Í góðveðrinum leygardagin, settust 60 ungir telvarar við talvborðini í Kollafjarðar Skúla. Telvað var í 5 aldursbólkum 0-1 flokk, 2-3 flokk, 4-5 flokk, 6-7 flokk og 8-10 flokk.
Skúlatalvkappingin var triðja og seinasta í hesum umfarinum, men tá ið talvárið byrjar av álvara aftur í heyst, vera fleiri kappingar.
Til seinastu kappingina bleiv gjørt eitt sindur meira burturúr, steyp vóru latin til nr. 1 – 3 í øllum bólkum, og fingu allir luttakararnir skreytlut. Hugaligt var at síggja, at eisini genturnar vóru umboðaðar í kappingini, og at tær heldur ikki smæddust burtur. Yngstu bólkarnir vóru best mannaðir, og vónandi ber tað boð um eina bjarta framtíð fyri føroyska telving.
Ein hjartans tøkk til telvarar, foreldur, hjálparfólk, Skúlan á Argjahamri, Hvalvíkar Skúla, Kollafjarðar Skúla, Føroya Bjór og Kjølur. At børn og ung brúka høvdið á ungum aldri, er ein góð íløga!
Les meira »