Heim / Uncategorized

Uncategorized

FM-snar flutt til 27.desembur

FM í snartelving verður 27. desembur kl. 14. Nærri verður lýst seinni. 

 

Við talvkvøðu,

Talvsamband Føroya og Havnar Telvingarfelag

Íslandsdysturin

Íslendingar høvdu í miðal væl hægri styrkitøl enn føroyingar, tó at eingir telvarar úr Reykjavík vóru við.

Føroyar vunnu fyrra umfarið 6½-3½, annað umfarið endaði javnt 5-5. Telvað var á tíggju borðum yvir tveir dagar.

Bestur á føroyska liðnum var Olaf Berg á øðrum borði. Sum tann einasti vann hann báðar dagarnar.

Á føroyska liðnum vóru hesir: 1. John Rødgård 2. Olaf Berg 3. Eyðun Nolsøe 4. Sjúrður Thorsteinsson 5. Rani Nolsøe

6. Herluf Hansen 7. John Jacobsen 8. Luitjen Apol 9. Hjalti Petersen 10. Gutti Petersen.

 

Føroyar hava vunnið seinastu fýra dystirnar móti íslendska provinslandsliðnum. Fasta samvinnan við Ísland um talvlandsdystir byrjaði fyri 40 árum síðani. 

 

Íslendsk frágreiðing v/ myndum: http://skak.blog.is/blog/skak/entry/1931803/

Íslandsdysturin

Føroyar vunnu um vikuskiftið talvlandsdystin móti Íslandi í Akureyri. Úrslitið var 11½ – 8½ til Føroyar.

Íslendingar høvdu í miðal væl hægri styrkitøl enn føroyingar, tó at eingir telvarar úr Reykjavík vóru við.

Føroyar vunnu fyrra umfarið 6½-3½, annað umfarið endaði javnt 5-5. Telvað var á tíggju borðum yvir tveir dagar.

Bestur á føroyska liðnum var Olaf Berg á øðrum borði. Sum tann einasti vann hann báðar dagarnar.

Á føroyska liðnum vóru hesir: 1. John Rødgård 2. Olaf Berg 3. Eyðun Nolsøe 4. Sjúrður Thorsteinsson 5. Rani Nolsøe

6. Herluf Hansen 7. John Jacobsen 8. Luitjen Apol 9. Hjalti Petersen 10. Gutti Petersen.

 

Føroyar hava vunnið seinastu fýra dystirnar móti íslendska provinslandsliðnum. Fasta samvinnan við Ísland um talvlandsdystir byrjaði fyri 40 árum síðani. 

 

Íslendsk frágreiðing v/ myndum: http://skak.blog.is/blog/skak/entry/1931803/

Rókur-open

Millum luttakararnra vóru Olaf Berg og brøðurnir Høgni og Rógvi Egilstoft Nielsen, so kappingin var ikki nøkur "walk over".  
Hesir komu eisini at mynda oddin í kappingini. Olaf vann á báðum brøðrunum og tískil sannførandi Rókur Openvið 5/5,
meðan Høgni gjørdist nr 2 og Rógvi nr. 3.

Ratingvirðislønirnar vunnu: 1500-1900 Heiðrikkur T. Jacobsen HT, 1000-1500 Elmar Reinert Fjallheim HT og < 1000 Jón í Horni Nielsen ST (7 ára gml.)

Borgarstjórin í Sunda Kommunu Heðin Zachariassen, handaði virðislønir og steyp í Miðhøllini í Felagsskúlanum sunnukvøldið.

 

Úrslit og endaliga støða, trýst á her ella kopiera leinkjuna niðanfyri.

http://chess-results.com/tnr89614.aspx?lan=1

 

GP1


 

Standings

 Place Name                  Feder Rtg Loc  Score M-Buch. Buch. Progr.    1   Poulsen, Martin                 2209 7.5      37.0  47.5   40.0   2   Nielsen, Høgni E                2055 7        35.0  44.5   36.0   3   Nolsøe, Eyðun                   2161 6.5      36.0  45.5   30.0  4-5  Samuelsen, Carl Eli N           2171 6        39.0  48.5   32.0       Vang, Finnbjørn                 2006 6        36.0  45.5   30.0  6-7  Nielsen, Rógvi E                2191 5.5      34.0  43.5   27.0       Baldursson, Rani                1869 5.5      31.0  40.0   26.5  8-9  Heiðrikur, Jacobsen T           1817 5        31.0  40.0   21.0       Sólsker, Tummas M               1853 5        25.5  33.0   23.0 10-11 Jógvansson, Hjalti T            1932 4        35.0  44.0   21.5       Berg, Margar                    1743 4        27.5  36.5   17.0  12   Højgaard, Brandur               1513 3        33.5  42.0   17.0 13-14 Fjallheim, Elmar R              1383 2.5      30.5  38.5   14.0       Skaale, Janus                   1220 2.5      29.0  37.5   14.0  15   Larsen, Finn                    1256 2        25.0  32.5   11.0 

 

Cross Table

 No Name                  Feder Rtg  1    2    3    4    5    6    7    8    9    1  Poulsen, Martin                  7:W  5:W  4:W  2:W  3:D  6:D 11:W  8:W 10:D 2  Nielsen, Høgni E                12:W  6:W  3:W  1:L  7:W  4:W  5:L 10:W 14:W 3  Nolsøe, Eyðun                   11:W 10:D  2:L  8:W  1:D  7:W  4:D  5:W 13:W 4  Samuelsen, Carl Eli N            8:W 14:W  1:L  9:W  5:W  2:L  3:D  6:W  7:D 5  Vang, Finnbjørn                 13:W  1:L  8:W  6:W  4:L  9:W  2:W  3:L 12:W 6  Nielsen, Rógvi E                 9:W  2:L 10:W  5:L 12:W  1:D 14:W  4:L  0:W 7  Baldursson, Rani                 1:L 11:W 15:W 10:W  2:L  3:L 13:W 12:W  4:D 8  Heiðrikur, Jacobsen T            4:L 13:W  5:L  3:L  0:W 10:W 12:W  1:L 15:W 9  Sólsker, Tummas M                6:L 12:W 14:W  4:L 13:W  5:L 15:L  0:W 11:W 10 Jógvansson, Hjalti T            15:W  3:D  6:L  7:L 14:W  8:L  0:W  2:L  1:D 11 Berg, Margar                     3:L  7:L 12:L  0:W 15:W 14:W  1:L 13:W  9:L 12 Højgaard, Brandur                2:L  9:L 11:W 15:W  6:L  0:W  8:L  7:L  5:L 13 Fjallheim, Elmar R               5:L  8:L  0:W 14:D  9:L 15:W  7:L 11:L  3:L 14 Skaale, Janus                    0:W  4:L  9:L 13:D 10:L 11:L  6:L 15:W  2:L 15 Larsen, Finn                    10:L  0:W  7:L 12:L 11:L 13:L  9:W 14:L  8:L 
by Swiss Perfect (TM)  www.swissperfect.com

Ársaðalfundur TSF, 15. oktober 2010

 

Fundurin er útsettur frá 8. til 15. oktober.

 

Uppskot til viðgerðar á aðalfundinum skulu vera skrivlig og skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi 14 dagar áðrenn aðalfundin, t.v.s. tann 24. september 2010.

 

Uppskot skulu verða liðugt orðað – sett fram av talvfeløgum ella nevnd TSF – og greið at seta til atkvøðugreiðslu.

 

Skrá sambært lógunum:

 

  1. Formaðurin greiðir frá virki felagsins í farna ári
  2. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar
  3. Nevndarval
  4. Val av 2 grannskoðarum
  5. Val av 2 dómsnevndarlimum
  6. Innkomin uppskot
  7. Limagjald
  8. Ymiskt 

 

Í nevndini sita:

 

Jógvan Joensen, form. (tekur ikki við afturvali)

Finnbjørn Vang

Jákup á Rógvu Andreasen

Klæmint Hansen

Dávur Jacobsen (tekur við vali)

 

Nevndin hevur uppskot til lógarbroyting í lógum felagsins:

 

Uppskotið verður sett fram av skattatekniskum orsøkum, til tess at varðveita skattafrælsi. Í skattalóggávuni verður í hesum sambandi kravt, at tað í viðtøkunum verður ásett, hvussu farið verður fram, um felagsskapurin verður avtikin. Ásetingin skal veita trygd fyri, at ognirnar fara til “alment góðgerin ella kirkjulig, manngóð, listalig, vísindalig ella tílík endamál.”

 

TAKS er av teirri fatan, at galdandi áseting lýkur ikki lógarkravið.

 

Núverandi grein er orðað soleiðis:

 

Ҥ11

  1. Felagið kann verða avtikið, tá ið minsta lagi ¾ av limunum ynskja tað
  2. Skuldi felagið verið avtikið, verða allar ognir tess latnar føroyskum peningastovni í varðveitslu at handa nýggjum føroyskum talvsambandi, um og tá slíkt verður stovnað.” 

Nevndin skjýtur upp at §11 verður orðað soleiðis:

 

Ҥ11

  1. Felagið kann verða avtikið, tá ið minsta lagi ¾ av limunum ynskja tað
  2. Skuldi felagið verið avtikið, verða allar ognir tess latnar til alment góðgerin ella kirkjulig, manngóð, listalig, vísindalig ella tílík endamál.”

 

Nevndin mælir aðalfundinum til at samtykkja uppskotið.

 

Møtið fjølment !

 

NEVNDIN

Anatoly Karpov á vitjan

 

 Á vitjan síni verður leiðin m.a. løgd framvið Heini Olsen Memorial, undan 6. umfarinum, sum byrjar leygarmorgunin kl. 10.00 í Ósáskúlanum. Klaksvíkar kommuna er saman við Talvsambandinum vertur fyri vitjanini leygardagin. Karpov fer av landinum aftur sunnumorgunin.

 

 Karpov gørdist heimsmeistari í talvi í 1975, 23 ára gamal, eftir at Bobby Fischer valdi ikki at verja HM-heitið hann vann í søguligu orrustuni á Spassky í Reykjavík í 1972.  Karpov helt fast um HM-heitið næstu 10 árini, tá hann í 1985 mátti lúta fyri Garry Kasparov, sum var heimsmeistari fram til 2000. Men í sama tíðarskeiði var Karpov FIDE-heimsmeistari í árunum 1993-1999. 

 

 Meðan Karpov og Kasparov at kalla vóru arvafíggindar á talvtoppinum í mongum søguligum HM-orrustum, eru teir í dag saman um átakið at Karpov verður valdur nýggjur FIDE-forresti á komandi aðalfundinum í september. 

Við vitjan Karpovs og vitjan Kasparovs fyri nøkrum árum síðani, hava tveir teir mest markantu profilarnir – og heimsmeistararnir – innan telvingina í nýggjari tíð, lagt leiðina til Føroyar.

Terji Petersen greitt á odda í FM á Giljanesi

 

Lagt er upp til sera spennandi seinnu hálvu í kappingini, tí ein riðil av telvarum liggja framvið, klárir at taka av møguleikanum, skuldi hann uppstaðið, nú Terji seinastu 4 umførini telvar ímóti Torkil Nielsen, Olaf Berg, Rógva E. Nielsen og Hans Kristiani Simonsen. Truplar uppgávur, men als ikki ómøguligar við tí sjálvsáliti, sum verður lagt fyri dagin í løtuni.

Telvað verður kl. 14.00 komandi dagarnir í fimleikahøllini á Giljanesi, meðan seinasta umfarið byrjar leygardagin kl. 11.00. 

Sí úrslit, støður og talvini: HER

FM í talvi 2010 fyri einstaklingar er í útgangsstøðinum nakað heilt serligt. Ikki er tað hent áður, at heili tríggir tannáringar fáa møguleikan, at bjóða seg fram í Landsliðsbólkinum – bólkinum, har tað eftir 9 umfør verður staðfest, hvør er Føroya besti telvari. Skipanin er soleiðis, at 10 teir tilmeldaðu, við hægstu styrkitølunum kappast um heitið. 

Yngsti luttakarin, 12 ára gamli, Høgni Egilstoft Nielsen, úr Sandavági, er eftir 5 umfør, sensationelt, á deildum 2. plássi í Landsliðsbólkinum. Fullkomiliga óhoyrt í føroyskum talvhøpi. Evnaríki unglingin, sum fyrr í ár vann NM-bronsu, otar seg við miklari ferð á styrkilistanum.  Eitt satt bragd var tað tá Høgni í 3. umfari, mánadagin, vann á favorittinum og hægst styrkimetta, Olafi Berg. Stílurin er álopstelving, har støðugt verður leitað eftir álopsmøguleikum.

 

Høgni er í menning og óansæð hvussu leikur fer seinastu umførini, hevur FM-2010 verið ein megnarsucces.

Høgni er væl yngsti luttakarin í landsliðsbólkinum yvirhøvur í føroysku talvsøguni. Og verður kagað í hagtølini, er unglingin uml. 100-200 ratingstig hægri enn eitt nú Olaf Berg og Helgi D. Ziska vóru í sama aldri.

Javnaldarnir, Rógvi E. Nielsen og Hjalti T. Jógvansson – 17 ára gamlir – luttaka somuleiðis í FM-orrustuni. Rógvi hevur 2 stig higartil, meðan Hjalti loksins kom á stigatalvuna í 5. umfari við javnleiki ímóti Terja Petersen, eftir eitt marathon-talv uppá 5 tímar og uml. 80 leikir.

FM-Kappingin fyri unglingar er ein orrustu ímillum ein riðil av ungum talentum úr talvfeløgunum kring landið. Unglingar, sum eru ávegis at gera lopið upp í hægri deildirnar.

Higartil hevur – einasti kvinnuligi telvarin í kappingini – Sára Traber Olsen, úr Tórshavn, av álvara sett dagsskránna og er eftir 5 umfør á odda við 4½ stigi. Hóast dygga mótstøðu, hevur Sára ikki snávað – 4 sigrar og ein javnleikur. Spennandi og avgerðandi umførini verða ivaleyst mikudagin og hósdagin, tá seinastu snávingarsteinarnir skulu knógvast, um røkkast skal á mál.

 

 

 

 

 

Toftamenn liggja frægast fyri í 1. bólki – bólkurin beint niðanfyri Landsliðsbólkin – og í almennu opnu kappingini. Andreas Andreasen, av Toftum, er á odda í 1. bólki, ájavnur Jónfinn Thomsen, úr Sandavági, meðan Margar Berg og Jón Gregersen eru á ávikavíst 3. og 4. plássi, hálvt stig aftari.  

Rógvi Olsen, av Toftum, er á odda í almenna bólkinum við 4 stigum, meðan Brandur Højgaard og Jákup á Túvuvølli eru á deildum 2. plássi, báðir við 3½ stigi.