Telvararnir við hægsta styrkitalinum í Landsliðsbólkinum, Helgi Dam Ziska og Rógvi Egilstoft Nielsen, vunnu báðir í fyrsta umfari í FM-kappingini í talvi fyri einstaklingar í gjár. Helgi vann á Ólavi Simonsen og Rógvi á Hans Kristiani Simonsen. Á hinum borðunum var remis. Carl Eli Samuelsen og Sjúrður Thorsteinsson telvaðu javnt sínamillum, og sama gjørdu Rani Nolsøe og Rógvi Mortensen. Les meira »
Tíðindi
Helgi stórfavorittur
Sterkur FM-flokkur
Leygardagin byrjar árliga føroyameistarakappingin í talvi fyri einstaklingar. Telvað verður í Finsen – gomlu kommunuskúlaauluni í Havn. Umførini eru sjey í alt. Lagt verður fyri leygardagin 24. mars, og kappingin endar Langa fríggjadag 30. mars. Les meira »
Havnar Telvingarfelag vann
Landskappingin í talvi endaði um vikuskiftið. Allir dystirnir í seinasta umfari vórðu telvaðir á Finsen í Havn leygardagin.
Í 1. deild endurvann Havnar Telvingarfelag meistaraheitið. Avgerandi dysturin millum oddaliðini Havnina og Sandavág endaði javnur 2-2. Javnleikurin tryggjaði havnarmonnum FM-heitið. Hjá vágamonnum kravdist ein 3-1 sigur, skuldu teir ogna sær meistaraheitið. Les meira »
Havnin ella Sandavágur
Í morgin leygardagin fellur avgerðin í landskappingini í talvi 2018. Allir dystirnir í seinasta umfari vera á Finsen í Havn – í nýumbygdu gomlu kommunuskúlaauluni. Fyrstu leikirnir verða fluttir longu klokkan tíggju fyrrapartin. Les meira »
FM tilmeldingar
Luttakaralistin til FM. Les meira »
Talvkapping fyri børn og ung sunnudagin 18. mars
Talvkapping fyri børn og ung verður á Eiði sunnudagin 18. mars kl. 14. Telvað verður í skúlanum á Eiði.
Øll eru vælkomin at vera við, bara man dugir mannagongdina. Telvað verður í 5 aldursbólkum:
• 2 flokkur og yngri
• 3 og 4 flokk
• 5 og 6 flokk
• 7 og 8 flokk
• 9 flokk og 10 flokk Les meira »
Síðsta umfar verður telvað í Havn
Síðsta umfar í liðkappingini verður telvað leygardagin 17.03.2018 í Finsen. Byrjað verður kl. 10.00.
Spenningurin varðveittur
Einki er avgjørt í nakrari deild eftir dystirnar í næstseinasta umfari í landskappingini í talvi í dag. Í báðum fremstu deildunum bíða rættir finaludystir í síðsta umfari um tvær vikur, og í 3. deild er heldur einki avgjørt.
Havnin og Sandavágur
Í 1. deild stendur kappingin enn sum áður millum Havnina og Sandavág. Bæði vunnu sannførandi í dag. Vágamenn vunnu 4-0 á kollfirðingum og FM-manningin hjá Havnar Telvingarfelag vann 3-1 á Klaksvíkar Talvfelag. Tað ber í sær, at munurin tódnaði niður í tvey stig. Fyritreytirnar undan avgerandi toppdystinum millum oddaliðini í síðsta umfari minna nógv um støðuna í fjør. Tá vunnu vágamenn 3-1, men gjørdust kortini eitt hálvt stig ov stuttir. Les meira »
Avgerandi umfar í morgin
Í morgin sunnudagin verður níggjunda og næstsíðsta umfar í landskappingini í talvi. Í øllum deildum valdar spenningur, tí stutt er millum oddaliðini.
Í fremstu deildini tykist Havnar Telvingarfelag kortini at hava góðar møguleikar at endurvinna meistaraheitið. Fyri dystirnar í morgin eru teir trý stig undan harðastu kappingarneytunum. Les meira »