Grand Prix Finalan 2009/10, sum sambært skránni er ásett at verða telvað leygardagin 10. apríl, er fyribils útsett. Nærri verður lýst seinni.
Les meira »ELO ratingtølini dagførd
ELO ratingtølini fyri Landsliðsbólkin og 1. bólk eru nú dagførd. Sí leinkir á vinstra bredda.
Les meira »Føroyski ratinglistin 05.04.2010
Olaf Berg – Føroyameistari í talvi 2010 !
Stórtalentið, 23 ára gamli Olaf Berg, úr Tórshavn, vísti av álvara FM-format í endaspurtinum og varð – tá samanumkom – greiður vinnari, tá seinastu leikirnir vóru fluttir í FM í talvi fyri einstaklingar á Giljanesi leygardag seinnapart.
Les meira »FM-gullið hvarv – hómast í Havn !
Terji Petersen má ivaleyst ásanna, at FM-heitið smýgur sær millum fingrarnar, eftir enn eitt tap í næstseinasta umfarinum í FM í talvi á Giljanesi.
Samstundis hevur Olaf Berg beina kós ímóti fyrsta FM-gullinum nakrantíð.
Her kom av álvara vend í.
Les meira »Terji snávaði. Olaf vann toppdystin !
Kravið var ein sigur til Olaf Berg í toppdystinum ímóti Terja Petersen, Skírisdag, í 7. umfari í FM í talvi fyri einstaklingar, sum verður telvað á Giljanesi. Onki annað kundi nýtast í oddastríðnum um FM-heitið. Og tað eydnaðist. Eftir 12 leikir valdi Olaf at lata frúnna fyri riddara og rók. Sálarliga vísti tað seg vera rætta valið, men ivaleyst verður kannað dúliga, um hetta yvirhøvur kann vera rætt telvað. Terji misti líkasum stevið eftir átakið frá Olafi, men tá samanumkom restaði í veruleikanum ikki nógv í, at í minsta lagi javnleikur kom til høldar. Ein satt oddabrak !
Les meira »Terji heldur tørn: Lagnutalv Skírisdag !
Terji Petersen, úr Klaksvík, vardi leiðsluna uppá 1½ stig í Landsliðsbólkinum í 6. umfari í FM í talvi fyri einstaklingar, sum verður telvað á Giljanesi. Eftir sera drúgvt talv ímóti Torkil Nielsen seinnapartin, eydnaðist, við tógvið stríð, at hála sigurin heim. Ein sannur arbeiðssigur á fyrrverandi FM-vinnaranum úr Sandavági og enn eitt týðandi fet ímóti at enda ovastur, tá seinasti leikur er fluttur leygardagin.
Les meira »Terji Petersen greitt á odda í FM á Giljanesi
Nú 5 umfør eru telvað í FM í talvi fyri eintaklingar 2010, sum í hesum døgum verður telvað á Giljanesi, hevur Terji Petersen, úr Klaksvík, lagt seg á odda við heili 1½ stigi í landsliðsbólkinum. Hóast styrkimettur sum nr. 6 í kappingini, hilnast sera væl higartil við 4 sigrum og einum javnleiki. Harvið verður hildið fast um sera góða gongd í inniverandi kappingarári, har talan gjørdist um 8 sigrar av 9 møguligum í júst endaðu liðkappingini fyri FM-vinnararnar úr Klaksvíkini.
Les meira »Tannáringar innrás í Landsliðsbólkinum
FM í talvi 2010 fyri einstaklingar, sum verður telvað á Giljanesi frá leygardegnum 27. mars – 3. apríl, verður nakað heilt serligt. Ikki er tað hent áður, at heili tríggir tannáringar fáa møguleikan, at bjóða seg fram í Landsliðsbólkinum – bólkinum, har tað eftir 9 umfør verður staðfest, hvør er Føroya besti telvari. Skipanin er soleiðis, at 10 teir tilmeldaðu, við hægstu styrkitølunum kappast um heitið. Eitt hitt størsta talvtalentið vit hava átt nakrantíð, Olaf Berg, úr Tórshavn, sum í dag er 22 ára gamalur, má metast vera favorittur at vinna FM-heitið. Seinnu tíðina eru ábendingarnar sera sannførandi. Viljin og hugflogið er komið afturíaftur av álvara. Yngsti luttakarin, 12 ára gamli, Høgni Egilstoft Nielsen, úr Sandavági, stendur av álvara mát við favorittin, við atliti at aldursmuninum. Í fyrsta lagi er Høgni yngsti luttakarin í landsliðsbólkinum yvirhøvur. Í øðrum lagi er unglingin uml. 100-200 ratingstig hægri enn Olaf og Helgi D. Ziska vóru á sama aldri. Javnaldarnir, Rógvi E. Nielsen og Hjalti T. Jógvansson – 17 ára gamlir – eru …
Les meira »1. umfar kunning
1. umfar byrjar 27. mars kl. 18.00 vegna FM finalurnar í flogbólti, ið eisini verða á Giljanesi.
Les meira »