Heim / FM einstaklingar / FM 2015 / FM 5-6. umfar

 Spenningur íafturkomin

 

Rógvi Egilstoft Nielsen er framvegis einsamallur á odda í FM-kappingini í talvi, men leiðslan er nú bara eitt hálvt stig.

 

Í dag varð dupultumfar á skránni. Byrjað varð fyrst klokkan tíggju í morgun, og klokkan fimm var farið undir tað einna av dagsins umførum. Av sonnum ein langur og stríggin talvdagur.

FM 5-6. umfar

Rógvi fekk hálvtannað stig í dag. Fyrra talvið endaði javnt. Byrjanin tóktist vera okkurt heimabryggj, men ov lítið bit var í upplegginum, so Finnbjørn Vang hevði ongar trupulleikar at standa ímóti við svarta fólkinum. Í seinna talvinum vann Rógvi lættliga á Andriasi Danielsen, sum ikki varnaðist, at ein finna hekk, eftir tað var tað ein avgreiðsluspurningur.

 

Hans Kristian Simonsen gjørdi bart og vann bæði talvini. Tað fyrra var móti Martin Poulsen. Martin royndi seg aftur við óvanligum byrjanarspæli, okkurt slag av Larsen-byrjan, men lítil dugur var í spælupplegginum. Hans Kristian fekk við svarta fólkinum lætt spæl og trumlaði Martin niður.  Í seinna talvinum vann Hans Kristian á Herlufi. Eftir leikrøðini fyri talvið, ið síggjast á heimasíðuni, ber ikki til at siga, hví Herluf skal hava lagt kongin.

 

Ólavur Simonsen er komin fyri seg og fekk  hálvtannað stig í dag. Í fyrra talvinum fílaði hann leingi við einum lítlum fyrimuni. Herluf átti helst av røttum at fingið talvið javnt, men eftir at hava vart seg so leingi, var tað helst farið at øra fyri honum, so at hann til endans var fangaður í einum mátneti. Í seinna talvinum móti Høgna Egilstoft Nielsen stóð fast allanvegin.

 

Eyðun fekk eisini hálvtannað stig í dag. Í fyrra umfarinum vann hann á Heiðriki. Heiðrikur var í so linur við hvíta fólkinum í einum sisilianara, Eyðun kom tí lættliga fyri seg og vann snildisliga eina finnu í miðspælinum. Við hesum fyrimuni býtti Eyðun upp til vunnið endatalv. Í seinna talvinum var Eyðun til endans í verjustøðu móti Martini, men helt remis.

 

Høgni vann fyrra talvið á Andriasi Danielsen. Toftamaðurin var ikki so framfýsin í sponsku byrjanini, støðan flatnaði tí skjótt, men í endatalvinum var Høgni kringari.  

 

Heiðrikur fekk fyrsta sigurin seinnapartin. Mótstøðumaðurin var Finnbjørn Vang. Báðir eru álopsfúsir og óortodoksir í stíli, og talvið gjørdist hareftir. Heiðrikur fekk takið á honum, og brádliga fekk hann skákað fleiri finnur frá honum. 

 

 

 

​Støðan er nú henda:

 

1. Rógvi Egilstoft Nielsen 5½ 2. Hans Kristian Simonsen 5 3. Eyðun Nolsøe 4  4-7. Ólavur Simonsen, Finnbjørn Vang, Martin Poulsen, Høgni Egilstoft Nielsen 3  8. Heiðrik Jacobsen 1½ 9. Andrias Danielsen 1 10. Herluf Hansen ½.

 

Trý umfør eru nú eftir í landsliðsbólkinum. Í morgin verður telvað soleiðis: Rógvi Egilstoft Nielsen – Høgni Egilstoft Nielsen, Heiðrikur Jacobsen – Andrias Danielsen, Martin Poulsen – Finnbjørn Vang, Herluf Hansen – Eyðun Nolsøe og Ólavur Simonsen – Hans Kristian Simonsen. Byrjað verður kl. 14.00.

 

Í almenna bólkinum eru Janus Skaale, Margar Berg og Eyðun Lamhauge javnir í oddanum, og í unglingabólkinum er Ragnar Weihe fremstur.

Sí eisini

FM 9. umfar

​Rógvi føroyameistari

 

Fyri seinasta umfar í dag stóð kappingin um FM-heitið millum Rógva Egilstoft Nielsen og Eyðun Nolsøe. Men tað bar ikki beinari á enn at báðir taptu í dag. Rógvi, sum var eitt hálvt stig undan Eyðuni, mátti dvína fyri ferfalda føroyameistaranum Martin Poulsen.