Øll eru vælkomin at vera við, bara man dugir mannagongdina.
Telvað verður væntandi í 4 aldursbólkum.
Bólkarnir koma at verða nakað soleiðis:
1 flokkur og yngri
2 og 3 flokkur
4 til 6 flokk
7 til 10 flokk
Les meira »Øll eru vælkomin at vera við, bara man dugir mannagongdina.
Telvað verður væntandi í 4 aldursbólkum.
Bólkarnir koma at verða nakað soleiðis:
1 flokkur og yngri
2 og 3 flokkur
4 til 6 flokk
7 til 10 flokk
Les meira »Talvsamband Føroya skipar aftur í 2015 - fyri Steypakapping í talvi fyri lið, leygardagin, tann 02. mei 2015. Tiltakið verður í Gjáargarði við Gjógv. Karmar og umstøður sum vísa seg at vera heilt framúr.
Les meira »
Finalan í Grand Prix kappingini 2014/15,
verður telvað í Sandavági leygardagin 11. apríl kl. 11.00.
Tilmeldingar: http://www.chess-results.com/tnr168722.aspx?lan=7
Les meira »Rógvi føroyameistari
Fyri seinasta umfar í dag stóð kappingin um FM-heitið millum Rógva Egilstoft Nielsen og Eyðun Nolsøe. Men tað bar ikki beinari á enn at báðir taptu í dag. Rógvi, sum var eitt hálvt stig undan Eyðuni, mátti dvína fyri ferfalda føroyameistaranum Martin Poulsen.
Les meira »Spenningur til tað síðsta
Leygardagin páskaaftan skulu seinastu leikirnir flytast í FM-kappingini í talvi.
Tveir eru eftir í FM-stríðnum - Rógvi Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag og Eyðun Nolsøe úr Klaksvíkar Talvfelag. Annar verður føroyameistari á øðrum sinni. Suvereni meistarin í fjør, Høgni Egilstoft Nielsen, gjørdist ov stuttur í ár.
Les meira »Spenningur íafturkomin
Rógvi Egilstoft Nielsen er framvegis einsamallur á odda í FM-kappingini í talvi, men leiðslan er nú bara eitt hálvt stig.
Í dag varð dupultumfar á skránni. Byrjað varð fyrst klokkan tíggju í morgun, og klokkan fimm var farið undir tað einna av dagsins umførum. Av sonnum ein langur og stríggin talvdagur.
Les meira »Rógvi suverenur
Rógvi Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag líkist einum føroyameistara.
Sigursrøðin og góða gongdin stendur við. Í dag vann hann aftur ógvuliga sannførandi í oddadysti móti Eyðuni Nolsøe og er einsamallur á odda við fullum stigatali eftir fýra umfar. Rógvi er kanska í einari umskúling sum telvari, tí stílurin tykist broyttur. Tað er ikki longur fýverkstelving, sum tað plagdi at vera, heldur tvørturímóti. Aftur í dag sóu vit, hvussu gløgga spælfatan, hann hevur.
Les meira »Rógvi vann toppdystin
So er Rógvi Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag einsamallur á odda í landsliðsbólkinum í FM-kappingini í talvi.
Hann vann í dag á Hans Kristian Simonsen úr Róki, sum eins og Rógvi hevði vunnið bæði talvini fyri dagsins umfar. Toppdysturin gjørdist eitt vónbrot, tí Hans Kristian fór so illa um støðuna hjá sær, at tap var í hendi innan tjúgu leikir vóru fluttir. Rógvi telvaði aftur væl og gjørdi straks bart, tá ið kollfirðingurin skeiklaði.
Les meira »Rógvi og Hans Kristian á odda Tveir telvarar hava lagt seg einsamallar á odda í landsliðsbólkinum eftir fyrstu tvey umførini í FM-kappingini í talvi. Tað eru tveir fyrrverandi føroyameistarar, Rógvi Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag og Hans Kristian Simonsen úr felagnum Róki í Sundalagnum. Sigrarnir eru ikki komnir av ongum, tí báðir hava telvað væl. Rógvi tykist væl upplagdur. Í dag var hann aftur ógvuliga neyvur og sannførandi. Hann ber orð fyri at vera álopstelvari burturav – sum pápin og yngri bróðririn – men hygg at talvinum í dag! Tað líktist næstan uppvísing í posisjónstelving. Hann næstan vant úr Ólavi Simonsen, sum spjálkaði til fánýtis. Hans Kristian brúkti harðligari metodur, men vann eisini ógvuliga sannførandi – men eisini í so lættliga. Í morgin verður spennandi, tí tá bresta oddafiskarnir saman. Hvøkkurin eftir tapið í fyrsta umfari í gjár sat kanska í føroyameistarnum Høgna Egilstoft Nielsen, tí hann var ógvuliga spakur …
Les meira »Spenningur frá byrjan
FM-einstaklingskappingin í talvi byrjaði við einum braki. Í landsliðsbólkinum varð lagt bragdliga fyri; hvør maður kýtti seg at vinna í fyrsta umfari í gjár, á hvørjum borði var rættilig kamptelving, eingin gekk í remistonkum. Úrslitið var eisini, at einki talv endaði javnt - fimm vunnu og fimm taptu.
Eyðun Nolsøe mundi taka tey flestu á bóli. Við hvíta fólkinum koppaði hann favorittinum Høgna Egilstoft Nielsen. Í fjør vann Høgni øll tíggju talvini í kappingini, nú snávaði hann í fyrsta umfari. Eyðun telvaði skotsku byrjanina og tóktist væl fyrireikaður. Høgni var sær sjálvum líkur framfýsin og beinleiðis í sínum spæli, men Eyðun stóð stúttur og tóktist at hava fult tamarhald á støðuni. Hann fekk fólkið at standa væl á borðinum og eftir eitt uppbýti í miðtalvinum fór tað at líkjast einum fyrimuni. Og eftir tað var hann náðileysur. Ógvuliga sannførandi byrjan hjá Eyðuni, sum annars einki hevur telvað í vetur.
Les meira »