Heim / Uncategorized / Terji Petersen greitt á odda í FM á Giljanesi

Terji Petersen greitt á odda í FM á Giljanesi

 

Lagt er upp til sera spennandi seinnu hálvu í kappingini, tí ein riðil av telvarum liggja framvið, klárir at taka av møguleikanum, skuldi hann uppstaðið, nú Terji seinastu 4 umførini telvar ímóti Torkil Nielsen, Olaf Berg, Rógva E. Nielsen og Hans Kristiani Simonsen. Truplar uppgávur, men als ikki ómøguligar við tí sjálvsáliti, sum verður lagt fyri dagin í løtuni.

Telvað verður kl. 14.00 komandi dagarnir í fimleikahøllini á Giljanesi, meðan seinasta umfarið byrjar leygardagin kl. 11.00. 

Sí úrslit, støður og talvini: HER

FM í talvi 2010 fyri einstaklingar er í útgangsstøðinum nakað heilt serligt. Ikki er tað hent áður, at heili tríggir tannáringar fáa møguleikan, at bjóða seg fram í Landsliðsbólkinum – bólkinum, har tað eftir 9 umfør verður staðfest, hvør er Føroya besti telvari. Skipanin er soleiðis, at 10 teir tilmeldaðu, við hægstu styrkitølunum kappast um heitið. 

Yngsti luttakarin, 12 ára gamli, Høgni Egilstoft Nielsen, úr Sandavági, er eftir 5 umfør, sensationelt, á deildum 2. plássi í Landsliðsbólkinum. Fullkomiliga óhoyrt í føroyskum talvhøpi. Evnaríki unglingin, sum fyrr í ár vann NM-bronsu, otar seg við miklari ferð á styrkilistanum.  Eitt satt bragd var tað tá Høgni í 3. umfari, mánadagin, vann á favorittinum og hægst styrkimetta, Olafi Berg. Stílurin er álopstelving, har støðugt verður leitað eftir álopsmøguleikum.

 

Høgni er í menning og óansæð hvussu leikur fer seinastu umførini, hevur FM-2010 verið ein megnarsucces.

Høgni er væl yngsti luttakarin í landsliðsbólkinum yvirhøvur í føroysku talvsøguni. Og verður kagað í hagtølini, er unglingin uml. 100-200 ratingstig hægri enn eitt nú Olaf Berg og Helgi D. Ziska vóru í sama aldri.

Javnaldarnir, Rógvi E. Nielsen og Hjalti T. Jógvansson – 17 ára gamlir – luttaka somuleiðis í FM-orrustuni. Rógvi hevur 2 stig higartil, meðan Hjalti loksins kom á stigatalvuna í 5. umfari við javnleiki ímóti Terja Petersen, eftir eitt marathon-talv uppá 5 tímar og uml. 80 leikir.

FM-Kappingin fyri unglingar er ein orrustu ímillum ein riðil av ungum talentum úr talvfeløgunum kring landið. Unglingar, sum eru ávegis at gera lopið upp í hægri deildirnar.

Higartil hevur – einasti kvinnuligi telvarin í kappingini – Sára Traber Olsen, úr Tórshavn, av álvara sett dagsskránna og er eftir 5 umfør á odda við 4½ stigi. Hóast dygga mótstøðu, hevur Sára ikki snávað – 4 sigrar og ein javnleikur. Spennandi og avgerðandi umførini verða ivaleyst mikudagin og hósdagin, tá seinastu snávingarsteinarnir skulu knógvast, um røkkast skal á mál.

 

 

 

 

 

Toftamenn liggja frægast fyri í 1. bólki – bólkurin beint niðanfyri Landsliðsbólkin – og í almennu opnu kappingini. Andreas Andreasen, av Toftum, er á odda í 1. bólki, ájavnur Jónfinn Thomsen, úr Sandavági, meðan Margar Berg og Jón Gregersen eru á ávikavíst 3. og 4. plássi, hálvt stig aftari.  

Rógvi Olsen, av Toftum, er á odda í almenna bólkinum við 4 stigum, meðan Brandur Højgaard og Jákup á Túvuvølli eru á deildum 2. plássi, báðir við 3½ stigi.

 

      

 

  

Sí eisini

FM-snar flutt til 27.desembur

FM í snartelving verður 27. desembur kl. 14. Nærri verður lýst seinni.    Við talvkvøðu, …