktist næstan uppvísing í posisjónstelving. Hann næstan vant úr Ólavi Simonsen, sum spjálkaði til fánýtis. Hans Kristian  brúkti harðligari metodur, men vann eisini ógvuliga sannførandi – men eisini í so lættliga. Í morgin verður spennandi, tí tá bresta oddafiskarnir saman.

 

Hvøkkurin eftir tapið í fyrsta umfari í gjár sat kanska í føroyameistarnum Høgna Egilstoft Nielsen, tí hann var ógvuliga spakur í talvinum móti Martin Poulsen í dag. Martin ovtók seg heldur ikki; tað sýntist, sum vóru báðir nøgdir við remis. Og javnt endaði tað áðrenn komið var langt út í talvið. Kanska vildu teir síggja Føroyar og Rumenia spæla í sjónvarpinum?

 

Javnleikirnir, sum ikki vóru í gjár, komu so í dag í staðin. Eyðun Nolsøe og Finnbjørn Vang sættaðust eisini við javnt.  Lítið var á vási í teirra talvi, javnvágin var ongantíð í vága. Sama er at siga um dystin millum Herluf Hansen og Heiðrik Jacobsen.

 

Í almenna bólkinum er Eyðun Lamhauge úr Vestmanna Talvfelag einsamallur á odda við tveimum stigum. Í unglingabólkinum hava tríggir lagt seg á odda við fullum stigatali; Rógvi Mørkøre, Bjarki Bertholdsen og Elias Petersen.

 

Í triðja umfari í morgin verður telvað soleiðis í landsliðsbólkinum: Rógvi Egilstoft Nielsen – Hans Kristian Simonsen, Martin Poulsen – Herluf Hansen, Eyðun Nolsøe – Andrias Danielsen, Høgni Egilstoft Nielsen – Finnbjørn Vang og Ólavur Simonsen – Heiðrik Jacobsen. 

Sí eisini

FM 9. umfar

​Rógvi føroyameistari

 

Fyri seinasta umfar í dag stóð kappingin um FM-heitið millum Rógva Egilstoft Nielsen og Eyðun Nolsøe. Men tað bar ikki beinari á enn at báðir taptu í dag. Rógvi, sum var eitt hálvt stig undan Eyðuni, mátti dvína fyri ferfalda føroyameistaranum Martin Poulsen.