Heim / Uncategorized / Anatoly Karpov á vitjan

Anatoly Karpov á vitjan

 

 Á vitjan síni verður leiðin m.a. løgd framvið Heini Olsen Memorial, undan 6. umfarinum, sum byrjar leygarmorgunin kl. 10.00 í Ósáskúlanum. Klaksvíkar kommuna er saman við Talvsambandinum vertur fyri vitjanini leygardagin. Karpov fer av landinum aftur sunnumorgunin.

 

 Karpov gørdist heimsmeistari í talvi í 1975, 23 ára gamal, eftir at Bobby Fischer valdi ikki at verja HM-heitið hann vann í søguligu orrustuni á Spassky í Reykjavík í 1972.  Karpov helt fast um HM-heitið næstu 10 árini, tá hann í 1985 mátti lúta fyri Garry Kasparov, sum var heimsmeistari fram til 2000. Men í sama tíðarskeiði var Karpov FIDE-heimsmeistari í árunum 1993-1999. 

 

 Meðan Karpov og Kasparov at kalla vóru arvafíggindar á talvtoppinum í mongum søguligum HM-orrustum, eru teir í dag saman um átakið at Karpov verður valdur nýggjur FIDE-forresti á komandi aðalfundinum í september. 

Við vitjan Karpovs og vitjan Kasparovs fyri nøkrum árum síðani, hava tveir teir mest markantu profilarnir – og heimsmeistararnir – innan telvingina í nýggjari tíð, lagt leiðina til Føroyar.

Sí eisini

FM-snar flutt til 27.desembur

FM í snartelving verður 27. desembur kl. 14. Nærri verður lýst seinni.    Við talvkvøðu, …