Heim / FM lið / Liðkappingin 2009/10

Liðkappingin 2009/10

Sandavágur enn eina ferð FM-GULL

Kappingin hevur frá byrjan av staðið millum ST og HT, men í avgerandi talvdystinum settu unglingarnir hjá Sandavági havnadreingirnar skák og mát.

Unglingarnir úr Sandavági vunnu 3-1 á Havnini, og gjørdust teir harvið tryggir FM-vinnarar við 20 stigum, Havnin kom uppá 16½ stig og Klaksvíkar Talvfelag fekk 10 stig.

Steypahandanin verður 12. mars tá øll talvkappingin er liðug. Spenningurin nú er, um ST eisini megnar at vinna 1. deild !?

Teir ið telvaðu fyri Sandavági mikukvøldið vóru: Rógvi Egilstoft Nielsen, Høgni Egilstoft Nielsen, Silas Eyðsteinson og Janus Egilstoft Nielsen. Magni Weihe og Ragnar Weihe hava eisini telvað í unglingadeildini í vetur. 

Hjartaliga til lukku til unglingarnar og Sandavágs Talvfelag.

kelda: http://www.joanisnielsen.fo/ 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Klaksvík FM-GULL ! Søguligur – eirindaleysur sigur !

FM-gull til Klaksvík ! Fløvandi nýbrot ! Við stuðli frá Norðoya Sparikassa, møttu norðingar upp sum ein maður – íklæddir samleika. Ikki eri tað áður sætt í Føroyskari telving. Frálíkt ! 

Kom nú við steypinum, ……….. !

Onkur vil kanska halda, at tað var nú spell, at spenningurin – rokanin – líkasum hvarv. 

Hinvegin mega vit við undran og stórari virðing viðurkenna, at tá nú broyting skuldi koma í, so var tað gjørt við slíkum hegni, eldhuga og sjálvsáliti, at tað veruliga inspireraði.

Eyðun Nolsøe setti seinasta seymin, sum staðfesti, at nú skuldi steypið norðurum !

Talan gjørdist um eina sanna makt-demostratión av Klaksvíkar Talvfelag, tá teir møttu verandi føroyameistarunum úr Havnar Telvingarfelag. Ein sigur uppá 3½-½, staðfesti FM-gullið sera trygt. Ein sigur á Havnini, sum sjálvdan man vera sæddur áður í talvsøguni. 

Eftir at holla álitið á liðnum, Ólavur Simonsen, hevði forfall, heittu klaksvíkingar á altjóða meistaran, IM Silas Esben Lund, sum hevur verið knýttur at Klaksvíkar Talvfelag í fleiri ár, um at byrgja upp fyri missinum. Tá FM Heini Olsen samstundis var tøkur til FM-orrustu, fingu havnamenn av álvara – á pappírinum – ein skarpan gang. Treyðugt so, við Havnini telvdu ivaleyst teir mest markantu profilarnir í telvingini seinnu árini. IM Helgi Dam Ziska, Martin Poulsen, Hans Kristian Simonsen, Hjalti Toftum Jógvanasson. Eitt lið sum, tá teir raka dagin, vera drúgvir at steðga.

Sjálvsálið – viljin at vinna – var hjá Klaksvíkingum. Eftir – óvæntaðan – stuttan javnleik ímillum Helga og Silas á 1. borði, rapaði fullkomiliga hjá Havnarmonnum. Ein eftir ein taptu teir.

IM Silas Esben Lund – IM Helgi Dam Ziska ½-½

FM Heini Olsen – Martin Poulsen 1-0

Eyðun Nolsøe – Hans Kristian Simonsen 1-0

Finnbjørn Vang – Hjalti Toftum Jógvansson 1-0

  

Vestmenningar vóru í somu støðu sum Havnin – eittans stigið aftari Klaksvíkini undan umfarinum í dag. Og teir gjørdu sína skyldu við tryggum sigri uppá 3-1 á Sandavági. Undir vanligum umstøðum varð man framvegis inni í FM-hitanum.

Men ikki í dag.

Vestmenningar júst ov stuttir – 2. pláss !

Vónbrotnir, stinnir, telvarar úr Havnar Telvingarfelag !

 

Sandavágur otar seg alsamt uppá hægri tindar í Føroyskari telving. Vóru í FM-finaluni í 2009 og vunnu søguligt silvur. Og aftur í ár vóru teir væl við, hóast júst uttan fyri plaseringarnar. Men menningin heldur fram, tí í komandi kappingarári eru 2 lið í bestu deildini, eftir sera tryggan sigur í 2. deild og harvið upprykking. Konseptið – sum virkar sera væl – er, at ungar kreftir støðugt sleppa framat. Ein íløga, hvørs avkast, uttan iva verður sera eyðsýnd um nøkur ár.

Tvey Havnafeløg vóru við í stríðnum um uppflytingina, men gjørdust ov stutt og blivu ávikavíst nr. 2 og 3 í aðru deild.

Uppdriftin í telvingini har vesturi varð somuleiðis staðfest fríggjakvøldið, tá unglingarnir úr Sandavági vunnu FM-gull og harvið førkaðu Klaksvíkar Talvfelag av FM-trónuni seinastu 3 árini.

Telvingin í Vestmanna hevur, søguliga sæð, altíð verið í hæddini og gjørt vart við seg. Sera trygga 2. plássið í bestu deildini, varð stuðlað av eirindaleysum FM-sigri í 3. deild og bronsu hjá unglingum.

Hugaligt er tað, at Skopuningar framvegis halda seg framat og vunnu silvur í 3. deild.

Gøtu Talvfelag, hálaði bronsuna heim í kapping við serliga Rók og Vestmanna. 

Havnin vann silvur í Unglingdeildini

 

 

Fleiri myndir ávegis…..verður uppdaterað leypandi.

 

FM-lið: Sandavágur FM-GULL í unglingum !

Stórsigurin innibar, at hvørki Havnin ella Vestmanna – sum eisini lógu framvið – høvdu møguleika, at spenna fót fyri einastandandi góða talvárinum hjá unglingunum úr Sandavági.

Brøðurnir, Rógvi og Høgni Egilstoft Nielsen og Silas Eyðsteinsson vunnu síni talv, meðan Janus Egilstoft Nielsen tók javnleikin, nú komið var á mál.

Manningin í dag var tann omanfyrinevnda, men lut í FM-sigrinum hava somuleiðis Hørður Johansen, brøðurnir Magni og Ragnar Weihe, sum hava telvað Sandavág til FM-heitið.

FM-vinnararnir verða heiðraðir í Pálsstovu leygardagin, tá stóra FM-brakið fer av bakkastokki kl. 13.00, har eitt satt drama verður sjósett, nú Klaksvík, Vestmanna og Havnin, í bestu deildini, stavn um stavn, telvað um FM-heitið !

HJARTALIGA TILLUKKU !

Jógvan Joensen, forseti

Talvsamband Føroya

(mynd: Joanis Nielsen)

  

 

1. deild ELO rating

2. deild ELO rating

FM-lið: Unglingar – endaumfarið fríggjadagin !

Endaumfarið er – á fyrsta sinni – lagt dagin fyri endaumfarið hjá vaksnu deildunum, til tess at geva unglingum høvið eisini at telva í hinum deildunum í seinasta umfarinum. Unglingar hava undanfarin umfør telvað í miðvikuni og í vikuskiftunum í hinum deildunum.

Dystirnir verða hesir:

Rókur – Havnin B

Vestmanna – Havnin A

Klaksvík – Sandavágur

sí leinkjuna á forsíðuni: Úrslit og støður.

Lagt er upp til sera spennandi FM-orrustu, har Sandavágur er ½ stig frammanfyri Havnina A, og 1½ stig frammanfyri Vestmanna, og hava tískil øll møguleika at vinna deildina.

Sandavágur kann eisini enda javnt við annað av hinum báðum liðunum, og um liðini enda jøvn í stigum og dystarstigum, verður umdysturin telvaður beint eftir at talvini eru liðug. Lutakast verður um farvurnar, og tíðirnar verða 10 min í part til alt talvið. Tvey talv verða telvaði, har farvurnar verða býttar um í seinna talvinum. Um tað framvegis stendur á jøvnum, verður telvað snartalv, har aftur verður kastað lut um farvurnar. Telvað verður, inntil annað liðið vinnur, og harvið vinnur FM.

Seinasta umfarið í liðkappingini

 

 

 

1. deild
Klaksvík 1, ið er 1 stig frammanfyri Vestmanna 1 og Havnina 1, hava øll møguleika fyri at vinna deildina. Klaksvík 1 telvar móti Havnini 1, meðan Vestmanna 1 telvar móti Sandavági 1.
Um tvey lið enda jøvn, bæði í stigatali og dystarstigum, verður umdystur telvaður beint eftir at øll talvini eru liðug. Lutakast verður um farvurnar, og
tíðirnar verða 10 min í part til alt talvið. Tvey talv verða telvaði, har farvurnar verða býttar um í seinna talvinum. Stendur framvegis á jøvnum eftir
hetta, verður aftur lutakast um farvurnar, og snartalv-dystur telvaður, har farvurnar skifta eftir hvørt talvið, inntil annað liðið vinnur, og harvið vinnur FM.
Um øll 3 liðini enda jøvn, telva liðini 1 dyst móti hvørjum øðrum, har hvør telvari hevur 10 min. til hvørt talvið. Lið 1 hevur hvítt móti Lið 2, Lið 1 hevur svart móti Lið 3 og Lið 2 hevur hvítt móti Lið 3. Lutakast verður um hvørji lið eru ávíkavist Lið 1, Lið 2 og Lið 3. Eru øll liðini framvegis jøvn, verða snartalv-dystir telvaðir eftir somu áðurnevndu mannagongd, inntil tað eina liðið hevur vunnið. Um tvey lið verða jøvn, frammanfyri tað triða liðið (antin eftir 10 min. talvini ella snartalvini), telva hesi bæði liðini snartalv-umdyst, inntil annað liðið vinnur, og harvið vinnur FM.
Um tvey lið enda jøvn á 2. og 3. plássi, verður raðfylgjan avgjørd útfrá innanhýsis úrslitum, og síðani hvør hevur klárað seg best á 1. borði, o.s.fr.
2. deild
Sandavágur 2 er á odda, 2 stig frammanfyri Havnina 3 og Havnina 2. Um fleiri lið enda jøvn, verða dystarstigini avgerandi.
3. deild
Vestmanna 3, ið hevur fríumfar hetta umfarið, hevur trygt vunnið deildina, og ligggur 8 stig á odda, frammanfyri Skopun, ið liggur á einum tryggum 2. plássi.
Unglingadeildin
Sandavágur er ½ stig frammanfyri Havnina A, og 1½ stig frammanfyri Vestmanna, og hava tískil øll møguleika at vinna deildina. Sandavágur kann eisini enda javnt við annað av hinum báðum liðunum, og um liðini enda jøvn í stigum og dystarstigum, verður umdysturin telvaður beint eftir at talvini eru liðug. Lutakast verður um farvurnar, og tíðirnar verða 10 min í part til alt talvið. Tvey talv verða telvaði, har farvurnar verða býttar um í seinna talvinum. Um tað framvegis stendur á jøvnum, verður telvað snartalv, har aftur verður kastað lut um farvurnar. Telvað verður, inntil annað liðið vinnur, og harvið vinnur FM.

1. deild

Klaksvík 1, ið er 1 stig frammanfyri Vestmanna 1 og Havnina 1, hava øll møguleika fyri at vinna deildina. Klaksvík 1 telvar móti Havnini 1, meðan Vestmanna 1 telvar móti Sandavági 1. 

Um tvey lið enda jøvn, bæði í stigatali og dystarstigum, verður umdystur telvaður beint eftir at øll talvini eru liðug. Lutakast verður um farvurnar, og tíðirnar verða 10 min í part til alt talvið. Tvey talv verða telvaði, har farvurnar verða býttar um í seinna talvinum. Stendur framvegis á jøvnum eftir hetta, verður aftur lutakast um farvurnar, og snartalv-dystir telvaðir, har farvurnar skifta eftir hvørt talvið. Telvað verður inntil annað liðið vinnur, og harvið vinnur FM.

Um øll 3 liðini enda jøvn, telva liðini 1 dyst móti hvørjum øðrum, har hvør telvari hevur 10 min. til hvørt talvið. Lið 1 hevur hvítt móti Lið 2, Lið 1 hevur svart móti Lið 3 og Lið 2 hevur hvítt móti Lið 3. Lutakast verður um hvørji lið eru ávíkavist Lið 1, Lið 2 og Lið 3. Eru øll liðini framvegis jøvn, verða 1 snartalv-dystur telvaður móti hvørjum liði, eftir somu áðurnevndu mannagongd, inntil tað eina liðið hevur vunnið. Um tvey lið verða jøvn, frammanfyri tað triða liðið (antin eftir 10 min. talvini ella eftir snartalvini), telva hesi bæði liðini snartalv-umdyst, inntil annað liðið vinnur, og harvið vinnur FM.

Um tvey lið enda jøvn á 2. og 3. plássi, verður raðfylgjan avgjørd útfrá dystarstigum, innanhýsis úrslitum, og síðani hvør hevur klárað seg best á 1. borði, o.s.fr.

 

2. deild

Sandavágur 2 er á odda, 2 stig frammanfyri Havnina 3 og Havnina 2. Um fleiri lið enda jøvn, verða dystarstigini avgerandi.

 

3. deild

Vestmanna 3, ið hevur fríumfar hetta umfarið, hevur trygt vunnið deildina, og ligggur 8 stig á odda, frammanfyri Skopun, ið liggur á einum tryggum 2. plássi.

 

Unglingadeildin

Sandavágur er ½ stig frammanfyri Havnina A, og 1½ stig frammanfyri Vestmanna, og hava tískil øll møguleika at vinna deildina. Sandavágur kann eisini enda javnt við annað av hinum báðum liðunum, og um liðini enda jøvn í stigum og dystarstigum, verður umdysturin telvaður beint eftir at talvini eru liðug. Lutakast verður um farvurnar, og tíðirnar verða 10 min í part til alt talvið. Tvey talv verða telvaði, har farvurnar verða býttar um í seinna talvinum. Um tað framvegis stendur á jøvnum, verður telvað snartalv, har aftur verður kastað lut um farvurnar. Telvað verður, inntil annað liðið vinnur, og harvið vinnur FM.

 

Telvari í 3. deild ikki á styrkilistanum

Liðkappingin

 

Telvarin hevur telvað við Toftir 2 í 8., 9. og 10. umfari.

Misskiljingar frá Toftir 2 høvdu við sær, at telvarin ikki varð fráboðaður til kappingarleiðaran, og tískil ikki settur á styrkilistan hjá felagnum. 

Kappingarleiðarin hevur avgjørt, at telvarin skal roknast at vera á styrkilistanum eftir 8. umfar hjá 3. deild, og er sostatt lógligur eftir hetta.

Niðurstøðan er sostatt, at viðkomandi telvari tapir talv sítt í 8. umfari.

Seinasta umfar í liðkappingini

lidkappingVart skal gerast við, at í seinasta umfarinum í liðkappingini er ikki loyvt  telvarum at flyta niður í lægri lið/deild. 

Dømi: ein telvari, sum hevur telvað við 1. deild í 9. umfari, kann í 10. umfari ikki telva við lægri liði í 1. deild, ella nøkrum øðrum liði í eini lægri deild.

Hesin regul er galdandi fyri allar deildir.

Í unglingadeildini gerst hesin regul galdandi við, at telvarar ikki kunnu flyta frá einum liði í unglingadeildini, niður í lægri lið í unglingadeildini – tó kunnu teir hava telvað við einum liði í vaksnamannadeildinum í umfarinum frammanundan.

9. umfar 3. deild

lidkapping

 

Dysturin millum Vestmanna 3 og Havnin 6 verður telvaður seinni í vikuni.

Dagføring: Dysturin varð telvaður hóskvøldið  og endaði 2½ – 1½ til Vestmanna 3.