19 ára gamli telvarin Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavági hevur í dag tryggjað sær fyrsta IM-normin, sum er fyrsta stigið á leiðini at gerast altjóða meistari í talvi. Høgni – og bróðirin Rógvi – hava á nýggjárinum verið við í sterkari altjóða kapping í Svøríki – Rilton Cup. Fleiri enn hundrað telvarar hava verið við – eisini nógvir stórmeistarar og altjóða meistarar.
Kappingin endaði í dag. Høgni vann í seinasta umfari á svenska stórmeistaranum Pia Cramling, sum í síni tíð var mett sum fremsta kvinna í heiminum at telva. Høgni fekk 5½ stig og endaði nummar 16 í røðini. Eldri bróðirin Rógvi fekk 4½ stig. Les meira »