Nú á middegi verður farið undir seinna talvið í fyrsta umfari í stóru World Cup talvstevnuni í Tbilisi í Georgia.
Føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska telvaði í gjár óvæntað javnt móti aserbadsjanska superstórmeistaranum Teimour Radjabov, sum er nummar 22 í heiminum. Í seinna sínamillum talvinum teirra millum í dag hevur Helgi hvíta fólkið. Vinnarin fer víðari í kappingini, taparin er úti. Skuldi tað aftur staðið á jøvnum í dag, er kviktalv á skránni í morgin. Les meira »