Fundurin er útsettur frá 8. til 15. oktober.
Uppskot til viðgerðar á aðalfundinum skulu vera skrivlig og skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi 14 dagar áðrenn aðalfundin, t.v.s. tann 24. september 2010.
Uppskot skulu verða liðugt orðað – sett fram av talvfeløgum ella nevnd TSF – og greið at seta til atkvøðugreiðslu.
Skrá sambært lógunum:
- Formaðurin greiðir frá virki felagsins í farna ári
- Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar
- Nevndarval
- Val av 2 grannskoðarum
- Val av 2 dómsnevndarlimum
- Innkomin uppskot
- Limagjald
- Ymiskt
Í nevndini sita:
Jógvan Joensen, form. (tekur ikki við afturvali)
Finnbjørn Vang
Jákup á Rógvu Andreasen
Klæmint Hansen
Dávur Jacobsen (tekur við vali)
Nevndin hevur uppskot til lógarbroyting í lógum felagsins:
Uppskotið verður sett fram av skattatekniskum orsøkum, til tess at varðveita skattafrælsi. Í skattalóggávuni verður í hesum sambandi kravt, at tað í viðtøkunum verður ásett, hvussu farið verður fram, um felagsskapurin verður avtikin. Ásetingin skal veita trygd fyri, at ognirnar fara til “alment góðgerin ella kirkjulig, manngóð, listalig, vísindalig ella tílík endamál.”
TAKS er av teirri fatan, at galdandi áseting lýkur ikki lógarkravið.
Núverandi grein er orðað soleiðis:
Ҥ11
- Felagið kann verða avtikið, tá ið minsta lagi ¾ av limunum ynskja tað
- Skuldi felagið verið avtikið, verða allar ognir tess latnar føroyskum peningastovni í varðveitslu at handa nýggjum føroyskum talvsambandi, um og tá slíkt verður stovnað.”
Nevndin skjýtur upp at §11 verður orðað soleiðis:
Ҥ11
- Felagið kann verða avtikið, tá ið minsta lagi ¾ av limunum ynskja tað
- Skuldi felagið verið avtikið, verða allar ognir tess latnar til alment góðgerin ella kirkjulig, manngóð, listalig, vísindalig ella tílík endamál.”
Nevndin mælir aðalfundinum til at samtykkja uppskotið.
Møtið fjølment !