Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini (síða 25)

Seinastu Tíðindini

Liðkappingin – Avgerðin bíðar

Fyrsta lið hjá Sandavágs Talvfelag skal gera ein rimmar vørr í síðsta umfari í landskappingini um knappar tvær vikur, skulu teir endurvinna meistaraheitið í talvi.

Havnar Telvingarfelag økti leiðsluna við hálvum stigi eftir dystirnar í níggjunda og næstsíðsta umfari í dag. Havnarmenn, sum hava verið omaná í øllum níggju dystunum í vetur, vunnu 3-1 á øðrum liði hjá Klaksvík. Carl Eli Samuelsen og Sjúrður Thorsteinsson grundløgdu sigurin á aftaru borðunum, meðan Olaf Berg og Martin Poulsen máttu sættast við remis á báðum fremstu borðunum.

Sandavágs Talvfelag vann 2½-1½ á fyrsta liði hjá Klaksvík. Høgni Egilstoft Nielsen og Silas Eyðsteinsson vunnu, Rógvi Egilstoft Nielsen telvaði á 1. borði remis móti Ólavi Simonsen, meðan Torkil Nielsen mátti lúta fyri Steintór Rasmussen. Les meira »

Senior-Danmarksmesterskabet 50+ 2017

I perioden 12.-18. februar deltog undertegnede i Senior-DM i Løgumkloster. Turneringen foregik på højskolen, og det viste sig at være en glimrende idé. Tilbuddet om kost og logi under hele turneringen for 2.000 kr. var så godt, at langt de fleste af deltagerne tog imod det. Vi blev ikke skuffede. Der var masser af hyggeligt samvær; både under måltiderne og efter runden. Alt fungerede simpelthen upåklageligt, og havde vi nogle ønsker, prøvede arrangørerne straks at gøre noget ved det. Endvidere var der indlagt flere tilbud om rundvisning i området. Les meira »

Liðkappingin – Óbroytt í oddanum

Støðan broyttist einki millum oddaliðini í talvi eftir dystirnar í áttanda umfari í landskappingini sunnudagin.

Havnar Telvingarfelag er framvegis hálvttriðja stig undan Sandavágs Talvfelag, nú tvey umfør eru eftir. Klaksvíkar Talvfelag togaði seg eitt vet nærri oddaliðunum við knúsandi sigri á øðrum liði hjá Havnini. Les meira »

NM 2017: Føroyar fingu íalt 18 stig

NM kappingin fyri skúlaungdóm endaði í dag.
Tað eydnaðist ikki okkara telvarum at røkka heiðursmerkjaplássunum, men tað var ikki tó ikki so langt frá hjá Luitjen Akselsson Apol, ið varð besti føroyingurin við 3,5 stigum. Les meira »

NM 2017 1. og 2. umfar: Benjamin bestur av føroyingunum

Í dag eru tvey tey fyrstu umførini farin afturum í NM kappingini fyri skúlaungdóm. Í 1. umfari fingu okkara unglingar 2,5 stig, meðan tað hilnaðist eitt vet betri í 3. umfari, har 3 stig komu til høldar.
Benjamin Reinert Fjallheim er higartil bestur av føroyingunum. Hann hevur fingið 1,5 stig av 2 møguligum. Les meira »

NM fyri skúlaungdóm 2017

Í døgunum 16. til 19. februar 2017 verður árliga norðurlendska kappingin fyri skúlaungdóm avhildin í Drammen, Norra.
Við í kappingini eru 10 føroyskir ungdómar, tveir í hvørjum av teimum 5 aldursbólkunum. Les meira »

Styttist í smáum

Føroyameistarnir úr Sandavágs Talvfelag ota seg smátt um smátt fram á oddaliðið Havnar Telvingarfelag í landskappingini í talvi.

Dystirnir í sjeynda umfari vóru í dag. Í 1. deild vóru úrslitini: Havnin 1 – Klaksvík 1 3-1, Havnin 2 – Sandavágur ½-3½ og Klaksvík 2 – Kollafjørður 2½-1½.

Støðan í 1. deild er nú henda: 1. Havnin 1 23½ stig  2. Sandavágur 21  3. Klaksvík 1 15½  4. Havnin 2 10½  5. Klaksvík 2 7  6. Kollafjørður 6½. Les meira »

Dystur í 2. deild útsettur

Dysturin í 2. deild millum ST2 og GT1 er útsettur til sunnudagin 19.02.2017 vegna jarðarferð.