Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini (síða 40)

Seinastu Tíðindini

Small Nations Monaco 3. umf

Kypriotar hava ein 14 ára gamlan á 1. borði, men talentið frá Kypros hevði ongan kjans móti Helga. 

 

John Arni hevði fyrimun alt talvið og vann ein greiðan sigur á 2. borði.

 

John R. er ikki nøgdur ídag, hann kom væl frá fronsku byrjanini, sum hann kennir út og inn,

men fór skeivur onkustaðni í miðtalvinum. Hettar gav hvítan ein lítlan fyrimun, men tíbetur fyri John, fann kypriotin ikki bestu leikirnar, og endaði talvið javnt. 

 

Olaf telvaði skotsku byrjanina og stóð væl alt talvið. Miðskeiðis ella væl tað, sá út sum at svartur kom fyri seg, men Olaf hevði tamarhald á opnu støðuni, og vann eitt gott talv.

'

6½ stig av 8 møguligum er ein frálík byrjan, og liggja Føroyar nú næstfremst í kappingini.

Tað ger tað heldur ikki verri, at Andorra telvaði javnt móti Malta ídag – eitt óvæntað úrslit. 

Matchstig telja fyrst, síðan borðstig og seinast innanhýsis úrslit, tá ið endaliga støðan skal gerast upp.

 

Liðini, úrslit og støður eru her + LIVE:

http://www.echecs.asso.fr/

 

Blancs Res Noirs    
Monaco 4 0 San Marin    
Andorre 2 2 Malte    
Luxembourg 3 1 Guernesey    
Chypre 0,5 3,5 Iles Feroe    
Liechtenstein 3,5 0,5 Jersey

 

Small Nations Monaco 1. umf

Í ferðalagnum eru IM Helgi Dam Ziska, IM John Arni Nilssen, IM John Rødgaard,
FM Olaf Berg, Høgni Egilstoft Nielsen og Finnbjørn Vang, forseti í TSF sum ferðaleiðari.
 
Føroyska liðið er styrkismett nr.1 við eini miðalrating á 2380 – mesta nakrantíð
hjá føroyska talvlandsliðnum. Andorra hevur 2370 í miðalrating, og væntast kann
at vinnarin finnist millum hesi liðini.
 
1. umfar verður kl. 14 føroyska tíð og møta Føroyar Luxembourg.
Í dag telva Helgi, John Arni, John og Olaf.
 
Fylgjast kann við LIVE á netinum á heimasíðuni hjá franska talvsambandinum:

www.echecs.asso.fr

 
 
 
 

Small Nations Monaco 2. umf

 

 
Helgi á fyrsta borði fekk tíðliga fyrimun í talvinum móti Phillippe Linster, og vann ein greiðan sigur.
 
Á øðrum borði hevði John Arni svarta fólkið móti Christian Jeitz. Talan var um eitt javnt talv, har ikki stórvegis hendi, men javnleikur við svørtum er góðtikið.
John Rødgaard møtti Fiona Steil-Antoni við hvítum. Talvið var róligt við lítlum fyrimuni til John,
men knappliga fekk svartur møguleikar og í endatalvinum var tað Fiona ið royndi at vinna.
Hóast drúgt talv, endaði tað heila við remis.
Olaf Berg telvaði eitt fínt talv við svørtum móti Claude Hoegener, og hálaði ein góðan sigur heim.
 
3 – 1 móti Luxembourg, sum vann seinastu kappingina í Føroyum, er eitt fínt úrslit. Hóast føroyska liðið er styrkismett væl omanfyri Luxembourg, hava tey eitt gott lið. At byrja við einum greiðum sigri í 1. umfari, er altíð ynskiligt og gevur ábendingar um, at kappingin fer at hildnast væl.
 
Týsdagin verður mótstøðuliðið Kypros. Telvingin byrjar kl. 14 og kann fylgjast Live her:
 
Liechtenstein ½ Monaco    
Jersey 0 4 Chypre    
Iles Feroe 3 1 Luxembourg    
Guernesey 0 4 Andorre    
Malte San Marin
 
 
 
 

NM úttøkukapping í Klaksvík


Kappingin verður í somu aldursbólkum sum til NM-kappingina:

A – bólkur: Telvarar føddir 1996-98 (17-20 ár)
B – bólkur: Telvarar føddir 1999-00 (15-16 ár)
C – bólkur: Telvarar føddir 2001-02 (13-14 ár)
D – bólkur: Telvarar føddir 2003-04 og (11-12 ár)
E – bólkur: Telvarar føddir 2005 og seinni. (10 ár og yngri)

Kappingin er opin fyri ØLLUM áhugaðum talvungdómi !

 

Byrjað verður kl. 11 í Snjøllu Bjøllu.

Kappingarskipan verður løgd eftir luttakaratalinum.

 

Seinasta freist at melda luttøku, er fríggjakvøldið 13. novembur 2015 kl. 21.00.

Meldið til á tlf. 24 36 37 ella tilmelding@faroechess.com  – Minnist til at upplýsa føðingardag tá meldað verður til.

 

Í undankappingunum verða talvklokkur einans brúktar, um talvið gerst ov drúgt.

Í finaluni verða talvklokkur brúktar. Tíðin verður 20 min. + 30 sec/leik í part til hvørt talvið.

Vanligar talvreglur eru galdandi fyri kappingarnar – hesar kunnu ikki tillagast.

 

6 av teimum fremstu í hvørjum bólki, samanlagt eftir tvær kappingar, telva í finaluni. Dømi: telvari X luttekur í tveimum kappingum og fær 2 stig í fyrstu kapping og 2 í aðru kapping.

Samanlagt hevur telvari X fingið 4 stig. Telvari Y luttekur í einari kapping og fær 3 stig, samanlagt fær hann 3 stig. Av hesum fer telvari X í finaluna við 4 stigum.

Enda telvarar javnir í stigum, hevur telvari, ið luttekur í báðum undankappingum framíhjárætt. 

 

Í finaluni vinna tveir teir fremstu telvararnir í hvørjum bólki sær rættindi at luttaka í Norðurlandameistaraheitinum fyri skúlaungdóm 2016 í Svøríki.


TALVSAMBAND FØROYA

Jákup Thomsen lagt kongin

Blaðungur fór Jákup at spæla kornett við Havnar Hornorkestri og kom har at kenna Ludvig Breckmann, 
ið stjórnaði orkestrinum um hetta mundið. 
Vinalagið førdi til arbeiðspláss  og starvaðist Jákup bæði í fyritøkunum hjá Ludvigi Breckmann og
Palla Christiansen longu við realskúlalok. Gjøgnum starv sítt fekk hann høvi at vitja skrivstovuna hjá Cadbury í Birmingham 
í tríggjar mánaðir, og fell enska málið honum síðani altíð lætt og raðið, 
tí samskiftið var nógv og regluligt millum umboðini í Føroyum og veitararnar í Bretlandi. 
Jákup var gløggur og hevði  gott máloyra. 
Hann varð ikki tikin í føroyskum og hevur óivað vent teim mongu ivamálunum við fróðarmonnunum
Tórarinni Evensen og Sofusi  Joensen í talvhúsinum í Dr. Jacobsensgøtu, 
har telvað var langt inn í næturnar í fimti og seksti árunum. Hugurin at læra fylgdi honum. 
Síðst í áttatiárunum fór hann at læra seg franskt umvegis Lingafon skipanina, har næmingurin skuldi endurtaka tað, 
ið kennarin segði, og var mangt undirhaldið í talvhúsinum, tá Jákup á sin serstaka hátt bar fram truplar franskar máliskur.
 
Tónleikurin fylgdi honum eisini alt lívið: á merkisdøgum í Havnar Hornorkestri, 
sunnukvøld í Gogguni  í Sjónleikarahúsinum og mikukvøld  í dansiorkestrinum í Tórshøll hjá Annu Sam. 
Her spældi brøðurnir Jákup og  Kjeld saman við Haldini, Simma, Jákupi Luth og øðrum. Tummas Pauli, yngsti bróðurin,  
útvegaði sær atgongd til dansin, hóast bert ellivu ára gamalur,  
við at mutra kontrolørarnar við nýprentaðum 14. September frá prenstmiðjuni í Hornabø, 
eftir at bløðini  vóru latin posthúsinum.
 
Nógvar skemtisøgur fylgdu í kjalarvørrinum á Jákupi. 
Personalefestin á skrivstovuni hjá Ludvigi Breckmann og  fulltrú til spiritus á pappeskjuni til Gjaldstovuna
ganga fyri at vera sannar og lýsa, hvussu hittinorðaður hann var, og hvussu serstakt og  originalt hugflog
hesin kreativi ígongdsetarin hevði. 
 
Jákup setti føtur undir egið borð í Brøttubrekku fyrst í sjeyti árunum. Altíð var hann blíður, tá ein kom á gátt. 
Har var tónleikur, talv, politikkur og ein løggur av onkrum góðum. Ikki minst á Ólavsøku, tá hann fylti.  
Eg haldi, at Jákup hevði sína bestu tíð í seksti og sjeyti árunum. Hann var formaður Havnar Framburðsfelag, 
tá hann og Palli fingu Óla stillaðan upp til løgtingsvalið. 
Hann var formaður í Havnar Telvingarfelag, ið bygdi egið hús í R. C. Effersøesgøtu. 
Eisini var hann fyrsti forseti Talvsambandsins frá 1970. 
Bókin Føroysk Telving í 20. øld eftir Súna Merkisstein lýsir hetta tíðarskeiðið sera livandi.  
At lítli Rubek og Jákup telvdu Føroyar til altjóða viðurkenning eftir áheitan frá heiðursmanninum Ásmundi Thomsen í Gøtu
er eitt ævintýr, ið er uppskrift til okkara tíð um, hvussu farast skal fram, tá úrslit skulu náast. 
Common sense, vildi Jákup sagt.  
 
Jákup var millum fremstu telvarar okkara. Hann telvdi á  talvolympiaduliðunum í Siegen í 70, Skopje í 72, 
Niece í 74 og Saloniki í 84. Hann var føroyameistari á fremsta liði hjá Havnar telvingarfelag og
frammaliga í FM-staklingakappingum. Í Sandavági í 1984, tá Torkil Nielsen vann sítt fyrsta føroyameistaraheiti,  
var Jákup nr. 2 í landsliðsbólkinum.
Talvliga var hann álopssinnaður og taktiskur.  At sita hinumegin talvborið var altíð ein avbjóðandi løta, 
ið mangan royndist hugtung við dystarlok. Ongantíð kundi tú vita, hvat hann fann uppá, og stóð hann  illa, 
var hann framvegis listinlærdur. Sjáldan hevur eitt talv verið so tapt sum tað, 
hann hevði móti Samsoni (lesið bókina), men Caissa hjálpti Jákupi  at bjarga sær við tí ytsta av fingraneglunum. 
Kongin í hornið og støðan var jøvn.
Á sjálvum gonguteiginum í Gundadali millum hondbóltshøllina og Effo varð hann ákoyrdur og illa skaddur  Ólavsøkuaftan 1982.
Vorið sum føðingardagsgáva á fýratitveyára degnum. Tað tók honum drúgva  tíð at koma fyri seg.  
1984 fekk hann arbeiði á skrivstovuni hjá Tórshavnar Skipasmiðju.  Jákup valdi at  pensionera seg einans 63 ára gamalur. 
Hann mundi hugsa um ráðini hjá Bobby Fisher : it doesn´t pay to be greedy.  Í so máta var hann ein serstakur fólkafloksmaður.
Í aðrar mátar hevði hann eina klettatrúgv á fría initiativið. Tað kom honum ikki til hugs 
at biðja um almennan stuðul til nakað, heldur ikki,  tá talan var um eitt ódnartak
sum at byggja Havnar Telvingarfelag nýtt felagshús.  
Hann var glaður um gongdina í føroyska talvheiminum og um sínar vinir, ið vóru við at stovna talvsambandið.  
Seinastu ferð hendan nevnd var viðtøkufør var á sjeytiára føðingardegi  Jákups, tá Hans Petersen, sáli , 
og Hanus Joensen vóru millum gestirnar í Brøttubrekku. Tá var hann framvegis virkin í liðkappingini. 
Seinasta ferðin,  vit vóru saman,  gekk til Sandavágs at telva í triðju deld. Lagið var gott, men maðurin viknaður.
Við fráferð Jákups Thomsen er eitt ættarlið av talveldsálum í Føroyum farið um sýn.
 
Ærað veri minnið um vinin og hugsjónarmannin Jákup Thomsen.
 
Andrias
 
 
 

 

 

 

Aðalfundurin

Í nevndini sita:

~

Finnbjørn Vang, form. (stendur fyri vali)

Elmar R. Fjallheim (stendur fyri vali)

Liljan Jacobsen (stendur fyri vali)

Ingolf Gaard

John Rødgaard

 

Umframt nevndina, vóru umboð fyri Tofta-, Havnar- og Klaksvíkar- og Vestmanna talvfelag møtt.

(Ingolf Gaard býr í DK, og var tí ikki á fundi)

  • Finnbjørn las ársfrágreiðingina fyri farna talvár.

Viðmerkingar til roknskapin:

  • Fáa inntøkur fyri steypakappingina við (inntøkupost og útreiðslupost hvør sær)

  • Barnakapping? Ivi er um útreiðslurnar ikki eiga at vera størri.

  • Hugaítróttur: Talv/Bridge. FV sigur eitt sindur um býtið ímillum hesi.

  • Yvirskotið hjá TSF, sum er á leið 150.000 kr er ætlanin at brúka m.a. til kappingar í 2014 og 2015

  • Í 2014 verða NM og OL

  •  

Nevndin er afturvald. Eykalimir er Jógvan Næs og Tummas Martin Sólsker.

Grannskoðarar eru afturvaldir

Dómsnevndin er afturvald.

 

Innkomin uppskot:

Li Limagjald. Uppskotið á100 kr frá seinasta aðalfundi er strikað. Nýtt uppskot er, at limagjaldið verður goldið forút og ikki goldið afturút, sum gjørt hevur verið til nú. Tey, sum hava goldið fáa góðskrivað árið 2013. Feløg, sum ikki hava goldið, fáa ikki hendan ágóða.

Hetta bleiv samtykt.

K Kalendarin er ikki klárur, men feløgini hava givið grønt ljós fyri at skipa fyri kappingum. Liðkapping byrjar uml 20. okt.

Fundurin endaði kl 18.30

 

Nevndin skipaði seg soleiðis:

 

Finnbjørn Vang, formaður

Elmar R. Fjallheim, næstformaður

Liljan Jacobsen, skrivari

John Rødgaard, nevndarlimur

Ingolf Gaard, nevndarlimur

 

Eykalimir:

Tummas M. Sólsker

Jógvan Næs

FM Ung 19. okt. útsett

FM Ung kappingin 19. oktober er útsett. Nærri kunning kemur seinni.

 

Úrslit GP1 og 2

IM John Rødgaard kom allan vegin úr Suðuroy, og fór ikki tómhentur avstað aftur.

Hann endaði á fyrsta plássi saman við Finnbirni Vang, sum hevði eina av sínum vanligu kappingum, heldigur tá ið tað krevst.

Høgni Egilstoft Nielsen var ávegis til Skála, men leyp inn á gólvið áðrenn fótbóltin, og tók við sær eitt triðjapláss.

 

Onnur kapping í GP-røðini bleiv telvað í Tofta Talvfelag ídag. Framúr gott veður er sjáldan gott fyri talvkappingar, men teir 10 ið savnaðust fingu ein fína kapping. Brandur – sum veruliga er ein brandur at baka – hevði aftur tikið køku og annað gott við til telvararnar, og harvið var líka sum støðið lagt. Tað er stutt sagt, altíð eitt gott upplivilsi at telva á Toftum – teir eru so serstakliga gestablíðir !

 

IM John Rødgaard var aftur við á Toftum , og enn eina ferð ratingfavorittur.

Maður kemur í mans stað sigst, og bóltsnillingarnir úr Sandavági avgjørdu, at senda eldra beiggjan hesaferð.  

Leirvíkingar hava ikki havt talvfelag í nøkur ár nú, men á Tofum vóru heili tveir leirvíkingar.

Símun Skorastein – sum nú telvar við KTF – hevði tikið John Joensen við, sum á ungum árum gjørdist Unglingaføroyameistari.

Úr Gøtu kom Óla Jákup Thomsen, meðan toftamenn mannaðu restina. 

 

Favorittarnir fóru avstað við øllum, men tað var ikki í røttum uppvísingarstíli.

Í fleiri talvum vóru ógreiðar støður, men tá ið saman um kom, fóru stigini har ratingfyrimunurin lá.  

Innanhýsis varð tað soleiðis, at Finnbjørn tapti á Rógva, sum tapti á John, sum tapti á Finnbjørn.

So tá ið alt rokið hevði lagt seg,  endaðu IM John, Rógvi og Finnbjørn javnir. 

 

Fremstir í Grand Prix eftir tvey umfør eru: IM John Rødgaard og Finnbjørn Vang við 11,33 stigum.

Rógvi E. Nielsen hevur 5,33 og Høgni E. Nielsen hevur 4 stig. 

 

 

 

GP1 Snarkapping

 

   Place Name                          Feder Rtg Loc  Score M-Buch. Buch. Progr.   1-2  Rødgaard, John                          2357 6.5      15.0  21.5   25.5       Vang, Finnbjørn                         2019 6.5      15.0  21.5   25.5   3   Nielsen, Høgni Egilstoft                2106 4.5      17.0  23.5   16.5   4   Sólsker, Tummas Martin                  1848 3.5      18.0  24.5   12.5  5-6  Skorastein, Símun                       1486 2.5      19.0  25.5   11.0       Baldursson, Rani                        1967 2.5      19.0  25.5   10.0   7   Jacobsen, Heiðrikur Tindskarð           1825 2        19.5  26.0   11.0   8   Skaale, Janus                           1414 0        19.5  28.0    0.0 

Cross Table

   

   
by Swiss Perfect (TM)  www.swissperfect.com
   No
Name Feder Rtg #1 #2 #3 #4 #5 #6 #7 #8
1 Rødgaard, John     * D W W W W W W
2 Vang, Finnbjørn     D * W W W W W W
3 Nielsen, Høgni Egilstoft     L L * W W D W W
4 Sólsker, Tummas Martin     L L L * W D W W
5 Skorastein, Símun     L L L L * D W W
6 Baldursson, Rani     L L D D D * L W
7 Jacobsen, Heiðrikur Tindskarð     L L L L L W * W
8 Skaale, Janus     L L L L L L L *

 

 

 

GP2 Toftir

Standings

   Place Name               Feder Rtg Loc  Score M-Buch. Buch. Progr.   1-3  Nielsen, Rógvi E.            2225 6        20.0  27.0   24.0       Vang, Finnbjørn              2019 6        20.0  26.0   22.0       Rødgaard, John               2357 6        18.0  25.0   25.0  4-5  John, Joensen                1823 4        18.0  24.0   14.0       Danielsen, Andrias           1710 4        15.0  21.0   16.0  6-7  Skorastein, Símun            1486 3        22.0  28.0   13.0       Højgaard, Brandur            1661 3        19.0  25.0   12.0   8   Jacobsen, Arnhold            1303 2        15.0  21.0    8.0   9   Hansen, Justinus             1519 1        19.0  25.0    6.0  10   Thomsen, Óla Jákup           1043 0        16.0  23.0    0.0 

Cross Table

   No Name               Feder Rtg  1    2    3    4    5    6    7    1  Nielsen, Rógvi E.             9:W  2:W  5:W  3:L  4:W  6:W  7:W 2  Vang, Finnbjørn               6:W  1:L  4:W  5:W  3:W  7:W 10:W 3  Rødgaard, John                7:W  4:W  6:W  1:W  2:L  8:W  9:W 4  John, Joensen                 8:W  3:L  2:L  9:W  1:L 10:W  6:W 5  Danielsen, Andrias           10:W  7:W  1:L  2:L  6:L  9:W  8:W 6  Skorastein, Símun             2:L  8:W  3:L 10:W  5:W  1:L  4:L 7  Højgaard, Brandur             3:L  5:L  9:W  8:W 10:W  2:L  1:L 8  Jacobsen, Arnhold             4:L  6:L 10:W  7:L  9:W  3:L  5:L 9  Hansen, Justinus              1:L 10:W  7:L  4:L  8:L  5:L  3:L 10 Thomsen, Óla Jákup            5:L  9:L  8:L  6:L  7:L  4:L  2:L 
by Swiss Perfect (TM)  www.swissperfect.com