FM-gull til Klaksvík ! Fløvandi nýbrot ! Við stuðli frá Norðoya Sparikassa, møttu norðingar upp sum ein maður – íklæddir samleika. Ikki eri tað áður sætt í Føroyskari telving. Frálíkt !
Kom nú við steypinum, ……….. !
Onkur vil kanska halda, at tað var nú spell, at spenningurin – rokanin – líkasum hvarv.
Hinvegin mega vit við undran og stórari virðing viðurkenna, at tá nú broyting skuldi koma í, so var tað gjørt við slíkum hegni, eldhuga og sjálvsáliti, at tað veruliga inspireraði.
Eyðun Nolsøe setti seinasta seymin, sum staðfesti, at nú skuldi steypið norðurum !
Talan gjørdist um eina sanna makt-demostratión av Klaksvíkar Talvfelag, tá teir møttu verandi føroyameistarunum úr Havnar Telvingarfelag. Ein sigur uppá 3½-½, staðfesti FM-gullið sera trygt. Ein sigur á Havnini, sum sjálvdan man vera sæddur áður í talvsøguni.
Eftir at holla álitið á liðnum, Ólavur Simonsen, hevði forfall, heittu klaksvíkingar á altjóða meistaran, IM Silas Esben Lund, sum hevur verið knýttur at Klaksvíkar Talvfelag í fleiri ár, um at byrgja upp fyri missinum. Tá FM Heini Olsen samstundis var tøkur til FM-orrustu, fingu havnamenn av álvara – á pappírinum – ein skarpan gang. Treyðugt so, við Havnini telvdu ivaleyst teir mest markantu profilarnir í telvingini seinnu árini. IM Helgi Dam Ziska, Martin Poulsen, Hans Kristian Simonsen, Hjalti Toftum Jógvanasson. Eitt lið sum, tá teir raka dagin, vera drúgvir at steðga.
Sjálvsálið – viljin at vinna – var hjá Klaksvíkingum. Eftir – óvæntaðan – stuttan javnleik ímillum Helga og Silas á 1. borði, rapaði fullkomiliga hjá Havnarmonnum. Ein eftir ein taptu teir.
IM Silas Esben Lund – IM Helgi Dam Ziska ½-½
FM Heini Olsen – Martin Poulsen 1-0
Eyðun Nolsøe – Hans Kristian Simonsen 1-0
Finnbjørn Vang – Hjalti Toftum Jógvansson 1-0
Vestmenningar vóru í somu støðu sum Havnin – eittans stigið aftari Klaksvíkini undan umfarinum í dag. Og teir gjørdu sína skyldu við tryggum sigri uppá 3-1 á Sandavági. Undir vanligum umstøðum varð man framvegis inni í FM-hitanum.
Men ikki í dag.
Vestmenningar júst ov stuttir – 2. pláss !
Vónbrotnir, stinnir, telvarar úr Havnar Telvingarfelag !
Sandavágur otar seg alsamt uppá hægri tindar í Føroyskari telving. Vóru í FM-finaluni í 2009 og vunnu søguligt silvur. Og aftur í ár vóru teir væl við, hóast júst uttan fyri plaseringarnar. Men menningin heldur fram, tí í komandi kappingarári eru 2 lið í bestu deildini, eftir sera tryggan sigur í 2. deild og harvið upprykking. Konseptið – sum virkar sera væl – er, at ungar kreftir støðugt sleppa framat. Ein íløga, hvørs avkast, uttan iva verður sera eyðsýnd um nøkur ár.
Tvey Havnafeløg vóru við í stríðnum um uppflytingina, men gjørdust ov stutt og blivu ávikavíst nr. 2 og 3 í aðru deild.
Uppdriftin í telvingini har vesturi varð somuleiðis staðfest fríggjakvøldið, tá unglingarnir úr Sandavági vunnu FM-gull og harvið førkaðu Klaksvíkar Talvfelag av FM-trónuni seinastu 3 árini.
Telvingin í Vestmanna hevur, søguliga sæð, altíð verið í hæddini og gjørt vart við seg. Sera trygga 2. plássið í bestu deildini, varð stuðlað av eirindaleysum FM-sigri í 3. deild og bronsu hjá unglingum.
Hugaligt er tað, at Skopuningar framvegis halda seg framat og vunnu silvur í 3. deild.
Gøtu Talvfelag, hálaði bronsuna heim í kapping við serliga Rók og Vestmanna.
Havnin vann silvur í Unglingdeildini
Fleiri myndir ávegis…..verður uppdaterað leypandi.