Heim / Tíðindi (síða 31)

Tíðindi

OL 2016: Talvini frá 10. umfari: Føroyar – Bolivia

Føroya fyrsti GM’ari!

Føroya fyrsti GM í talvi við OL liðnum. Ein stórur dagur fyri føroyska telving, Føroyar og ikki minst Helgi Dam Ziska við familju. Hjartaliga til lukku!

OL 2016: Verður Helgi stórmeistari?

Føroyar kunnu fáa sín fyrsta stórmeistara í talvi í dag.

Vinnur Helgi Dam Ziska sítt talv á fyrsta borði í dystinum móti Bolivia í dag, hevur hann lokið kravið til ein stórmeistaranorm, teir rópa. Helgi hevur 5½ stig av 8 møguligum higartil í kappingini. Kravið fyri at gerast stórmeistari er, at tú fær tríggjar sokallaðar GM-normar, og at styrkitalið er omanfyri 2500. Styrkitalið hjá Helga er 2546. Harumframt hevur Helgi vunnið ein GM-norm, og fær hann annan normin í dag, er heitið sum stórmeistari tryggjað, tí normur, vunnin á olympiadu, telur dupult.
Les meira »

OL 2016: Talvini frá 9. umfari: Kina – Føroyar

OL 2016: 9. umfar – Kina ov stórur biti

Móti einum av sterkastu landsliðum í heiminum var fryktandi fyri, at føroyska talvlandsliðið fór at verða fyri sínum fyrsta 4-0 tapi á hesari olympiaduni, og soleiðis kom eisini at vera.

Á øllum fýra borðunum máttu føroyingar lúta. Helgi Dam Ziska helt longst á, men til endans mátti eisini hann dvína.

Nettrupulleikar hava órógvað, og tí hevur ikki eydnast at hyggja nærri at teimum fýra talvunum, men tað fáa vit helst høvið til seinni.

Bolivia í morgin

Føroyar eru nú dragnaðar aftur á 72. pláss, men tað er framvegis átta pláss fremri enn vit eru styrkismettir. Í morgin fáa vit Bolivia, sum er styrkismett nummar 95, so her áttu at verið møguleikar fyri einum sigri.

Nú eru bara tvey umfør eftir. Í morgin og ovurmorgin.

USA er á odda, Ukraina er nummar tvey og Russland nummar trý.

OL 2016: 9. umfar – Størsta avbjóðingin

Nú um middagsleitið verða fyrstu leikirnir fluttir í dystinum millum Føroyar og Kina í níggjunda umfari á talvolympiaduni í Baku í Aserbadsjan.

Kina vann olympiaduna seinast og er styrkismett sum nummar trý hesaferð. Bara Russland og USA hava sterkari telvarar á sínum liðum. Men Kina hevur ikki staðið seg líka væl hesaferð sum í Tromsø fyri tveimum árum síðani. Ósigrarnir fyri Onglandi og Ungarn í báðum seinastu dystunum bera í sær, at Kina er dragnað aftur á 33. pláss í røðini.  Les meira »

OL-liðið: Sensation

At vi vandt over Bosnien-Hercegovina i 8. runde af skak OL i Baku kan beskrives meget kort: Det var en sensation. Med et rating gennemsnit på 2495 er det det stærkeste hold, som vi nogen sinde har vundet over. Og hvordan gik det så til? Les meira »

OL 2016: 9. umfar: Vit møta olympisku meistarunum

Tað verður vorðið sum avbjóðing hjá føroyska talvlandsliðnum í Aserbadsjan í morgin. Vit møta sjálvum OL-gullvinnaraliðnum frá seinastu talvolympisku leikunum í Tromsø í 2014 – Kina!

Tað er at undrast á, at okkara vegir skulu umskarast so seint í kappingini. Vit trimum sigrum á rað hevur føroyska liðið vunnið seg heilt fram sum nummar 47 í røðini av teimum 180 londunum, sum kappast í Baku.

Kina, sum er styrkismett nummar 3, hevur óvæntað snávað í báðum seinastu dystunum, og er tí dragnað nakað í røðini. Í gjár tapti Kina 3-1 fyri Onglandi, og í dag 2½-1½ fyri Ungarn. Teir eru tí farnir á rull og eru í løtuni á 33. plássi.

Kinverjar vera helst ikki mjúkir at strúka í morgin. Hjá teimum man setningurin vera púra greiður í morgin. 4-0 móti Føroyum er eitt óreingiligt krav. Allir kinesisku telvararnir eru sokallaðir superstórmeistarar við meira enn 2700 í rating.

Okkara menn eiga at taka uppgávuna sum ein heiður og njóta løtuna. Vit hava alt at vinna, og einki at tapa.

OL 2016: Sannførandi avrik

Tað var hugaligt at síggja, hvussu føroysku telvararnir í Baku í dag grundaðu ein hin fínasta sigurin í einstøkum dysti móti dygdargóðum mótstøðuliði í nakrari talvolympiadu. At vinna á Bosnia-Herzegovina kemur ikki av ongum. Talan er um so sterka manning, sum vit kappast ímóti, at okkara menn mugu vera serliga væl útbornir fyri at útinna setningin.
Les meira »