GP 5 í Tórshavn 11. februar

GP 5 verður í Tórshavn leygardagin 11. februar kl. 10.00. Telvað verður í Gula Skúla (minnist til inniskógvar) Kappingarskipan: Kviktalv 10 min + 5 sek/leik, 7 umfør. Luttøkugjald er 100 kr. Virðislønir verða latnar til nr. 1,2,3, umframt ratingsvirðislønir. Tilmelding: Sms/mail við navn og rating til 221422 ella faroechess@faroechess.com í seinasta lagi fríggjadagin 10. februar kl. 18.00. Havnar Telvingarfelag

Les meira »

Kjølur Open innbjóðing

  Kjølur Open 2017   Hervið verður bjóðað til talvkappingina KJØLUR OPEN 2016 dagarnar 3.-5. feb. Kappingin er partur av Grand Prix kappingini 2016/17. 7 umfør verða telvað, 3 kviktalv fríggjakvøld, 2 langtalv leygardag og 2 sunnudag.

Les meira »

Framvegis spenningur

lidkapping2

Spenningurin er ikki fokin í fremstu deildini í landskappingini í talvi, tó at oddaliðið Havnin vann toppdystin á føroyameistarunum Sandavági í tí fyrra av tvinnanda leikumførum í dag. Eftir dystirnar í fimta umfari, sum byrjaðu í morgun, hevði Havnar Telvingarfelag við 3-1 sigri otað seg fýra stig framum Sandavág. Men nú dystirnir í sætta umfari eru lidnir í kvøld, hava sandavágsmenn táttað nakað í, soleiðis at munurin er dragnaður niður í trý stig.

Les meira »

Havnarmenn vunnu

Oddabrak hevur í dag verið í landskappingini í talvi. Havnar Telvingarfelag og Sandavágs Talvfelag møttust í innanhýsis dysti í fimta umfari í landskappingini. Úrslitið var, at Havnin vann 3-1. Á báðum fremstu borðunum endaði javnt, men á triðja og fjórða borði vunnu havnarmenn.

Les meira »

Talvtoppfundur í morgun

Nógvir leikir verða fluttir í dag. Tvey umfør eru á skránni í føroysku landskappingini í talvi. Dystirnir í fimta umfari byrjaðu klokkan tíggju í morgun, og klokkan fýra verður farið undir dystirnar í sætta umfari. Telvað verður í øllum deildum í Kollafjarðar Skúla. Tey bæði oddaliðini í fremstu deildini, Havnin og Sandavágur, bresta saman í morgun. Havnar Telvingarfelag er á odda við 14½ stigi. Sandavágur hevur 12½ og Klaksvík hevur á triðja plássi 8 stig. Sandavágs Talvfelag er føroyameistari og hevur vunnið meistaraheitið seinastu fýra árini.   Dysturin í morgun hevur stóran týdning fyri møguleikarnar hjá vágamonnum at endurvinna heitið. Sandavágur hevur havt hesa manning í vetur: 1. Rógvi Egilstoft Nielsen 2. Høgni Egilstoft Nielsen 3. Torkil Nielsen 4. Silas Eyðsteinsson. Liðið hjá Havnini í morgun er hetta: 1. Helgi Dam Ziska 2. Olaf Berg 3. Martin Poulsen 4. Carl Eli Samuelsen. Tíggju umfør eru í landskappingini, og kappingin endar 18. mars.

Les meira »

GP-kapping útsett

GP-kappingin, sum skuldi telvast leygardagin 21.01, er flutt til 11.02 – tíð og stað seinni. Dupult umfarið 28.01 verður lýst seinni. Væntandi i Kollafirdi.

Les meira »

Havnin økir

Munurin øktist eitt stig millum oddaliðini í landskappingini í talvi eftir dystirnar í fjórða umfari í dag. Havnar Telvingarfelag vann 3½-½ á øðrum liði hjá Klaksvíkar Talvfelag, og er nú tvey stig undan føroyameistarunum úr Sandavágs Talvfelag. Helgi Dam Ziska sat á 1. borði hjá Havnini í dag, og vann í stórum stíli á Steintór Rasmussen. Olaf Berg og Sjúrður Thorsteinsson vunnu eisini, men Carl Eli N. Samuelsen mátti sættast við remis móti Terja Petersen.

Les meira »

Fyrstu leikirnir í ár

Eftir drúgvan vetrarsteðg verður í dag aftur farið at telva í  føroysku landskappingini. Klokkan tvey byrja dystirnir í fjórða umfari í øllum trimum deildunum. Í 1. deild eru dystirnir hesir: Sandavágur-Klaksvík 1, Kollafjørður-Havnin 2 og Klaksvík 2-Havnin 1. 1. lið hjá Havnar Telvingarfelag hevur 11 stig, fleirfaldu føroyameistarnir úr Sandavági hava 10 stig, og Klaksvík 1 hevur 6½ stig. Í 2. deild er Gøtu Talvfelag á odda, og í 3. deild er Havnar Telvingarfelag fremst. Í 1.- og 2. deild eru liðini seks, og í 3. deild eru í alt níggju lið.

Les meira »

Høgni vunnið IM-norm

19 ára gamli telvarin Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavági hevur í dag tryggjað sær fyrsta IM-normin, sum er fyrsta stigið á leiðini at gerast altjóða meistari í talvi. Høgni – og bróðirin Rógvi – hava á nýggjárinum verið við í sterkari altjóða kapping í Svøríki – Rilton Cup. Fleiri enn hundrað telvarar hava verið við – eisini nógvir stórmeistarar og altjóða meistarar. Kappingin endaði í dag. Høgni vann í seinasta umfari á svenska stórmeistaranum Pia Cramling, sum í síni tíð var mett sum fremsta kvinna í heiminum at telva. Høgni fekk 5½ stig og endaði nummar 16 í røðini. Eldri bróðirin Rógvi fekk 4½ stig.

Les meira »