Tíðindi
OL 2016: 8. umfar: Sensasjónellur sigur
Føroyska talvlandsliðið hevur seinnapartin heilt óvæntað vunnið á Bosnia-Herzegovina á talvolympiaduni í Aserbadsjan. Dysturin endaði 2½-1½ til Føroyar.
Helgi Dam Ziska og Sjúrður Thorsteinsson vunnu, John Rødgård telvaði javnt og Jóan Hendrik Andreasen tapti.
Les meira »
OL 2016: Talvini frá 7. umfari: El Salvador – Føroyar
OL 2016: 7. umfar – Vunnu El Salvador
Føroyska liðið hevur fingið glið á aftur við tveimum sigrum í seinastuni. Í dag 3-1 móti El Salvador.
John Rødgård leyp um í dag og helt frí. Kanska vildi hann ikki aftur telva við svørtum. Men tað gekk fínt kortini. Helgi var tryggur. Fekk sett hvíta fólkið væl upp frúgvarmegin í heldur óvanligum sisilianara, vann sær lítlan fyrimun, sum so líðandi varð mentur og útbygdur móti manni við sløkum 2300 í rating. Les meira »
OL-liðið: Hurlumhej
I 7. runde stillede El Salvador op uden deres 1. bræt, så vi var pæne favoritter. Les meira »
OL-liðið: Ikki heilt so lætt
6. runde ved OL i Baku kom ikke til at forløbe så let, som vi inderst inde troede på. Sao Tome & Principe var meget bedre, end deres rating viste. Les meira »
OL 2016: Talvini frá 6. umfari: Føroyar – Sao Tome og Principe
OL 2016: 6. umfar – Arbeiðssigur
3-1 móti Sao Tome og Principe í sætta umfari hósdagin 8. august er nøktandi, hóast okkara menn vóru greiðir ratingfavorittar á øllum borðum. Suðuroyingarnir á fyrsta og triðja borði vunnu, og hinir spældu javnt.
Eitt sindur hugstoytt, at hvørgin av okkara “hvítu” monnum vunnu. Jóan Hendrik hevur framvegis ikki løtt kanónina nóg sterkt. Hann vann tíðliga finnu og fekk góða støðu, men so kom stígur í hjá honum. Hann fann ikki røttu loysnina, hin fekk stundir at javna støðuna, og tók síðani okkara mann á bóli við snildisligari finnutøku. Eftir tað vóru møguleikarnir at vinna farnir. Les meira »
OL 2016: Afrikanskt mótstøðulið
Eftir ein hvílidag verður nú aftur lagt til brots á talvolympiaduni í Aserbadsjan. Í sætta umfari í morgin hósdagin skal føroyska landsliðið móti Sao Tome og Principe, sum er oyggjasamfelag við afrikansku vesturstrondina áraka ekvator. Á oyggjunum búgva eini 200.000 fólk.
Føroyska liðið tapti í fimta umfari mikudagin 2½-1½ fyri Algeria, sum var styrkismett beint frammanfyri Føroyar. Sjúrður Thorsteinsson var dagsins maður og vann fínt talv á 4. borði. Helgi Dam Ziska hevði munin á 1. borði, men fyrimunurin var ikki nóg stórur til at vinna talvið. Les meira »