Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini (síða 22)

Seinastu Tíðindini

Reykjavik Open: Eygleiðingar frá eini mammu

Reykjavík Open: næstseinasta umfar

Eg kendi ikki bisp fyri rók, áðrenn alt hetta byrjaði. Í mínum barndómi var talv ein dreingjadagdvølja burturav, men eldri beiggi mín lærdi meg at spæla dam, so eg visti um finnu, hon drepur á skák.
Einaferð las eg eisini eina skaldsøgu, Dronninggambit, kallaðist hon. Minnist meg rætt, var hetta ein kærleikssøga har høvuðspersónurin telvaði seg fram til ta røttu, og eg royndi at imponera onkran garvaðan telvara, tí eg kendi orðið gambit. Les meira »

Reykjavik Open: Janus fingið gongd á

Í dagsins umfari, ið var tað 9. og næstseinasta, vóru fleiri góð úrslit hjá okkara telvarum. M.a. vann Janus Skaale (1765) á íslendska Gunnar Runarsson (2006), og Jón í Horni, ið vann á svenska Alexander Hart (1806). Hinir, ið fingu stig í dag vóru Luitjen A. Apol (1561), ið vann í føroyauppgerðini ímóti Benjamin R. Fjallheim (1322), Helgi D. Ziska (2553) telvaði javnt móti IM Bjørn Thorfinnsson (2413), Leif R. Fjallheim (1667) telvaði javnt ímóti Dustin Tennessee Opasiak (1885), Elmar R. Fjallheim telvaði javnt móti Ingrid Jodre Kvamme (1444) og Allan Nielsen telvaði javnt ímóti Svava Thorsteinsdóttir (1358). Samanlagt gav hetta okkara telvarum 5 stig. Les meira »

Reykjavik Open: 6. umfar – Aftur 5½ stig í dag

Í dagsins umfari fingu føroyingarnir 5,5 stig. Janus Skaale, Margar M. Berg,  Luitjen A. Apol og Leif R. Fjallheim vunnu síni talv, meðan Helgi D. Ziska, Heiðrikur T. Jacobsen og Suni í Horni Nielsen telvaðu síni talv javnt. Størsta (hálva) skalpin má Suni nokk eiga, tá hann telvaði javnt móti telvara, ið er styrkismettur 557 ratingstig hægri. Úrslitini hjá Luitjen, Janusi og Heiðriki vóru eisini góð, tí mótstøðumenninir vóru eisini væl hægri styrkismettir. Les meira »

Reykjavik Open: Støðan eftir 4. umfar

Eftir 4 umfør er Helgi D. Ziska fremstur av føroyingunum við 3 stigum, og liggur hann samanlagt á einum 57. plássi. Honum næstir eru Allan Nielsen og Jón í Horni Nielsen við 2 stigum. Allir teir føroysku telvarnir hava fingið stig.

5. umfar byrjar kl. 16 føroyska tíð í dag.

Les meira »

Reykjavik Open: Flotti sigurin hjá Jón í 3. umfari

Her sæst talvið hjá Jón í Horni Nielsen (1454) frá 3. umfari, har hann flott vann á Alex Fehr (2102).

Talvið var opið og spennandi, og báðir telvarar fóru í álop. Jón telvaði miðspælið væl og endaði við eini finnu meira. Jón vísti, at hann ikki er unglingaføroyameistari fyri onki, og hann telvaði rókaendatalvið sera neyvt, og fekk hálað tað heila stigið heim, har ein annars við óneyvleikum lættliga kann spæla av við avgerandi fyrimunin.

Flott Jón, og tillukku við sigrinum!

Les meira »

Reykjavik Open: Støður og myndir eftir 3. umfar

Frásøgur og myndir frá Katrini D. Apol og Eyð Matras úr Reykjavík.

Myndir frá teimum báðum fyrstu døgunum í Reykjavík Open kappingini.
Í fyrra umfarinum í dag fingu føroyingarnir 3 stig, tá Helgi, Heiðrikur og Margar vunnu síni talv.
Í seinna umfarinum var úrtøkan 5 stig, tá Janus, Elmar, Allan og Jón vunnu, meðan Leif og Flóvin leiktu sínámillum remis. Helgi tók fríumfar og fekk 1/2 stig. Serliga úrslitið hjá Jón var gott, tí mótstøðumaðurin hevði 2102 í rating. Les meira »

Reykjavik Open: Helgi er favorittur

Nú klokkan níggju íslendska tíð (tíggju føroyska tíð) varð farið undir annað umfar í Reykjavík Open 2017 í talvi.

Føroya fremsti telvari, stórmeistarin Helgi Dam Ziska, vann í gjárkvøldið í fyrsta umfari á Alberto Prieto úr USA. Styrkistalið hjá honum er 1999. Í dag er mótstøðumaðurin hjá Helga Dam Ziska, sum hevur hvíta fólkið, úr Írlandi. Hann eitur Alex Byrne, og styrkistalið hjá honum er 1976. Les meira »

Reykjavik Open: Tólv føroyingar telva í Reykjavík

Mánadagin fóru tólv føroyskir telvarar til Íslands at luttaka í Reykjavik Open 2017. Fyrsta umfar var í dag.

Tann einasti, sum luttók í landsliðsbólkinum í FM fyri einstaklingar, og sum er við í Reykjavík, er føroyski stórmeistarin og FM vinnarin 2017, Helgi Dam Ziska.

Les meira »