OL 2016: Vit møta Íslandi

Eftir stórsigurin á Jersey í dag er greitt, at Føroyar fáa Ísland í fjórða umfari á talvolympiaduni í Aserbadsjan í morgin mánadagin. Tað verður vorðið sum avbjóðing. Ísland hevur ríka talvsøgu og hevur verið fremsta talvtjóð í heiminum eftir fólkatalinum. Glæsisligasta tíðarskeiðið í íslendskari telving mundi vera í 80-unum. Tá mannaðu teir seg við stórmeistarum á hvørjum borði, og endaðu nummar fimm á talvolympiaduni í Dubai í 1986.

Les meira »

OL 2016: 3. umfar: Ruddiligur sigur

Føroyar vunnu í dag 3½-½ á Jersey í triðja umfari á talvolympiaduni í Aserbadsjan. Jóan Hendrik Andreasen vann fyrst á 3. borði. Okkara maður var við svarta fólkinum ágangandi í fronsku byrjanini, og fekk straks góða støðu. Hann herjaði á kongsmegin, mótstøðumaðurin tók eina offraða finnu, men hon var eitrað, og so var ballið búið.

Les meira »

OL 2016: 2. umfar: 1-3 móti Bulgaria

Tað gjørdist ein fínur dagur hjá føroyska talvlandsliðnum í Baku í dag. Eitt stig móti sterka bulgarska liðnum er væl og virðiliga góðkent, og at Helgi Dam Ziska fær remis móti so sterkum telvara sum Topalov, er einki minni enn eitt bragd. John Rødgård vísti eisini vegin við enn einum lýtaleysum avriki. Remis við svørtum móti sterkum stórmeistara – og kanska stóð John enntá betri?  3. og 4. borð taptu, men serliga Sjúrður spjálkaði væl og leingi, áðrenn hann legði kongin. Samanumtikið ein sera góður dagur.

Les meira »

OL-liðið: Eftirmeting av dystinum móti Suður Sudan

Åbningsrunden ved skakolympiaden i Baku, var en speciel oplevelse. Vi mødte Sydsudan, der stillede med én ratet spiller med et ratingtal på 1899 og tre ikke-ratede spillere. I ”gamle dage” betød dette som regel en sikker sejr. Sådan er det ikke mere. Vi fik en hård kamp.

Les meira »

OL 2016: 1. umfar: Vunnu fyrsta dystin

Føroyar vunnu 3-1 á Suðursudan í fyrsta umfari á talvolympiaduni í Aserbadsjan í dag. Helgi Dam Ziska, John Rødgård og Sjúrður Thorsteinsson vunnu og Jóan Hendrik Andresen tapti. Føroyar eru styrkismettar nógv hægri enn Suðursudan, og tí var roknað við líknandi úrsliti. John Rødgård og Sjúrður Thorsteinsson vunnu trygt við hvíta fólkinum, men við svarta fólkinum høvdu okkara menn trupulleikar.

Les meira »