Nú um middagsleitið verða fyrstu leikirnir fluttir í dystinum millum Føroyar og Kina í níggjunda umfari á talvolympiaduni í Baku í Aserbadsjan. Kina vann olympiaduna seinast og er styrkismett sum nummar trý hesaferð. Bara Russland og USA hava sterkari telvarar á sínum liðum. Men Kina hevur ikki staðið seg líka væl hesaferð sum í Tromsø fyri tveimum árum síðani. Ósigrarnir fyri Onglandi og Ungarn í báðum seinastu dystunum bera í sær, at Kina er dragnað aftur á 33. pláss í røðini.
Les meira »OL-liðið: Sensation
At vi vandt over Bosnien-Hercegovina i 8. runde af skak OL i Baku kan beskrives meget kort: Det var en sensation. Med et rating gennemsnit på 2495 er det det stærkeste hold, som vi nogen sinde har vundet over. Og hvordan gik det så til?
Les meira »OL 2016: 9. umfar: Vit møta olympisku meistarunum
Tað verður vorðið sum avbjóðing hjá føroyska talvlandsliðnum í Aserbadsjan í morgin. Vit møta sjálvum OL-gullvinnaraliðnum frá seinastu talvolympisku leikunum í Tromsø í 2014 – Kina! Tað er at undrast á, at okkara vegir skulu umskarast so seint í kappingini. Vit trimum sigrum á rað hevur føroyska liðið vunnið seg heilt fram sum nummar 47 í røðini av teimum 180 londunum, sum kappast í Baku. Kina, sum er styrkismett nummar 3, hevur óvæntað snávað í báðum seinastu dystunum, og er tí dragnað nakað í røðini. Í gjár tapti Kina 3-1 fyri Onglandi, og í dag 2½-1½ fyri Ungarn. Teir eru tí farnir á rull og eru í løtuni á 33. plássi. Kinverjar vera helst ikki mjúkir at strúka í morgin. Hjá teimum man setningurin vera púra greiður í morgin. 4-0 móti Føroyum er eitt óreingiligt krav. Allir kinesisku telvararnir eru sokallaðir superstórmeistarar við meira enn 2700 í rating. Okkara menn eiga at …
Les meira »OL 2016: Sannførandi avrik
Tað var hugaligt at síggja, hvussu føroysku telvararnir í Baku í dag grundaðu ein hin fínasta sigurin í einstøkum dysti móti dygdargóðum mótstøðuliði í nakrari talvolympiadu. At vinna á Bosnia-Herzegovina kemur ikki av ongum. Talan er um so sterka manning, sum vit kappast ímóti, at okkara menn mugu vera serliga væl útbornir fyri at útinna setningin.
Les meira »OL 2016: Talvini frá 8. umfari: Føroyar – Bosnia-Herzegovina
OL 2016: 8. umfar: Sensasjónellur sigur
Føroyska talvlandsliðið hevur seinnapartin heilt óvæntað vunnið á Bosnia-Herzegovina á talvolympiaduni í Aserbadsjan. Dysturin endaði 2½-1½ til Føroyar. Helgi Dam Ziska og Sjúrður Thorsteinsson vunnu, John Rødgård telvaði javnt og Jóan Hendrik Andreasen tapti.
Les meira »OL 2016: Talvini frá 7. umfari: El Salvador – Føroyar
OL 2016: 7. umfar – Vunnu El Salvador
Føroyska liðið hevur fingið glið á aftur við tveimum sigrum í seinastuni. Í dag 3-1 móti El Salvador. John Rødgård leyp um í dag og helt frí. Kanska vildi hann ikki aftur telva við svørtum. Men tað gekk fínt kortini. Helgi var tryggur. Fekk sett hvíta fólkið væl upp frúgvarmegin í heldur óvanligum sisilianara, vann sær lítlan fyrimun, sum so líðandi varð mentur og útbygdur móti manni við sløkum 2300 í rating.
Les meira »OL-liðið: Hurlumhej
I 7. runde stillede El Salvador op uden deres 1. bræt, så vi var pæne favoritter.
Les meira »OL-liðið: Ikki heilt so lætt
6. runde ved OL i Baku kom ikke til at forløbe så let, som vi inderst inde troede på. Sao Tome & Principe var meget bedre, end deres rating viste.
Les meira »