Helgi Dam Ziska vann í dag á moldovska meistaranum Vladimir Hamitevici í sjeynda umfari í altjóða talvkappingini Runavík Open í Løkshøll. Helgi vann við svarta fólkinum í einum skørpum kongaindara. Sigurin tóktist at vera rættiliga sannførandi. Les meira »
Tíðindi
Runavík Open – Javnt í toppdysti
Helgi Dam Ziska og Guðmundur Kjartansson telvaðu í dag javnt í sætta umfari í kappingini Runavík Open í Løkshøll. Altjóða meistarin úr Íslandi hevði vunnið øll fimm talvini fyri dagsins umfar, og var eitt stig undan Helga.
Helgi hevði hvíta fólkið, og byrjanin var fronsk. Umvegis eitt av minni kendu frábrigdunum kom upp ein ósmidlig støða við nógvum bindingum og avmarkaðum øki at arbeiða á. Helgi royndi eftir førimuni at søkja at í báðum borðum, men íslendingurin hevði fingið ta læstu støðu, sum tryggjaði honum status quo og remis. Les meira »
Runavík Open – Helgi vann
Helgi Dam Ziska hevur nú rættiliga lagt seg út í oddastríðið í altjóða talvkappingini Runavík Open í Løkshøll. Føroyski stórmeistarin vann í dag við svarta fólkinum í fínum talvi á danska stórmeistaranum Jakob Vang Glud.
Helgi fekk eina dynamiska støðu, sum fitt av spæli var í, tá vinmaður og liðfelagi hansara í Phildor sneiddi av kós í tí vanligu kongaindisku byrjanini, sum Helgi ætlaði sær í. Helgi var framfýsin og fekk lív í støðuna. Til endans kundi hann loyva sær at offra býtismun, sum hann fekk aftur við rentum og vinnandi støðu. At síggja til ein væl upplagdur og sannførandi Helgi. Les meira »
Runavík Open – Guðmundur strýkur avstað
Guðmundur Kjartansson úr Íslandi er einsamallur á odda í altjóða talvkappingini Runavíkar Open. Hann hevur sum tann einasti av øllum 40 telvarunum í kappingini vunnið hvørt talv higartil. Í fjórða umfari í gjár vann hann á landsmanninum Jóhann Hjartarson, sum er stórmeistari. Næstir í oddanum eru Miguel Munoz úr Spania og Jakob Vang Glud úr Danmark, sum hava hálvt fjórða stig. Helgi Dam Ziska er á fjórða plássi saman við øðrum, sum hava 3 stig í part. Fremstir av hinum føroysku telvarunum eru John Rødgård, sum í løtuni er nummar 12. Rógvi Egilstoft Nielsen er nummar 14 og Olaf Berg er nummar 17 í røðini. Les meira »
Runavík Open – Soltið hjá føroyingum
Eingin av føroysku telvarunum formáddi sær nakað móti sterku útlendsku mótstøðuni í øðrum umfari í altjóða talvkappingini Runavíkar Open í Løkshøll mánadagin.
Helgi Dam Ziska mátti sættst við remis (javnleik) við svarta fólkinum móti næstbesta føroyinginum á altjóða styrkilistanum, føroyameistaranum Rógva Egilstoft Nielsen. Sandavágsmaðurin gav føroyska stórmeistaranum ein skarpan gang og helt tørn allan vegin. Eitt skifti var líkt til, at Helgi fór at knógva honum, men í góðum mótálopi eydnaðist Rógva at fáa upp javna støðu.
Spennandi at síggja, um Rógvi fer at halda á við góðu telvingini komandi dagarnar. Kappingin átti at verið gylt høvi hjá gávuríka vágamanninum at fara eftir einum IM-normi. Les meira »
Runavík Open: Einki óvæntað úrslit
Eingin av teimum sterku telvarunum snávaðu í fyrsta umfari í altjóða talvkappingini Runavík Open í Løkshøll í gjárkvøldið. Men tað var um reppið, at ein lítil sensasjón brast. Tann blaðungi Luitjen Apol – abbasonur navnan og fyrrverandi fleirfalda føroyameistaran – mundi tikið Olaf Berg á bóli. Olaf, sum er ein av allarbestu telvarum í landinum, tóktist eina løtu ikki at grynna í støðuni, men við øllum snildum og hollum royndum eydnaðist honum kortini at snýta unglingin og vinna. Les meira »
Talvfrásøgn: Nordisk Mesterskab 2016 i Sastamala, Finland
Nordisk Mesterskab 2016 i Sastamala, Finland.
Jeg havde spillet skak i Finland før. I 1985 i Pohja spillede vi på et sportscenter langt ude i skoven, 20 kilometer fra den nærmeste by. En turnering som Jens Christian Hansen sikkert mest husker, fordi hans kuffert aldrig nåede frem. Så mine alarmklokker begyndte at bimle, da jeg på min forespørgsel om forskellige hoteller fik at vide, at der kun var ét, da spillestedet lå “in the midle of nowhere”. Alligevel var jeg ikke forberedt på det, jeg endte i. Spillestedet, “Ellivuori”, viste sig at være et feriecenter langt ude i skoven. Der var 6 kilometer til nærmeste busstoppested og 13 kilometer til nærmeste butik. Man kunne intet købe på stedet, ud over hvad der var i restauranten og baren. Havde jeg vidst det, havde jeg selvfølgelig selv medbragt chokolade og øl…. Manden, der kørte de islandske spillere, havde advaret dem, og kørte dem til et supermarked på vejen, så de havde liv og glade dage…. Les meira »
Altjóða talvkapping í Runavík
Stór altjóða talvkapping verður í Føroyum í komandi viku. Kappingin verður í Løkshøll í Runavík. Telvað verða níggju umfør frá mánadegnum 21. november til 28. november. Tveir av døgunum er dultumfar.
Seks stórmeistar og fimm altjóða meistarar eru í kappingini. Tá rokna vit Helga Dam Ziska sum stórmeistara, tó at hann er ikki formliga tilnevndur enn. Tað verður hann helst ikki fyrr enn á ráðstevnu í Doha seinni í desember. Men hóast stórmeistaraheitið er tryggjað, verður hann av kappingartekniskum ávum roknaður sum altjóða meistari í hesi kappingini. Les meira »
Liðkappingin 2016/17 – Havnin økir
Alt bendir á, at FM-stríðið í landskappingini í talvi í vetur fer at standa millum Havnar Telvingarfelag og Sandavágs Talvfelag, sum hevur vunnið meistaraheitið seinastu fýra árini.
Dystirnir í triðja umfari vóru sunnudagin. Oddaliðið úr Havn gjørdi bart móti Kollafirði og vann 4-0. Sandavágur fekk 3½ móti øðrum liði hjá Klaksvík. Havnarmenn otaðu seg tí eitt hálvt stig aftrat undan sandavágsmonnum, men munurin er bara eitt stig. Les meira »
NM úttøkukapping
Úttøkukapping til NM verður í desembur mánaði. Tað er ikki endaliga avgjørt, um tað verður fyrsta ella næsta vikuskifti, men tað verður boðað frá sum skjótast.
Í hesum sambandi verður eisini gjørt vart við, at luttøku í Runavík Open telur við í úttøkuni til NM.
Tað er ikki krav hjá unglingum at luttaka. Men enda telvarar javnir í úttøku kappingini, harav annar hevur luttikið í Runavík Open, meðan hin ikki, so verður luttøka í Runavík Open mett hægri.
Talvsamband Føroya