28 luttakarar vóru við til Føroyameistaraheitið í snartelving 2016. Stórfavorittur at vinna kappingina var Helgi Dam Ziska. Síðani 2004, tá ið Helgi vann sítt fyrsta FM-heitið í snartelving, hevur hann vunnið hvørja ferð hann hevur luttikið. Í 2012 var Helgi burturstaddur í lestrarørindum; tað árið vann John Rødgaard.
Les meira »Føroyskir telvarar uttanlanda
Í Svøríki byrjaði tiltikna Rilton Cup ídag. Hetta er 46. árið at kappingin verður fyriskipað, og er kappingin deild upp í fleiri ratingbólkar. Í ovasta bólkinum, sum eitur Rilton Cup, telva brøðurnir Rógvi- og Høgni Egilstoft Nielsen við. Heiðrikur Tindskarð Jacobsen er eisini við í Svøríki. Fylgjast kann við Rilton Cup á hesari leinkju: http://www.rilton.se/ Í Hollandi telvar Hans Kristian Simonsen við í Chess Festival Groningen, A-bólkinum. Eftir eina varliga byrjan, er Hans Kristian komin betur fyri seg. Hann hevur í skrivandi løtu 2½ stig av 5 . Leinkja til kappingina: http://www.chessfestival.nl/en/
Les meira »Heimsmeistaraheitið í kvik- og snartalv 2016
Heimsmeistaraheitið í kvik- og snartalv verður í hesum døgum telvað í Doha, Qatar. Heimsmeistarin í kviktalvi Magnus Carlsen, og Heimsmeistarin í snartalvi Alexander Grischuk eru báðir við, men saman við teimum eru eisini onnur kend nøvn, har fleiri eru serliga kendir innan kvik- og snartelving. Av hesum kunnu nevnast Hikaru Nakamura (2779) úr USA, Ian Nepomniachtchi (2767) Russland, Maxime Vachier-Lagrave (2811) Frankarríki, Levon Aronian (2795) Armenia og Sergey Karjakin (2785) Russland og Viswanathan Anand (2779) India. Í Doha er eisini HM í kvik- og snartalv fyri kvinnur. Tað er fyrstu ferð, at bæði menn og kvinnur telva samstundis um HM í kvik- og snartalvi. Men við einans 36 luttakarum, er kappingin ikki eins stór og tann hjá monnunum. Men hóast lága luttakaratalið, eru fleiri kend nøvn við har eisini. Favorittar hjá kvinnum eru Wenjun Ju (2580) Kina, Anna Muzychuk (2561) Ukraine, Humpy Koneru (2557) India og Alexandra Kosteniuk (2555) Russland.
Les meira »Føroyameistaraheitið í snartalv 2016
FM í snartalv Føroyameistaraheitið í snartalv verður fríggjadagin 30. Desembur kl 18.00. Kappingin verður skipað við 9 dupult-umførum og umhugsunnartíðin 3 min + 2 sek /leik. Virðislønir eru til 1 – 3 umframt ratingvirðislønir. Við javnstøðu á 1. plássinum, verður umdystur á 2x 3 +2 og síðani sudden death. Aðrar plaseringar verða roknaðar við korrektión. Telvað verður í Gula Skúla, liggur beint við gamla Restorff bryggjarí. Tað verður ikki gingið inni í skóm, so vinarliga hav innskógvar við; um tit ikki ynskja at ganga í sokkum. Luttøkugjald: 100 kr. fyri vaksin, unglingar 50 kr. Verður goldið á staðnum. Vinarliga møt í góðari tíð, kappingin byrjar kl. 18! Tilmelding i seinasta lagi hósdagin 29 des. kl. 18.00 á: faroechess@faroechess.com ella smsa til 22 14 22, navn + rating og føðidato. Talvsamband Føroya
Les meira »Helgi í topp 20
Nú altjóða talvsamgongan, FIDE, hevur kunngjørt nýggja desember-styrkilistan, sæst, at Helgi Dam Ziska telist millum fremstu telvarar í norðurlondum. Talið hjá føroyska stórmeistaranum er nú kvinkað upp í 2555 – hansara hægsta nakrantíð. Taka vit øll norðurlond undir einum, so er Helgi nú nummar 18 í alt. Noreg er sterkasta talvtjóð í norðurlondum. Helgi hevði verið nummar seks í Noregi. Í Danmark og Svøríki hevði hann verið nummar fimm, í Íslandi nummar fýra og í Finnlandi nummar tvey.
Les meira »Úrslit frá NM úttøkukapping í Kollafirði leygardagin 3/12-16
Her eru úrslitini og nakrar myndir frá úttøkukappingini til NM, ið verður í Norra í februar 2017. Tveir teir fremstu telvarnir í hvørjum bólki sleppa til NM.
Les meira »Úttøkukapping til NM fyri ung
Úttøkukapping til Norðurlanda Meistaraskapið fyri ung verður nú leygardagin 3/12 kl 10 í Kollafjarðar skúla. Kappast verður í 5 aldursbólkum, har øll eru hjartaliga vælkomin at verða við. Tveir teir fremstu í hvørjum bólki vinna sær rættin at umboða Føroyar í NM, sum verður í Norra í fyrru helvt av februar 2017.
Les meira »Runavík Open – Helgi dragnaði
Nu Helgi Dam Ziska gjørdist nummar fimm í altjóða talvkappingini Runavík Open, sum endaði í dag. Spurturin mishepnaðist. Tapið fyri Jóhann Hjartarson í gjár forkom honum møguleikanum at vinna kappingina, og remis í dag móti spanska stórmeistaranum Miguel Munoz bar í sær, at hann røkk ikki heilt fram í oddan.
Les meira »Runavík Open – Helgi snávaði
Klokkan tvey í dag var farið undir seinasta umfar í altjóða talvkappingini Runavík Open í Løkshøll. Møguleikarnir hjá Helga Dam Ziska at vinna kappingina eru helst farnir. Í gjárkvøldið tapti hann fyri íslendska stórmeistaranum Jóhann Hjartarson. Ósigurin er tann einasti í kappingini hjá okkara nýggja stórmeistara.
Les meira »Runavík Open – Helgi nærkast toppinum
Helgi Dam Ziska vann í dag á moldovska meistaranum Vladimir Hamitevici í sjeynda umfari í altjóða talvkappingini Runavík Open í Løkshøll. Helgi vann við svarta fólkinum í einum skørpum kongaindara. Sigurin tóktist at vera rættiliga sannførandi.
Les meira »