Heim / FM einstaklingar / FM 2010 / Terji snávaði. Olaf vann toppdystin !

Terji snávaði. Olaf vann toppdystin !

Terji hevur framvegis møguleikan sjálvur at avgerða um FM-heitið skal verða hansara. Hann er framvegis á odda við ½ stigi, nú bert 2 umfør eru eftir í kappingini. Telvað verður ímóti Rógva Egilstoft Nielsen og Hans Kristiani Simonsen, meðan Olaf Berg telvar ímóti Sigurð B. Justinussen og Herluf Hansen. Langa Fríggjadag kl. 14.00 og Páskaaftan kl. 11.00 verða seinastu umførini telvd.

   

Í øllum rokanum um FM-heitið verður føroysk talvsøga skrivað.  12 ára gamli, Høgni Egilstoft Nielsen, gjørdi enn ein vørr í kappingini. Unglingin er á 3. plássinum um FM-heitið eftir eitt satt fýrverk, við sigrinum á Hans Kristiani Simonsen. Olaf Berg fekk somu lagnu fyrr í kappingini. Gloppar tú hurðina, hevur tú gloppað henni ov nógv. Okkum tørvar av álvara orð, men uttan iva er okkurt heilt serligt í havsbrúnni, sum føroysk telving ikki hevur sæð áður.

 

 

 

 

Andreas Andreassen, av Toftum, otaði seg á ovastu rók, eftir at Margar Berg basti Jónfinn Thomsen. Kappingin er fullkomiliga opin í 1. bólki. Eysturoyingar seta dagsskránna í Almenna bólkinum. Rógvi Olsen, av Toftum, og Brandur Højgaard togast um gullið. 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Sára Traber Olsen heldur fast um oddasessin í unglingabólkinum. Men tað tóðnar. Rúni Tindskarð Jacobsen otar seg alsamt nærri og er ½ stig aftari nú endaspurturin er sjósettur.  

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Altjóða dómarin, Mogens Nielsen – føroyavinurin – syrgir fyri, at teir, sum av ymsum orsøkum, ikki leggja leiðina framvið Giljanesi, fylgja gondini LIVE. Óført, Mogens !

 

 

 

Myndir: Mogens Nielsen/Finn Larsen

 

 

 

 

Sí eisini

lidkapping2

ELO ratingtølini dagførd

  ELO ratingtølini fyri Landsliðsbólkin og 1. bólk eru nú dagførd. Sí leinkir á vinstra …