Heim / FM lið / Liðkappingin 2009/10 / FM-lið: Unglingar – endaumfarið fríggjadagin !
sjrur olsen

FM-lið: Unglingar – endaumfarið fríggjadagin !

Endaumfarið er – á fyrsta sinni – lagt dagin fyri endaumfarið hjá vaksnu deildunum, til tess at geva unglingum høvið eisini at telva í hinum deildunum í seinasta umfarinum. Unglingar hava undanfarin umfør telvað í miðvikuni og í vikuskiftunum í hinum deildunum.

Dystirnir verða hesir:

Rókur – Havnin B

Vestmanna – Havnin A

Klaksvík – Sandavágur

sí leinkjuna á forsíðuni: Úrslit og støður.

Lagt er upp til sera spennandi FM-orrustu, har Sandavágur er ½ stig frammanfyri Havnina A, og 1½ stig frammanfyri Vestmanna, og hava tískil øll møguleika at vinna deildina.

Sandavágur kann eisini enda javnt við annað av hinum báðum liðunum, og um liðini enda jøvn í stigum og dystarstigum, verður umdysturin telvaður beint eftir at talvini eru liðug. Lutakast verður um farvurnar, og tíðirnar verða 10 min í part til alt talvið. Tvey talv verða telvaði, har farvurnar verða býttar um í seinna talvinum. Um tað framvegis stendur á jøvnum, verður telvað snartalv, har aftur verður kastað lut um farvurnar. Telvað verður, inntil annað liðið vinnur, og harvið vinnur FM.

Sí eisini

Sandavágur enn eina ferð FM-GULL

 

 

Seinasta umfar í unglingadeildini varð telvað mikukvøldið.

Oddaliðið úr Sandavági og Havnin á øðrum plássi møttust í síðsta umfari, meðan Klaksvíkin áðrenn dystin móti HT2, hevði tryggjað sær bronsuna.