Heim / FM einstaklingar / FM 2015 / FM 3. umfar

 Rógvi vann toppdystin

 

So er Rógvi Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag einsamallur á odda í landsliðsbólkinum í FM-kappingini í talvi.

 

Hann vann í dag á Hans Kristian Simonsen úr Róki, sum eins og Rógvi hevði vunnið bæði talvini fyri dagsins umfar. Toppdysturin gjørdist eitt vónbrot, tí Hans Kristian fór so illa um støðuna hjá sær, at tap var í hendi innan tjúgu leikir vóru fluttir. Rógvi telvaði aftur væl og gjørdi straks bart, tá ið kollfirðingurin skeiklaði.

FM 3. umfar

Verri gongst yngra beiggjanum, Høgna. Føroyameistarin tapti aftur í dag og hevur bara eitt hálvt stig fyri fyrstu trý umførini. Møguleikarnir hjá honum at endurvinna meistaraheitið tykjast nú ógvuliga smáir. Tað var eingin annar enn sjálvur forsetin í Talvsambandinum, sum koppaði honum. Finnbjørn Vang er ikki mjúkur at strúka, tá ið hann sleppur at dusa sær í brúsandi gambittum, og tað var júst tað, sum hendi í dag. Høgni fór glaðbeintur út í eitt vágið proysiskt frábrigdi, sum Finnbjørn tóktist kunnigari í, og tá ið avhasaði, sást, at klaksvíkingurin hevði buktina og báðar endarnar.

 

Tað er ikki eindømi, at ungur føroyameistari hevur mótburð árið eftir, at hann hevur vunnið FM-sigurin. Sama hendi hjá toftamanninum Jens Chr. Hansen, sum í nógv ár var tann yngsti, sum hevði vunnið føroyameistaraheitið í talvi. Tá ið hann í 1980 skuldi verja fyrsta FM-sigurin frá 1979, bar einki til, og hann endaði næstaftastur av tíggju telvarum í landsliðsbólkinum. Men hann fótaði sær og varð føroyameistari í stórum stíli bæði í 1981 og 1982. Nú fara vit ikki longu at avskriva Høgna í hesari kappingini, og sama hvat endaliga úrslit hansara verður, stendur øllum greitt, at hann hevur evni sum fáur at telva.

 

Eyðun Nolsøe úr Klaksvíkar Talvfelag og Martin Poulsen úr Havnar Telvingarfelag eru í hølunum á Rógva Egilstoft Nielsen við 2½ stigum hvør. Báðir vunnu í dag, men noyddust kortini at stríðast fyri sigrunum. Eyðun hevði sítt baks av toftamanninum Andriasi Danielsen. Líkt var til, at Andrias hevði góðar álopsmøguleikar eitt skifti, men ein riddaraleikur upp á d6 var eitt mistak, sum Eyðun var knappur at revsa. Eftir tað var Eyðun tryggur.

 

Martin sat við liðfelagnum á 1. liði hjá HT, Herluf Hansen hinumegin borðið. Martin hevði initiativið, men takið var at umseta tað til ein ítøkiligan fyrimun. Martin sýndi hugflog, tá ið hann bjargaði støðuni undan remis við at lata ein býtismun (kvalitet) fyri sterkt bispapar. Tá glapp.

 

Ólavur Simonsen kom úr óndu ringrásini og tryggjaði sær fyrsta sigurin og fyrsta stigið í einum spennandi talvi móti Heiðriki Jacobsen. Ólavur telvaði við høgari sigarføring, sum hann er vanur, og stýrdi beinleiðis út í brotasjógvar frá byrjan, tá ið hann beyð Heiðriki upp til dans við tí villa Budapest-bragdinum afturvið. Teir tókust sum villir glímarar alt talvið á tamb, tað kundi farið báðar vegir, men endin var, at Ólavur lá omaná.

 

Støðan í FM-flokkinum eftir 3. umfar í dag:

 

1. Rógvi Egilstoft Nielsen 3  2-3. Eyðun Nolsøe og Martin Poulsen 2½  4. Hans Kristian Simonsen 2  5. Finnbjørn Vang 1½  6-7. Ólavur Simonsen og Andrias Danielsen 1  8-10. Høgni Egilstoft Nielsen, Herluf Hansen og Heiðrik Jacobsen ½.

 

 

Aftur toppdystur í morgin

 

Frá einum toppdysti í dag verður farið til annað spennandi talv í morgin, tí tá møtast Rógvi Egilstoft Nielsen og Eyðun Nolsøe.

 

Í 4. umfar í morgin: Eyðun Nolsøe – Rógvi Egilstoft Nielsen, Ólavur Simonsen – Martin Poulsen, Høgni Egilstoft Nielsen – Herluf Hansen, Hans Kristian Simonsen – Heiðrikur Jacobsen og Finnbjørn Vang – Andrias Danielsen.

 

Í almenna bólkinum eru tríggir fremstir í oddanum eftir 3. umfør, teir eru Eyðun Lamhauge úr Vestmanna Talvfelag, Gutti Petersen úr Sandavágs Talvfelag og Janus Skaale úr Klakvíkar Talvfelag. Allir hava 2½ stig.

 

Og í unglingabólkinum er Rógvi Mørkøre einsamallur á odda við fullum stigatali.

 

Sí eisini

FM 9. umfar

​Rógvi føroyameistari

 

Fyri seinasta umfar í dag stóð kappingin um FM-heitið millum Rógva Egilstoft Nielsen og Eyðun Nolsøe. Men tað bar ikki beinari á enn at báðir taptu í dag. Rógvi, sum var eitt hálvt stig undan Eyðuni, mátti dvína fyri ferfalda føroyameistaranum Martin Poulsen.