Trettan føroyskir telvarar hava verið við í stóru almennu kappingini Xtracon Chess Open í Danmark, sum endaði ólavsøkudag. Hetta er størsta og sterkasta árliga talvkapping í Danmark. Føroyski landsliðsspælarin Olaf Berg fekk sjey stig av tíggju møguligum og gongur 22 stig fram á altjóða styrkilistanum. Í seinasta umfari ólavsøkudag vann Olaf á danska stórmeistaranum Carsten Høi. Les meira »
Tíðindi
Helgi nummar fimm í Faroes Open
Altjóða talvkappingin Faroes Open endaði á Giljanesi á vestanstevnu í gjár. Sjey stórmeistarar og fimm altjóða meistarar hava verið millum teir 36 telvararnar í kappingin – útlendskir og føroyskir hvørt um annað. Fleiri av fremstu føroysku telvarunum vóru við, t.d. allir fimm, sum mannaðu okkara landslið í EM-kappingini á Kreta í fjør heyst. Les meira »
Seinasta umfar á Giljanesi
Longu klokkan 10 í morgun leygardagin setast telvarar aftur við borðini til seinasta umfar í altjóða talvkappingini Faroes Open í Vágum. Les meira »
Sterk talvkapping á Giljanesi
Í dag verður farið undir áttanda og næstsíðsta umfar í sterku talvkappingini Faroes Open í Vágum. Hetta er triðja almenna kappingin av sínum slagi, sum talvfeløgini í Kollafirði og Sandavági skipa fyri. Undanfarnu árini hevur verið telvað í Kollafirði. 36 telvarar eru við í ár. Her er alt frá telvarum næstan í heimsflokki niður í nýbyrjarar í einum potti.
Snarkapping
Í samband við altjóða talvkappingina Faroes open, verður skipað fyri snarkapping hóskvøldið 12.07.2017 kl. 19.30 í skúlanum á Giljanesi. Kappingin er fyri øll, bæði roynd og minni roynd.
So er klárt til Faroes Open 2018
Annað árið á rað verður kappingin Faroes Open telvað. Í ár verður hon telvað í Sandavági í sambandi við 50 ára føðingardagin hjá Sandavágs Talvfelag, og tað er skúlin á Giljanesi, sum verður karmur um stóru kappingini.
Havnin steypavinnarar 2018
Havnar Telvingarfelag gjørdist vinnari av steypakappingini 2018.
Í frálíkum kørmum Úti á Gjógv í Sandavági, varð steypakappingin í talvi fyriskipað. 8 lið vóru við í kappingini, harav Sandavágs Talvfelag veruliga spílaði seg út, og luttók vid 3 liðum! Kappingin bleiv skipað soleiðis, at øll liðini telvaðu móti hvørjum øðrum einaferð. Sterkasta liðið á pappírinum var Sandavágs Talvfelag 1, har Nielsen beiggjarnir mannaðu fremstu borðini. Næstir vóru havnamenn, sum høvdu GM Helga Dam Ziska á 1. borði. Les meira »
OL-talvlandsliðið sett
Nú er greitt, hvussu føroyska talvlandsliðið verður mannað á olympiaduni í heyst. Liðið skal kunngerast á samkomu í Sandavági í kvøld, har ið hin árliga steypakappingin millum lið hevur verið í dag.
Hin 43. talvolympiadan verður í Batumi í Georgia í døgunum frá 23. september til 6. oktober í ár. Les meira »
Helgi í topp 100
Føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska hevur nú vunnið seg fram millum hundrað teir sterkastu í heiminum í kviktalvi. Á nýdagførda styrkilistanum hjá FIDE, altjóða talvsamgonguni, stendur Helgi nummar 90 í heiminum við styrkitalinum 2664.