Vegna tekniskar trupulleikar hevur heimasídan verid óvirkin seinastu dagarnar. Haldi okkum til gódar. TSF
Les meira »ST-Kvik
Hervið verður bjóðað til Grand Prix Kvik-kapping í Sandavági, leygardagin 02. februar. Telvað verður í talvhølunum. Kappingin er partur av Grand Prix kappingini 2012/13. Kappingin byrjar leygardagin 02. februar kl. 10.00. Telvað verða 7 umfør. Tíðin til alt talvið verður 15. min. í part. Vinningar: Virðislønir verða latnar nr. 1, 2 og 3 Luttøkugjaldið er 100 kr fyri vaksin, 50 fyri unglingar. Skal gjaldast á staðnum. Tilmelding: Meldið til hjá Torkil Nielsen á tlf. 53 27 00 el faroechess@faroechess.com Tilmeldingarfreistin er fríggjadagin 01. februar kl. 20.00 Møtið fjølment ! SANDAVÁGS TALVFELAG
Les meira »KJØLUR Open 2015
Hervið verður bjóðað til talvkappingina KJØLUR OPEN 2014 í "Snjalla Bjalla", dagarnar 30.-01. januar/februar. Kappingin er partur av Grand Prix kappingini 2014/15.
Tilmeldingar: http://www.chess-results.com/tnr159830.aspx?lan=32
Les meira »Janus HM U12 í Slovenia, viðmerkt talv
Janus Skaale luttók í november 2012 í World Youth Chess Championships 2012 í Slovenia.
Janus hevur í hesi grein gjørt viðmerkingar til tvey av talvum hansara í kappingini.
Les meira »
Rókur-open
Rókur Open 2013
Um vikuskiftið sótu telvarar – ungfólk eins og tilkomnir menn í Felagsskúlanum á Oyrarbakka og hugsaðu so tað brakaði í.
Fyri 7 ferð varð skipað fyri einari Rókur Open kapping, og 5 umfør vóru telvd.
Sum siður er, møttu NM-luttakararnir fjølmentir til dystin fús.
10 unglingar fara til Íslands í februar mánað, og er Rókur Open liður í fyrireikingunum.
Samanlagt 37 telvarar luttóku í kappingini í Sundalagnum, sum ár undan ári hepnast sera væl.
Bæði hvat luttøku og einastandandi góðum karmum viðvíkur, har Sunda Kommuna er hollur viðspælari.
RÓKUR OPEN 2014
RÓKUR OPEN
Afturvendandi grand-prix kappingin Rókur Open verður komandi vikuskifti í Kollafjarðar Skúla.
Undirtøkan til hesar kappingarnar plagar at vera sera góð, tí Talvsambandið hevur lagt dent á at hendan kappingin er liður í fyrireikingunum til Norðurlandameistaraskapin fyri ung, sum verður 14 - 16 februar í Danmark.
Tilmeldingar: http://chess-results.com/tnr121631.aspx?lan=7&art=0&turdet=YES&wi=821
Les meira »IM John Rødgaard FM í Snartalv
IM John Rødgaard Føroyameistari í snartalv.
Føroyameistaraheitið í snartalv bleiv telvað í vikuskiftinum.
Í øllum aldursbólkum við styrkitølum frá 1000 til 2356, møttu18 telvarar til dystin fús.
Frálíku karmarnir í Skúlanum á Løgmannabreyt løgdu lunnar undir eina góða kapping.
Les meira »
FM Ung-einstaklingar úrslit Finalan
Finalan í FM fyri Ung-einstaklingar varð telvað í Kollafjarðar Skúla leygardagin 24. nov.
Luttøkan hevur verið størri onnur ár, men spenningurin hevur sjáldan verið øgiligari enn hesaferð !
Les meira »Janus HM U12 í Slovenia
Janus Skaale er heimkomin úr WYCC 2012 í Maribor, Slovenia.
Styttingin WYCC2012 stendur fyri World Youth Chess Championships 2012.
Janus var styrkismettur sum nr. 184 av 192 men við 4 stigi av 11 møguligum endaði hann nr. 169.
Hans Hjalti Skaale var við á ferðini og hevur skrivað ferðafrásøgn, sum er uploada í pdf (kann viðmælast)
Janus hevur eisini viðmerkt tvey talv úr kappingini, tey koma á heimasíðuna í vikuni.
Trýst á myndina fyri at síggja frásøgnina
Les meira »FM Ung-einstaklingar Finalan
Finalan verður í "Kollafjarðar Skúla" leygardagin 24 novembur 2012 kl. 10.00 (fyriskipari Talvsamband Føroya).
"Talvsamband Føroya skipar aftur í vetur fyri Føroyameistarakapping fyri børn- og ung fyri einstaklingar í talvi. Kappingin verður skipað í 5 ymiskum aldursbólkum, og er samstundis úttøkukapping til NM-kappingina 2013 - sum hesuferð verður telvað í Íslandi 7 - 11 februar.
Les meira »