Heim / FM einstaklingar / FM 2015 / FM í talvi

Spenningur til tað síðsta

 

Leygardagin páskaaftan skulu seinastu leikirnir flytast í FM-kappingini í talvi. 

 

Tveir eru eftir í FM-stríðnum - Rógvi Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag og Eyðun Nolsøe úr Klaksvíkar Talvfelag. Annar verður føroyameistari á øðrum sinni. Suvereni meistarin í fjør, Høgni Egilstoft Nielsen, gjørdist ov stuttur í ár.

FM í talvi

Bæði Rógvi og Eyðun sita við svarta fólkinum í morgin móti fyrrverandi føroyameistarum. Rógvi setist yvirav Martin Poulsen og Eyðun hevur Hans Kristian Simonsen eftir. 

 

Støðan fyri seinasta umfar í landsliðsbólkinum: 1. Rógvi Egilstoft Nielsen, Sandavágs Talvfelag 6½. 2. Eyðun Nolsøe, Klaksvíkar Talvfelag, 6. 3-5. Høgni Egilstoft Nielsen, Sandavágs Talvfelag, Martin Poulsen, Havnar Telvingarfelag, Hans Kristian Simonsen, Rókur, 5. 6. Ólavur Simonsen, Klaksvíkar Talvfelag 4½ 7. Finnbjørn Vang, Klaksvíkar Talvfelag, 3½. 8. Andrias Danielsen, Tofta Talvfelag 2. 9. Heiðrikur Jacobsen, Havnar Telvingarfelag 1½. 10. Herluf Hansen, Havnar Telvingarfelag, 1.




8. umfar


Bæði Rógvi og Eyðun vunnu í áttanda umfari Langa fríggjadag. Rógvi gjørdi skjótt av við Heiðrik Jacobsen. Byrjanin var russisk, men Rógvi ger longu í fimta leiki óvanligan leik: Bd3. Hetta líkist einum ringum leiki, men kanska onkursvegna taktiskt tilætlað móti brúsa sum Heiðriki, ið brátt viltist í vandamikla minuøkinum.

 

Eyðun var hvítur í einum hollendingi móti Ólavi Simonsen. Ólavur hevur havt blíðan byr í seinastuni, og var tí ógvuliga álopsfúsur. Bispaoffrið í 20. leiki var kortini alt ov bjartskygt, tí longu eftir tann góða leikin 23. Fa4, var greitt, at Eyðun fór at vinna.  

 

Føroyameistarin Høgni er rættiliga komin fyri seg, og telvar nú sum ein sannur føroyameistari. Ímóti Hans Kristiani Simonsen var hann aftur eirindaleysur. Teir telvaðu franskt, men eitt mistak í trettanda leiki gevur Høgna møguleikan við einum bispaoffri at vinna finnu. Hans Kristian stríddist og spjálkaði, men Høgni var ógvuliga tryggur eftir at hann hevði vissað sær ítøkiliga, materiella fyrimunin.

 

Martin Poulsen vann annan dagin á rað, hesaferð á Andriasi Danielsen, men einki talv uttan ein óortodoksan leik (3.-, Fe7). Martini til rós skal sigast, at hann sýndi frálíkt hegni í endatalvinum og vann trygt, tó at fyrimunurin ikki sýntist at vera stórur.

 

Fimta talvið í dag – millum Finnbjørn Vang og Herluf Hansen – endaði javnt í friði og náðum. Hvørgin tóktist stríðshugaður. Orkan gongur helst undan, og nú ræður um at hvíla seg til seinasta umfar.

 

 

7. umfar

 

Skírisdag brustu brøður saman í toppdysti. 

 

Her eydnaðist meistaranum Høgna at koppa oddamanninum Rógva í spennandi talvi. Rógvi var hvítur í sponsku byrjanini, men fekk ongan fyrimun. Høgni tóktist ørkymla bróðirin við leikum, sum víkja eitt sindur frá vanligu teorivariantunum. Í 19. leiki kundi Rógvi spælt c4 og fest finnustøðuna á miðjuni, men ræðist kanska, at svørtu kongsfinnurnar sleppa á rull. Brádliga stendur Høgni væl og noyðir Rógva at verja seg. Og í 32. leiki brestur eitt litfagurt fýrverk. Báðir skjóta við skørpum, men skjótt sæst, at Høgni er omaná og fer at vinna. 

 

Her var eingin brøðrakærleiki, men virðiligt fair play – og nú var spenningurin í kappingini kyknaður av nýggjum. 

 

Við sigri á Herluf Hansen otaði Eyðun Nolsøe seg heilt fram í kjalarvørrin á Rógva. Eyðun hevði sítt baks av Herluf, og átti helst ikki at vunnið, men sleit mótstøðumannin upp í einum drúgvum og tíðarkrevjandi talvi. 

 

Martin Poulsen kom aftur á slóðina við knúsandi sigri á Finnbjørn Vang, sum tykist uppsteðgaður. Martin hevur tikið sær fyri at gera heilt óvanligar leikir – hesaferð flutti hann í fyrsta leiki hvíta finnu á d3! Ikki serliga ambitiøst við hvítum, men Martin fekk – við góðari hjálp frá einum óansnum mótstøðumanni – stóran fyrimun longu innan tjúgu leikir vóru fluttir.

 

Ólavur Simonsen og Hans Kristian Simonsen telvaðu eitt fínt og undirhaldandi talv í hollendskum. Hvørgin spardi krútið, men tá roykurin hevði lagt seg, stóð Ólavur við finnu meira. Honum eydnaðist við tí fyrimuninum at slíta kollfirðingin upp.

 

Í fimta talvinum eydnaðist Andriasi Danielsen at vinna á Heiðriki Jacobsen í stríðnum um 8. plássi.

 

 

Hinir bólkarnir

 

Í almenna bólkinum hevur Margar Berg úr Havnar Telvingarfelag nú lagt seg á odda við seks stigum. Honum næstur er Janus Skaale úr Klaksvíkar Talvfelag við 5½ stigi. Síðani eru fleiri javnir á triðja plássi við fimm stigum – Eyðun Lamhauge úr Vestmanna Talvfelag, Brandur Højgaard úr Tofta Talvfelag, Súni Jacobsen úr Havnar Telvingarfelag og Heðin Gregersen úr Sandavágs Talvfelag.

 

Í unglingabólkinum er Kaj Olsen úr Havnar Telvingarfelag einsamallur á odda fyri seinasta umfar. Hann hevur 6½ stig. Nummar tvey er Leif Reinert Fjallheim, eisini úr Havnar Telvingarfelag við seks stigum. Síðani eru Ragnar Weihe úr Sandavágs Talvfelag og Rógvi Mørkøre úr Róki javnir á triðja plássi við 5½ stigi.

 

Í veteranbólkinum eru Andrias Ziska úr Havnar Telvingarfelag og Torkil Nielsen úr Sandavágs Talvfelag á odda við 3½ stigum hvør. Jógvan Næs úr Havnar Telvingarfelag er nummar trý við 2½ stigi.

 

 

Endar páskaaftan

 

Í 8. og seinasta umfari leygardagin páskaaftan verður telvað soleiðis í landsliðsbólkinum: Martin Poulsen – Rógvi Egilstoft Nielsen, Hans Kristian Simonsen – Eyðun Nolsøe, Ólavur Simonsen – Finnbjørn Vang, Heiðrikur Jacobsen – Høgni Egilstoft Nielsen og Herluf Hansen – Andrias Danielsen.

 

Byrjað verður klokkan 11 fyrrapartin, og kappingin fer fram í skúlanum við Løgmannabreyt í Hoyvík.

 

Til ber at fylgja við beinleiðis á heimasíðu Talvsambandsins – http://www.faroechess.com 

Sí eisini

FM 9. umfar

​Rógvi føroyameistari

 

Fyri seinasta umfar í dag stóð kappingin um FM-heitið millum Rógva Egilstoft Nielsen og Eyðun Nolsøe. Men tað bar ikki beinari á enn at báðir taptu í dag. Rógvi, sum var eitt hálvt stig undan Eyðuni, mátti dvína fyri ferfalda føroyameistaranum Martin Poulsen.