ELO ratingtølini fyri Landsliðsbólkin og 1. bólk eru nú dagførd.
Sí leinkir á vinstra bredda.
ELO ratingtølini fyri Landsliðsbólkin og 1. bólk eru nú dagførd.
Sí leinkir á vinstra bredda.
Terji Petersen telvdi eitt sera gott FM og hevði annars greiða leiðslu, tá bert 3 umfør restaðu í kappingini, men steðgaði fullkomiliga upp og tapti 3 tey seinastu talvini. Fótafestið varð ivaleyst mist í oddabrakinum ímóti Olafi, har Olaf satsaði alt – gav frúnna fyri riddara og rók tíðliga í talvinum – og har sigurin, allíkavæl, varð hálaður heim. Genialt átak frá Olafi. Serkønir vilja vera við, at støðan ikki er telvað áður, so her varð av álvara brotið upp úr nýggjum í avgerðandi løtuni.
Olaf vann FM við 6½ stigi av 9 møguligum, meðan Terji gjørdist nr. 2 við 5½ stigi. Unga stjørnuskotið úr Sandavági, 12 ára gamli Høgni Egilstoft Nielsen, helt fast um bronsuna við 5 stigum og skrivaði av álvara talvsøgu.
Tað er sagt áður, men kann verða endurtikið. Tað er at undrast á, at FM-heitið ikki kom til høldar hjá Olafi fyrr enn í 2010. Flestu eru á einum máli um, at Olaf hevur millum frægastu talvgávurnar føroysk telving nakrantíð hevur sæð. Tað er at vóna at FM-heitið gevur árræði til enn hægri mál innan telvingina.
Tað hilnast ómetaliga væl í telvingini í Sandavági. Tað sum eyðkennir verkið, eru eldsálirnar og við borgarstjóranum á odda, sera heilhjartaður stuðul frá Vága Kommunu og nærumhvørvinum annars. Tað er ongin ivi um at onnur talvfeløg kunnu læra nógv av konseptinum í Sandavági.
Úrslitini tala fyri seg.
Hóast uppvaksin í Havnar Telvingarfelag, telvar Olaf fyri Sandavágs Talvfelag. Tøtt ættarbond eru í Sandavági og sigast má, at talan gjørdist um eina megnarsucces – á heimavølli – at hála fyrsta FM heitið til høldar og at Høgni sensationelt vann bronsuna. Í nógvar mátar minna Olaf og Høgni ikki sørt hvør um annan. Í so máta gekk FM upp í eina hægri eind. Báðir hava víst heilt serlig talvevnir frá sera ungum av.
Gullið kom somuleiðis til høldar í 1. Bólki. Jónfinn Thomsen, úr Sandavági, varð ovastur tá avtornaði, við 6½ stigi í harðari kapping við serliga Andreas Andreassen, av Toftum.
Jónfinn er altíð sera drúgvur í kappingum og royndirnar innibera sum oftast plasering.
Væl telvað.
Andreas vann silvur, meðan Jón Gregersen, úr Sandavági, vann bronsuna.
Ivaleyst mest sannførandi sigurin í FM 2010, borðreiddi Rógvi Olsen, av Toftum.
Við heili 8 stigum av 9 møguligum, varð gullið hansara í Almenna Bólkinum.
Sera greitt og einastandandi gott avrik.
Brandur Højgaard og Reinhold Isaksen telvdu væl – mutaðu í móti – men vunnu ávikavíst silvur og bronsu.
Sára Traber Olsen, úr Tórshavn, helt tørn í oddastríðnum um FM-gullið í unglingum. Sera góð kapping hjá Sáru, sum ikki snávaði, hóast fleiri sera evnaríkir unglingar lógu framvið og royndu at spenna bein. Rúni Tindskarð Jacobsen, úr Havn og Heðin Gregersen, úr Klaksvík vunnu ávikavíst silvurið og bronsuna, eftir sera væl avrikað FM.
Einasti kvinnuligi telvarin í kappingini, verður innritað í søguliga yvirlitið fyri FM-vinnarar í unglingum seinastu 40 árini. Spennandi taktir, nú NM fyri gentur fer av bakkastokki í Íslandi um miðjan apríl, har Sára umboðar Føroyar.
HJARTALIGA TILLUKKU ØLL SOMUL !
Talvsamband Føroya
Sí úrslit, støður og talvini: HER
Undan seinasta umfarinum er Olaf nú ovastur við 6 stigum, meðan Terji hevur 5½.
Lokala stjørnuskotið – Høgni Egilstoft Nielsen – sýnist tryggur á bronsuplássinum við 5 stigum.
Ein taktisk vending í byrjanarspælinum innibar, at Terji nærum varð sópaður av borðinum ímóti Rógva Egilstoft Nielsen. Hinvegin gjørdi Olaf Berg skjótt av í eirindaleysum, stuttum, sigri á Sigurð B. Justinussen.
22 ára gamli Olaf Berg, er nú nærri fyrsta FM-gullinum enn nakrantíð áður. Stórtalentið úr Tórshavn, sum í løtuni telvar fyri Sandavágs Talvfelag, er ávegis at staðfesta tað, flest øll hava spurt eftir í áravís og í veruleikanum undrast um, ikki er hent fyri langari tíð síðani.
Alt kann sjálvsagt henda – talvini skulu telvast. Men ivaleyst má Olaf metast stórfavorittur leygardagin kl. 11.00, tá seinasta umfarið fer av bakkastokki. Meðan Terji hevur hvíta fólkið ímóti Hans Kristiani Simonsen, hevur Olaf svarta fólkið ímóti Herlufi Hansen.
Lumpar unglingin úr Sandavági báðar tveir ?
Jónfinn Thomsen, úr Sandavági, vann oddadystin ímóti Andreas Andreassen, av Toftum, og illa skal vilja til, um sigurin í 1. bólki ikki endar í Sandavági.
Rógvi Olsen, av Toftum, er ikki til at vika. Einastandandi góð kapping. Telvar ivaleyst trygt gullið til høldar í almenna bólkinum.
Sára Traber Olsen heldur tørn í unglingabólkinum.
Rúni Tindsskarð Jacobsen eltir við stórum ídni og kann iðra seg um, at tað bert bleiv til hálva stigið ímóti Sáru fyrr í kappingini. Støðan var til meira.
Tveir evnaríkir telvarar úr Havnar Telvingarfelag seta av álvara dagsskránna og sum neyvan snáva í seinasta umfarinum. Orrustan er ivaleyst avgjørd.
Annars er at fegnast um, at telvingin, Langa Fríggjadag, er greiður topp-skorari á portal.fo við uml. 3.000 “hits” higartil !
Myndir: Hjalti Toftum Jógvansson
Terji hevur framvegis møguleikan sjálvur at avgerða um FM-heitið skal verða hansara. Hann er framvegis á odda við ½ stigi, nú bert 2 umfør eru eftir í kappingini. Telvað verður ímóti Rógva Egilstoft Nielsen og Hans Kristiani Simonsen, meðan Olaf Berg telvar ímóti Sigurð B. Justinussen og Herluf Hansen. Langa Fríggjadag kl. 14.00 og Páskaaftan kl. 11.00 verða seinastu umførini telvd.
Í øllum rokanum um FM-heitið verður føroysk talvsøga skrivað. 12 ára gamli, Høgni Egilstoft Nielsen, gjørdi enn ein vørr í kappingini. Unglingin er á 3. plássinum um FM-heitið eftir eitt satt fýrverk, við sigrinum á Hans Kristiani Simonsen. Olaf Berg fekk somu lagnu fyrr í kappingini. Gloppar tú hurðina, hevur tú gloppað henni ov nógv. Okkum tørvar av álvara orð, men uttan iva er okkurt heilt serligt í havsbrúnni, sum føroysk telving ikki hevur sæð áður.
Andreas Andreassen, av Toftum, otaði seg á ovastu rók, eftir at Margar Berg basti Jónfinn Thomsen. Kappingin er fullkomiliga opin í 1. bólki. Eysturoyingar seta dagsskránna í Almenna bólkinum. Rógvi Olsen, av Toftum, og Brandur Højgaard togast um gullið.
Sára Traber Olsen heldur fast um oddasessin í unglingabólkinum. Men tað tóðnar. Rúni Tindskarð Jacobsen otar seg alsamt nærri og er ½ stig aftari nú endaspurturin er sjósettur.
Altjóða dómarin, Mogens Nielsen – føroyavinurin – syrgir fyri, at teir, sum av ymsum orsøkum, ikki leggja leiðina framvið Giljanesi, fylgja gondini LIVE. Óført, Mogens !
Myndir: Mogens Nielsen/Finn Larsen
Skírisdag kl. 14.00 verður satt drama og lagnutalv um FM-heitið. Terji telvar við hvíta fólkinum ímóti Olaf Berg, sum er styrkimettur ovastur í kappingini og sum undan kappingini var favorittur at vinna FM. Men tað hevur higartil ikki hilnast eftir vild, nú Terji er strokin avstað í oddinum.
Kravið hjá Olaf er at vinna talvið hósdagin og síðani vóna, at Terji setur í minsta lagi ½ stig til seinastu tvey umførini. Javnleikur broytir onki í oddinum og tryggjar Terja enn meira í endaspurtinum. Vinnur Terji hinvegin orrustuna, er FM-heitið hansara – við fullari vissu – um Herluf Hansen ikki sigrar á Hjalta Toftum Jógvanssyni. Vinnur Herluf, krevst at Terji tapir og Herluf vinnur seinastu 2 talvini. Ósannlíkt – men sjálvsagt, alt kann henda. Er javnstøða í oddinum tá kappingin endar, verður umdystur.
Nógv er uppá spæl, tí sera sannlíkt er, at FM-vinnarin 2010 vinnur heitið á fyrsta sinni.
Sí úrslit, støður og talvini: HER
Í 1. bólki snávaði oddafiskurin Andreas Andreasen, av Toftum, av álvara í 6. umfari í stuttum talvi ímóti Joannes V. Hansen. Harvið yvirtók Jónfinn Thomsen, úr Sandavági, oddasessin við 5 stigum, hálvt stig fremri Jón Gregersen, eisini úr Sandavági. Lagt er upp til sera spennandi endabrest í bólkinum.
Hinvegin vardi Rógvi Olsen, av Toftum, oddasessin í Almenna bólkinum, eftir sigur á Jákup á Túvuvølli. Sera spennandi kapping er um plaseringarnar ímillum serliga Rógva, Brandur Højgaard og Gutta Petersen.
Ongar broytingar hendu í oddinum í unglingabólkinum í 6. umfari, tá øll tey fremstu borðini telvdu javnt. Harvið liggur Sára Traber Olsen, úr Tórshavn, framvegis best fyri – eitt stig á odda. Rúni Tindskarð Jacobsen og Heðin Gregersen eru framhaldandi best fyri í oddastríðnum við Sáru, har vónirnar uttan iva verða settar til, at evnaríki unglingin úr Vestmanna, Sjúrður Olsen, fær úrtøku ímóti Sáru í talvinum Skírisdag.
FM í talvi 2010 fyri einstaklingar, sum verður telvað á Giljanesi frá leygardegnum 27. mars – 3. apríl, verður nakað heilt serligt. Ikki er tað hent áður, at heili tríggir tannáringar fáa møguleikan, at bjóða seg fram í Landsliðsbólkinum – bólkinum, har tað eftir 9 umfør verður staðfest, hvør er Føroya besti telvari.
Skipanin er soleiðis, at 10 teir tilmeldaðu, við hægstu styrkitølunum kappast um heitið.
Eitt hitt størsta talvtalentið vit hava átt nakrantíð, Olaf Berg, úr Tórshavn, sum í dag er 22 ára gamalur, má metast vera favorittur at vinna FM-heitið. Seinnu tíðina eru ábendingarnar sera sannførandi. Viljin og hugflogið er komið afturíaftur av álvara.
Yngsti luttakarin, 12 ára gamli, Høgni Egilstoft Nielsen, úr Sandavági, stendur av álvara mát við favorittin, við atliti at aldursmuninum. Í fyrsta lagi er Høgni yngsti luttakarin í landsliðsbólkinum yvirhøvur. Í øðrum lagi er unglingin uml. 100-200 ratingstig hægri enn Olaf og Helgi D. Ziska vóru á sama aldri.
Javnaldarnir, Rógvi E. Nielsen og Hjalti T. Jógvansson – 17 ára gamlir – eru eftirhondini sera royndir, nú teir hava roynt seg nógv uttanlands og ikki minst hava teir verið
1. umfar byrjar 27. mars kl. 18.00 vegna FM finalurnar í flogbólti, ið eisini verða á Giljanesi.
Kappingin
Kappingin fer fram á Giljanesi og byrjar leygardagin 27. mars kl. 18.00. Byrjað verður hvønn dag kl. 14.00, tó at seinasta umfar leygardagin 3. apríl byrjar kl. 11.00. Mánadagin 29. mars er dupultumfar og tá verður byrjað kl. 10.00 og kl. 16.00.
Telvað verða 9. umfør. Umhugsunartíðin er 90 minuttir til fyrstu 40 leikirnar. Síðani verða 15 minuttir lagdir afturat klokkuni. Frá fyrsta leiki verða 30 sek. løgd afturat fyri hvønn fluttan leik.
10 hægst rataðu luttakararnir telva í landsliðsbólkinum um Føroya Meistaraheitið í talvi 2010. Teir næstu 10 telvararnir mynda 1. bólk, meðan restin telvar í Almenna bólkinum. Unglingar telva somu tíðir, sum teir vaksnu, um FM-heitið fyri unglingar.
Dómari verður IA Mogens Nielsen.
Luttøkugjald
Luttøkugjaldið er kr. 350,- fyri allar vaksnar luttakarar. Unglingar og lesandi gjalda kr. 200,-. Heiðurslimir luttaka ókeypis.
Tilmelding
Tilmelding fer fram við at gjalda luttøkugjaldið á konto 6460-463.449.9 í Føroya Banka ella á konto 9181-134.383.3 í EIK.
Tilmeldingarfreistin er mikudagin 24. mars 2010.
Eru spurningar ella ivamál, setið tykkum í samband við Torkil Nielsen, tlf. 53 27 00 ella á jme@post.olivant.fo.
Meldast kann til við at trýsta her, umframt at tilmeldingar higartil kunnu síggjast.
Vinningar
Steyp og peningavirðislønir verða latnar til nr. 1, 2 og 3 í øllum bólkum. Virðislønir verða ikki býttar, um javnt er i stigum. Um FM-heitið í landsliðsbólkinum og unglingum, verður umdystur telvaður beint eftir síðsta umfar, eftir nærri kunngjørdum treytum. Í aðra máta verður korrektión nýtt.
Landsliðsbólkur: Vinnari, kr. 5.000, nr.2, kr. 3.000, nr.3, kr. 2.000
1. bólkur: Vinnari, kr. 2.000, nr.2, kr. 1.500, nr.3, kr. 1.000
Almennur bólkur: Vinnari, kr. 1.500, nr.2, kr. 1.000, nr.3, kr. 500
Unglingar: Vinnari, kr. 1.500, nr.2, kr. 1.000, nr.3, kr. 500
Ratingvirðislønir verða eisini latnar.
Vælkomin vestur í Vágar á páskum !
Við talvkvøðu
Sandavágs Talvfelag
Talvsamband Føroya