Tað eydnaðist at vinna tann týðandi dystin móti Monaco í EM-kappingini fyri smátjóðir í talvi í Andorra í kvøld. Tað endaði 2½-1½ til Føroyar.
Seinastu Tíðindini
Tepur sigur
Føroyar vunnu í dag 2½-1½ móti Jersey í fimta umfari í EM-kappingini í talvi fyri smátjóðir í Evropa. Heldur óvæntað stóð á at vinna dystin. Á triðja borði var Rógvi Egilstoft Nielsen við hvíta fólkinum tikin av fótum av mótstøðumanni við útivið 500 ratingstigum færri, og tapti. Hetta kom ógvuliga óvart á og dátt við so tíðliga í dystinum. Men á fremstu borðunum var einki vingl. Helgi Dam Ziska og Høgni Egilstoft Nielsen vunnu báðir sannførandi. Á 4. borði hevði Silas Eyðsteinsson lítlan fyrimun, men mátti til endans sættast við remis. Les meira »
Vunnu á Liktinstein
Føroyar vunnu 3½-½ á Liktinstein í fjórða umfari í EM-kappingini í talvi fyri smátjóðir í dag. Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen og Silas Eyðsteinsson vunnu, og John Rødgård telvaði remis. Les meira »
Tveir stórsigrar
Føroyar gjørdu bart í báðum dystum í EM-kappingini fyri smátjóðir í talvi í dag. Í fyrra dystinum í morgun vunnu Føroyar 4-0 á San Marino, og í kvøld vunnu føroyingar 3½-½ á Guernsey. Helgi Dam Ziska var ikki við í morgun. Tá telvaðu Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft Nielsen, John Rødgård og Silas Eyðsteinsson. Allir vunnu trygt.
Javnt móti Luksemburg
Føroyar telvaðu 2-2 móti Luksemburg í fyrsta umfari í EM-kappingini fyri smátjóðir í Evropa, sum nú er byrjað í Andorra. Tað endaði javnt á øllum fýra borðum. Úrslitið var helst betri fyri Luksemburg enn Føroyar. Á trimum av fýra borðum høvdu føroysku telvararnir hægristyrkital, men ongum eydnaðist at vinna. Les meira »
Aftur í eldin
Føroyska talvlandsliðið er aftur við í altjóða kapping. Í dag byrjaði EM-kappingin fyri smátjóðir í Evropa. Telvað verður í Andorra. Tíggju lið kappast. Tey eru Føroyar, Luksemburg, Monaco, Andorra, Kýprós, Malta, Liktinstein, San Marino, Jersey og Guernsey. Av hesum liðum var Føroyar einasta smátjóðin, sum var við í stóru EM-kappingini fyri landslið á Kreta mánaðarskiftið oktober/november. Har endaðu Føroyar nummar 36 av 40 liðum. Les meira »
Vónbrot
Føroyar taptu heili 4-0 fyri Íslandi í seinasta umfari í EM-kappingini í talvi á Kreta í dag. Hetta var ringasta úrslit í kappingini hjá føroyska liðnum. Tað ber í sær, at Føroyar enda nummar 36 av teimum 40 liðunum í kappingini. Føroyska liðið var styrkismett nummar 35. Les meira »
Helgi ikki við
Nú á middegi verður farið undir seinasta dystin í EM-kappingini í talvi á Kreta. Føroyar telva móti Íslandi. Ísland hevur tríggjar stórmeistarar á liðnum og ein altjóða meistara. Føroyski stórmeistarin, Helgi Dam Ziska, verður ikki við í dag. Helgi hevur staðið seg ógvuliga væl í kappingini, og er ósigraður á 1. borði. Sum skilst er tað eftir egnum ynski, at hann ikki telvar í dag. Hann var heldur ikki við í gjár, tá telvað var móti Kreta. Tá var sagt, at tað var fyri at geva Rógva Egilstoft Nielsen møguleikan at telva við hvíta fólkinum á øðrum borði. Fekk Rógvi remis, hevði hann ognað sær fyrsta IM-normin. Rógvi vann og hevur tí vissað sær sín fyrsta IM-norm. Les meira »
NM hópurin 2018 settur
Sunnudagin varð NM 2018 úttøkukappingin í talvi telvað í Klaksvík. NM fyri skúlaungdóm verður hildið í Finnlandi í februar mánaða. Við vóru 23 luttakarar, býtt yvir 5 aldursbólkar, har tveir teir fremstu telvarnir í hvørjum bólki sleppa at umboða Føroyar til NM.
Spenningurin helt sær til seinasta leik í fleiri av bólkunum. Les meira »
Rógvi fekk IM-normin
Rógvi Egilstoft Nielsen tryggjaði sær sín fyrsta IM-norm við at vinna sítt talv í EM-kappingini fyri landslið í dystinum móti Kreta í dag. Sjálvur dysturin endaði javnur 2-2. Úrslitið kom eitt sindur dátt við, tí okkara telvarar høvdu allir hægri styrkital enn mótstðumenninir. Høgni Egilstoft Nielsen og John Rødgård telvaðu remis, men John Arni Nilssen tapti á fjórða borði. Les meira »