Kappingin hevur frá byrjan av staðið millum ST og HT, men í avgerandi talvdystinum settu unglingarnir hjá Sandavági havnadreingirnar skák og mát.
Unglingarnir úr Sandavági vunnu 3-1 á Havnini, og gjørdust teir harvið tryggir FM-vinnarar við 20 stigum, Havnin kom uppá 16½ stig og Klaksvíkar Talvfelag fekk 10 stig.
Steypahandanin verður 12. mars tá øll talvkappingin er liðug. Spenningurin nú er, um ST eisini megnar at vinna 1. deild !?
Teir ið telvaðu fyri Sandavági mikukvøldið vóru: Rógvi Egilstoft Nielsen, Høgni Egilstoft Nielsen, Silas Eyðsteinson og Janus Egilstoft Nielsen. Magni Weihe og Ragnar Weihe hava eisini telvað í unglingadeildini í vetur.
Hjartaliga til lukku til unglingarnar og Sandavágs Talvfelag.
kelda: http://www.joanisnielsen.fo/