Tá ið Eyðun tíðliga í talvinum spælir finnu á c5, er longu greitt, at Rógvi hevur puntin d5 sum strategiskan snúningsdepil. Vit síggja nú búna posisjónstelving, leik fyri leik styrkir Rógvi sær støðuna, og tá ið hann í 25. leiki offrar rók fyri riddara, vísir hann bæði dirvi og djúpa støðufatan. Smátt um smátt verður Eyðun niðurspældur – næstan Petrosjanskt! Imponerandi flott!
Martin Poulsen misti eins og Eyðun eitt týðandi fet í kapprenningini við Rógva. Martin tapti fyri Ólavi Simonsen, sum nú tykist at vera komin á lagið eftir vánaligu byrjanina. Martin telvaði aftur norðurlendsku byrjanina við svørtum, eins og hann gjørdi móti Høgna, men eingin kraft tóktist vera í støðuni heldur hesaferð. Ólavur sá møguleikan at opna støðuna og taka initiativið. Martin var kollrendur í eini knappari vend, og brádliga var tap í hendi hjá honum.
Føroyameistarin Høgni Egilstoft Nielsen vann fyrsta talvið í hesari kappingini, men hann noyddist at kýta seg av øllum alvi at vinna á Herluf Hansen. Talvið var hitt longsta og drúgvasta í dag – helst longsta talvið í kappingini higartil. Leingi var óvist, um Høgni fór at vinna, men hann var tolin og treiskaðist væl og leingi, og til endans var sigurin tryggjaður.
Á hinum borðunum vunnu Finnbjørn Vang og Hans Kristian Simonsen á ávikavist Andriasi Danielsen og Heiðriki Jacobsen.
Støðan í landsliðsbólkinum eftir 4. umfar:
1. Rógvi Egilstoft Nielsen 4 stig 2. Hans Kristian Simonsen 3 3-5. Eyðun Nolsøe, Finnbjørn Vang og Martin Poulsen 2½ 6. Ólavur Simonsen 2 7. Høgni Egilstoft Nielsen 1½ 8. Andrias Danielsen 1 9-10. Herluf Hansen og Heiðrik Jacobsen ½.
Í almenna bólkinum er Eyðun Lamhauge úr Vestmanna Talvfelag á odda, og í unglingabólkinum
er Ragnar Weihe úr Sandavágs Talvfelag fremstur.
Í morgin er langur mikudagur, tí tá eru tvey umfør á skránni. Fimta umfar byrjar klokkan 10 fyrrapartin, og sætta umfar kl. 17.00.