Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini (síða 30)

Seinastu Tíðindini

Heðin ynskti stórmeistaranum tillukku.

Tað var ein stórhending í føroyskari ítróttarsøgu, tá ið havnarmaðurin, Helgi Dam Ziska, sum fyrsti føroyingur nakrantíð vann sær heiti stórmeistari í talvi. Hetta hendi, tá ið Helgi vann á Jose Daniel Gemy úr Bolivia á talvolympiaduni í Baku.

Í dag var stórmeistarin boðin til samkomu í Móttøkuhúsinum í sambandi við flotta avrikið herfyri.

Helgi Dam Ziska telist nú millum bestu telvarar í heiminum, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, ynskti telvaranum hjartaliga til lukku við nýggja heitinum stórmeistari.

Stórmeistarin er vaksin upp í Havnar Telvingarfelag, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, duldi ikki fyri, at Helgi Dam Ziska er ein góð fyrimynd hjá telvarum í øllum aldri – bæði í Havn og kring landið.

Á myndini: Finnbjørn Vang, formaður í Talvsambandi Føroya, Heðin Mortensen, borgarstjóri, Helgi Dam Ziska, stórmeistari, og Rubek Lilaa, umboð Havnar Telvingarfelag.

Kelda: www.vp.fo og torshavn.fo

GP 1 í Klaksvík

Fyrst GP-kappingin verður í Klaksvík leygardagin 15. oktobur kl. 13.00.

Kappingarskipan: Snartalv 3 min + 2 sek/leik, 9 umfør, swiss. Møguliga round-robin um luttøkan er lág.

Tilmelding: Sms/mail við navn og rating til 751422 ella finnbjorn@faroechess.com í seinasta lagi fríggjadagin 14. oktobur kl. 18.00.

Tað verður ikki tikið móti tilmeldingum eftir freistina!

Røða til Helga Dam Ziska frá Talvsambandinum.

 

Góði Helgi,

Sum forseti í Talvsambandi Føroya, er tað mær ein stórur heiður og gleði, at kunna vera við at heiðra teg ídag. Líka síðani Talvsamband Føroya varð stovnað 1970, og skipað telving varð sett á stovn, hevur dreymurin um ein føroyskan stórmeistara verið nærliggjandi. Men 46 ár skuldi ganga, áðrenn dreymurin bleiv veruleiki. Nógvir eru varðarnir á leiðini, og eina serstøka tøkk vil eg veita teimum ið undan gingu. Tað er einki at ivast í, at stovnararnir av TSF sum framvegis eru millum okkara, eru ernir og fegnir tína vegna hesar dagar, og vit senda teimum ið farnir eru, ein hjartaligan tanka. Les meira »

OL-liðið: Samandráttur

 

Opmærksomheden fra de to sidste runder ved OL blev glædeligvis overskygget af, at Helgi blev stormester. Men lad mig dog lige runde turneringen af alligevel. Les meira »

OL 2016: Vónbrot til endan

Eftir gleðiliga dagin í gjár, tá Føroyar fingu fyrsta stórmeistaran í talvi, vónaðu øll, at føroyska landsliðið fór at seta eitt glæsiligt punktum fyri talvolympiaduna í Baku. Men mongum brestur ætlan. Vit fingu óvæntaða harða mótstøðu í seinasta umfari. Vit møttu Svøríki, sum var styrkismett nummar 38. Teir møttu til dystin í morgun við trimum stórmeistarum og einum altjóða meistara. 

Helgi Dam Ziska var ikki við á føroyska liðnum í dag. Eitt sindur snópisligt, tí dysturin í seinasta umfari er altavgerandi fyri endaliga úrslitið í kappingini. Sum vera man viknaði føroyska liðið nógv í hansara fráveru. Tað líktist frá byrjan einum 4-0 tapi, og soleiðis kom eisini at vera. Avleiðingin var tann, at vit duttu frá 81. plássi aftur til nummar 101. So aftarlaga hava vit ikki verið í allari kappingini – eitt skifti vóru vit nummar 47 – men eftir stendur, at vit gjørdust nummar 101 av 180 londum.

Men endaliga plaseringin er ikki alt. Nógv annað er at frøast um. Vit høvdu góðar dystir og góð úrslit – sigurin á Bosnia-Herzegovina var eitt satt bragd. Men tað, sum fer at gera hesa olympiaduna øðrvísi enn allar aðrar, er sjálvsagt tað, at Helgi Dam Ziska við heilt framúrskarandi úrsliti á 1. borði ognaði sær heitið sum stórmeistari – fyrsti føroyingur við hesum fína heiti.

Umframt Helga, sum skaraði framúr, mugu vit eisini nevna Sjúrð Thorsteinsson. OL-debutanturin av Tvøroyri var onnur sólskinssøgan á føroyska liðnum. Hann tók øll á bóli við sera sannførandi avriki og góðum úrslitum. Olympiadan gjørdist eitt veruligt gjøgnumbrot hjá honum. John Rødgård svíkur sjáldan og gjørdi aftur góðan mun á føroyska liðnum. Hann er enn sum áður ein tryggur skansi á øðrum borði. Orkan er kanska ikki tann sama sum í gomlum døgum, men tað er hugvekjandi at síggja, hvussu fá mistøk hann ger.

Jóan Hendrik telvaði undir miðal. Tað veit hann best sjálvur, og tað tekur honum fast, at hann ikki kom á rætta lagið í Baku. Úrslitini hava verið góð í seinastuni, hann hevði tí vónir um munandi betri úrtøku, men viðhvørt klikkir ikki, sum tað eigur. Forsetin í Talvsambandinum, Finnbjørn Vang, endaði sum bráðfeingis eykamaður, men tað riggaði minni væl. Talvolympiada er harður kostur, tí er umráðandi, at vit manna okkum við fimm javntgóðum telvarum. Tað nýtist ikki at vera nakað dulsmál, at John Arni Nilssen og Rógvi Egilstoft Nielsen – og kanska aðrir við teimum – høvdu styrkt føroyska liðið, men viðhvørt eydnast ikki at manna okkara landsliðið við øllum teimum bestu.

USA vann

Fyri fyrstu ferð í 40 ár vann USA talvolympiaduna. Manningin var henda: 1. Fabiano Caruana 2. Hikaru Nakamura 3. Wesley So 4. Ray Robson 5. Sam Shankland. Ukraina var nummar tvey og Russland nummar trý.

Noreg gjørdi rættiligan vørr og endaði sum nummar fimm av teimum 180 londunum í almennu kappingini. Heimsmeistarin Magnus Carlsen á 1. borði gjørdi sum vera man heilt góðan mun.

Fremstu tíggju liðini vóru: 1. USA 2. Ukraina 3. Russland 4. India 5. Noreg 6. Turkaland 7. Poland 8. Frakland 9. Ongland 10. Peru

Norðurlond: 5. Noreg 45. Danmark 55. Finnland 59. Svøríki 60. Ísland 101. Føroyar.

Talvolympiada verður aftur í 2018 í Batumi í Georgia.

OL 2016: Okkara 12. september

Dagurin í dag gjørdist søguligur í føroyskari telving. Í dag fingu Føroyar sín fyrsta stórmeistara.

Tað gjørdist greitt, tá ið tað eydnaðist 26 ára gamla Helga Dam Ziska at vinna talvið á 1. borði móti altjóða meistara í dystinum móti Bolivia í tíggjunda og næstsíðsta umfari á talvolympiaduni í Aserbadsjan. Sigurin ber í sær, at Helgi nú hevur tryggjað sær stórmeistaraheitið sum fyrsti føroyingur nakrantíð.

Frammanundan høvdu Føroyar tríggjar altjóða meistarar; hinir eru John Rødgård og John Arni Nilssen. Les meira »

OL 2016: Talvini frá 10. umfari: Føroyar – Bolivia