Íslendingar høvdu í miðal væl hægri styrkitøl enn føroyingar, tó at eingir telvarar úr Reykjavík vóru við.
Føroyar vunnu fyrra umfarið 6½-3½, annað umfarið endaði javnt 5-5. Telvað var á tíggju borðum yvir tveir dagar.
Bestur á føroyska liðnum var Olaf Berg á øðrum borði. Sum tann einasti vann hann báðar dagarnar.
Á føroyska liðnum vóru hesir: 1. John Rødgård 2. Olaf Berg 3. Eyðun Nolsøe 4. Sjúrður Thorsteinsson 5. Rani Nolsøe
6. Herluf Hansen 7. John Jacobsen 8. Luitjen Apol 9. Hjalti Petersen 10. Gutti Petersen.
Føroyar hava vunnið seinastu fýra dystirnar móti íslendska provinslandsliðnum. Fasta samvinnan við Ísland um talvlandsdystir byrjaði fyri 40 árum síðani.
Íslendsk frágreiðing v/ myndum: http://skak.blog.is/blog/skak/entry/1931803/