Á aðalfundinum í Klaksvík vóru ávísar broytingar framdar viðvíkjandi Grand Prix kappingini. 1. Framyvir avgera feløgini sjálvi um luttøkugjald er, hvussu høgt tað er og hvussu útgjaldið sær út. 2. Vinnarin av Grand Prixnum fær nú eina ferð til Politiken Cup (alt íroknað), meðan nr. 2 fær 2000 kr og nr. 3 fær 1.500 kr. 3. Tá ið ST-kvik (kapping nr. 7 í GP-høpi) hevur verið, er lutakast millum allar luttakararnar um eina ferð til Reykjavík Open í mars (alt íroknað). Treytin er tó tann, at telvarar skulu hava luttikið í minst 4 GP-kappingum. Tvs. 4 av teimum fyrstu 7 kappingunum. Hesar broytingar eru galdandi frá 11. oktober 2014. Reglugerð Grand Prix kappingin 2014/15 fevnir um 9 kappingar: Kappingarnar síggjast á talvkalendaranum, sum liggur á heimasíðuni hjá TSF. Til tess at at fáa samlaða Grand Prix plasering og ratingvirðisløn, …
Les meira »