Terji Petersen telvdi eitt sera gott FM og hevði annars greiða leiðslu, tá bert 3 umfør restaðu í kappingini, men steðgaði fullkomiliga upp og tapti 3 tey seinastu talvini. Fótafestið varð ivaleyst mist í oddabrakinum ímóti Olafi, har Olaf satsaði alt – gav frúnna fyri riddara og rók tíðliga í talvinum – og har sigurin, allíkavæl, varð hálaður heim. Genialt átak frá Olafi. Serkønir vilja vera við, at støðan ikki er telvað áður, so her varð av álvara brotið upp úr nýggjum í avgerðandi løtuni.
Olaf vann FM við 6½ stigi av 9 møguligum, meðan Terji gjørdist nr. 2 við 5½ stigi. Unga stjørnuskotið úr Sandavági, 12 ára gamli Høgni Egilstoft Nielsen, helt fast um bronsuna við 5 stigum og skrivaði av álvara talvsøgu.
Tað er sagt áður, men kann verða endurtikið. Tað er at undrast á, at FM-heitið ikki kom til høldar hjá Olafi fyrr enn í 2010. Flestu eru á einum máli um, at Olaf hevur millum frægastu talvgávurnar føroysk telving nakrantíð hevur sæð. Tað er at vóna at FM-heitið gevur árræði til enn hægri mál innan telvingina.
Tað hilnast ómetaliga væl í telvingini í Sandavági. Tað sum eyðkennir verkið, eru eldsálirnar og við borgarstjóranum á odda, sera heilhjartaður stuðul frá Vága Kommunu og nærumhvørvinum annars. Tað er ongin ivi um at onnur talvfeløg kunnu læra nógv av konseptinum í Sandavági.
Úrslitini tala fyri seg.
Hóast uppvaksin í Havnar Telvingarfelag, telvar Olaf fyri Sandavágs Talvfelag. Tøtt ættarbond eru í Sandavági og sigast má, at talan gjørdist um eina megnarsucces – á heimavølli – at hála fyrsta FM heitið til høldar og at Høgni sensationelt vann bronsuna. Í nógvar mátar minna Olaf og Høgni ikki sørt hvør um annan. Í so máta gekk FM upp í eina hægri eind. Báðir hava víst heilt serlig talvevnir frá sera ungum av.
Gullið kom somuleiðis til høldar í 1. Bólki. Jónfinn Thomsen, úr Sandavági, varð ovastur tá avtornaði, við 6½ stigi í harðari kapping við serliga Andreas Andreassen, av Toftum.
Jónfinn er altíð sera drúgvur í kappingum og royndirnar innibera sum oftast plasering.
Væl telvað.
Andreas vann silvur, meðan Jón Gregersen, úr Sandavági, vann bronsuna.
Ivaleyst mest sannførandi sigurin í FM 2010, borðreiddi Rógvi Olsen, av Toftum.
Við heili 8 stigum av 9 møguligum, varð gullið hansara í Almenna Bólkinum.
Sera greitt og einastandandi gott avrik.
Brandur Højgaard og Reinhold Isaksen telvdu væl – mutaðu í móti – men vunnu ávikavíst silvur og bronsu.
Sára Traber Olsen, úr Tórshavn, helt tørn í oddastríðnum um FM-gullið í unglingum. Sera góð kapping hjá Sáru, sum ikki snávaði, hóast fleiri sera evnaríkir unglingar lógu framvið og royndu at spenna bein. Rúni Tindskarð Jacobsen, úr Havn og Heðin Gregersen, úr Klaksvík vunnu ávikavíst silvurið og bronsuna, eftir sera væl avrikað FM.
Einasti kvinnuligi telvarin í kappingini, verður innritað í søguliga yvirlitið fyri FM-vinnarar í unglingum seinastu 40 árini. Spennandi taktir, nú NM fyri gentur fer av bakkastokki í Íslandi um miðjan apríl, har Sára umboðar Føroyar.
HJARTALIGA TILLUKKU ØLL SOMUL !
Talvsamband Føroya
Sí úrslit, støður og talvini: HER