Eftir 4 umfør er Helgi D. Ziska fremstur av føroyingunum við 3 stigum, og liggur hann samanlagt á einum 57. plássi. Honum næstir eru Allan Nielsen og Jón í Horni Nielsen við 2 stigum. Allir teir føroysku telvarnir hava fingið stig. 5. umfar byrjar kl. 16 føroyska tíð í dag.
Les meira »Reykjavik Open: Flotti sigurin hjá Jón í 3. umfari
Her sæst talvið hjá Jón í Horni Nielsen (1454) frá 3. umfari, har hann flott vann á Alex Fehr (2102). Talvið var opið og spennandi, og báðir telvarar fóru í álop. Jón telvaði miðspælið væl og endaði við eini finnu meira. Jón vísti, at hann ikki er unglingaføroyameistari fyri onki, og hann telvaði rókaendatalvið sera neyvt, og fekk hálað tað heila stigið heim, har ein annars við óneyvleikum lættliga kann spæla av við avgerandi fyrimunin. Flott Jón, og tillukku við sigrinum!
Les meira »Reykjavik Open: Støður og myndir eftir 3. umfar
Frásøgur og myndir frá Katrini D. Apol og Eyð Matras úr Reykjavík. Myndir frá teimum báðum fyrstu døgunum í Reykjavík Open kappingini. Í fyrra umfarinum í dag fingu føroyingarnir 3 stig, tá Helgi, Heiðrikur og Margar vunnu síni talv. Í seinna umfarinum var úrtøkan 5 stig, tá Janus, Elmar, Allan og Jón vunnu, meðan Leif og Flóvin leiktu sínámillum remis. Helgi tók fríumfar og fekk 1/2 stig. Serliga úrslitið hjá Jón var gott, tí mótstøðumaðurin hevði 2102 í rating.
Les meira »Reykjavik Open: Føroysku úrslitini/støðan eftir 1. umfar
Her eru øll tey føroysku úrslitini og støðan eftir 1. umfar
Les meira »Reykjavik Open: Helgi er favorittur
Nú klokkan níggju íslendska tíð (tíggju føroyska tíð) varð farið undir annað umfar í Reykjavík Open 2017 í talvi. Føroya fremsti telvari, stórmeistarin Helgi Dam Ziska, vann í gjárkvøldið í fyrsta umfari á Alberto Prieto úr USA. Styrkistalið hjá honum er 1999. Í dag er mótstøðumaðurin hjá Helga Dam Ziska, sum hevur hvíta fólkið, úr Írlandi. Hann eitur Alex Byrne, og styrkistalið hjá honum er 1976.
Les meira »Reykjavik Open: Tólv føroyingar telva í Reykjavík
Mánadagin fóru tólv føroyskir telvarar til Íslands at luttaka í Reykjavik Open 2017. Fyrsta umfar var í dag. Tann einasti, sum luttók í landsliðsbólkinum í FM fyri einstaklingar, og sum er við í Reykjavík, er føroyski stórmeistarin og FM vinnarin 2017, Helgi Dam Ziska.
Les meira »Innbjóðing til steypakapping 29. apríl
Umframt kappingina er endamáli at draga samanum farna kappingarárið 2016/17 – og við Gallaveitsluni – ikki minst, at øll sum vara av telvingini fáa eina hugnaliga løtu saman. Og tað er at frøast um, at alt fleiri telvarar taka makarnar við til endabrestin ! Tá samanum kemur eru vit jú øll í somu skútu.
Les meira »Røða: Telving er sinnislig píning
Røðan, ið Tórbjørn Jacobsen borgmeistari í Runavíkar Kommunu, helt ið samband við heiðursmerkjahandanina.
Les meira »Unglingabólkurin avgjørdur við umdysti!
Av øllum bólkunum í FM í talvi fyri einstaklingar 2017 í Løkshøll, má unglingabólkurin metast at hava verið tann mest spennandi. Heilt frá byrjan av skiftust telvarar um at hava oddasessin.
Les meira »Helgi Dam Ziska føroyameistari
Stórmeistarin er aftur føroyameistari Helgi Dam Ziska hevur ikki verið við í árligu FM-kappingini í talvi fyri einstaklingar síðani 2011, men í ár lá fyri, og hann kom, sá og sigraði. Fyrr var illani, freistast tú at siga.
Les meira »