Heim / Tíðindi (síða 4)

Tíðindi

Rógvi og Høgni í Kroatia

Í hesum døgum, 15/12 til 22/12, luttaka brøðurnir Rógvi (2339) og Høgni Egilstoft Nielsen (2400) í stóru altjóða talvkappingini Zadar Open í Kroatia. Les meira »

Nýggjur styrkilisti

Altjóða talvsamgongan FIDE hevur kunngjørt styrkilistan fyri desember 2018.

Tað mest áhugaverda fyri okkum er, at Helgi Dam Ziska stendur nú sum nummar 75 í heiminum í kviktalvi. Í kviktalvi hevur telvari vanliga hálvan tíma ella 25 minuttir til talvið.  Les meira »

Sandavágsmenn økja

Oddaliðið í landskappingini í talvi, Sandavágs Talvfelag, økti um leiðsluna við knúsandi 4-0 sigri á Klaksvíkar Talvfelag í triðja umfari sunnudagin.

Les meira »

Liðið til NM fyri skúlaungdóm 2019 úttikið

Úttøkukapping til NM fyri børn og ung var í Gula skúla í Havn í gjár. Tilsamans 51 luttakarar vóru, og harav vóru heili 34 luttakarar í yngsta aldursbólki. Hetta er ein hin størsta úttøkukappingin fyri ung, ið TSF hevur fyriskipað, so útlit eru fyri eini bjartari framtíð fyri talvi í Føroyum. Eisini er hugaligt at síggja fleiri luttaka. Les meira »

Rógvi fekk annan IM-normin

25 ára gamli Rógvi Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag tryggjaði sær í dag annan IM-normin í altjóða talvkappingini Runavík Open, sum endaði í Løkshøll í kvøld.

Javnleikur í seinasta umfari í dag móti russiska stórmeistaranum Aleksandr Karpatchev var eitt minstakrav, skuldi málið røkkast, og tað eydnaðist við bit og slit. Tap tóktist vera í hendi hjá vágamanninum, men kringur fløkti hann støðuna so væl, at russiski stórmeistarin misti tráðin, so at talvið kortini endaði javnt. Les meira »

IM-normar í ljósmála

Brøðurnir Rógvi og Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag kunnu báðir tryggja sær sokallaðan IM-norm í altjóða talvkappingini Runavík Open, sum endar í Løkshøll í dag. Les meira »

Rógvi á 3. plássi

Eftir dagsins fyrra umfar, og sjeynda íalt, er Rógvi E. Nielsen (2339) framvegis við í toppinum. Rógvi telvaði javnt móti stórmeistaranum Oleg Korneev (2551), ið undan umfarinum lá einsamallur á odda við 5 stigum. Les meira »

Rógvi í oddastríðnum

Rógvi Egilstoft Nielsen hevur nú lagt seg fram í oddan í altjóða talvkappingini Runavík Open í Løkshøll. Rógvi hevur 4½ stig eftir seks umfør, og er nummar tvey í kappingini saman við trimum útlendskum stórmeistarum. Les meira »

Góður føroyskur dagur

Tað gekst væl hjá bestu føroysku telvarunum í altjóða kappingini Runavík Open í gjár.

Høgni Egilstoft Nielsen er framvegis ósigraður. Í gjár telvaði hann javnt móti russiska stórmeistaranum Vasily Papin. Eldri bróðirin, Rógvi Egilstoft Nielsen, vann á íslendska IM-aranum Gudmundi Kjartanssyni, sum vann Runavík Open í 2016. Høgni og Rógvi hava 3½ stig hvør eftir fimm umfør, og eru javnir á fjórða plássi saman við tveimum stórmeistarum. Les meira »

Trongt í toppinum

Í dag verður farið undir fimta umfar í altjóða talvkappingini Runavík Open í Løkshøll.

28 telvarar eru við – helvt um helvt føroyingar og útlendingar. Átta útlendskir stórmeistarar eru við í kappingini. Flestu av teimum eru ættaðir úr londum í fyrrverandi Sovjettsamveldinum. Fremstir við 3½ stigum hvør eftir fýra umfør eru stórmeistarnir Vasily Papin úr Russlandi og Oleg Korneev, sum er úr Russlandi, men býr og umboðar Spania.
Les meira »