Stórsigurin innibar, at hvørki Havnin ella Vestmanna – sum eisini lógu framvið – høvdu møguleika, at spenna fót fyri einastandandi góða talvárinum hjá unglingunum úr Sandavági.
Brøðurnir, Rógvi og Høgni Egilstoft Nielsen og Silas Eyðsteinsson vunnu síni talv, meðan Janus Egilstoft Nielsen tók javnleikin, nú komið var á mál.
Manningin í dag var tann omanfyrinevnda, men lut í FM-sigrinum hava somuleiðis Hørður Johansen, brøðurnir Magni og Ragnar Weihe, sum hava telvað Sandavág til FM-heitið.
FM-vinnararnir verða heiðraðir í Pálsstovu leygardagin, tá stóra FM-brakið fer av bakkastokki kl. 13.00, har eitt satt drama verður sjósett, nú Klaksvík, Vestmanna og Havnin, í bestu deildini, stavn um stavn, telvað um FM-heitið !
HJARTALIGA TILLUKKU !
Jógvan Joensen, forseti
Talvsamband Føroya
(mynd: Joanis Nielsen)